Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 119 32 FORMANSVAL EIRIKUR LINDENSKOV B oðað er til fundar leyg­ar­ dagin 24. oktober, har av­ gerðin skal takast. Men longu nú sunnukvøldið verður greitt, um tað verður stríðs­ val um formanssessin – ella um Sam­bandsflokkurin kann semjast um bara at stilla upp eitt valevni. Tvær ferðir hevur verið stríðsval. Í 2006 stillaði Johan Dahl upp ímóti sitandi formanni, Kaj Leo Holm Johannesen. Tað stríðið tapti avbjóðarin. Í 2001 stillaði Lisbeth L. Petersen upp ímóti sitandi formanni, Edmundi Joensen, og tað ferðina vann av­bjóð­ arin, og formaðurin seinastu 11 árini fall. Hesaferð verður nýggjur for­ maður valdur, tí Kaj Leo Holm Jo­ hannesen hevur lagt frá sær eftir val­ósigurin 1. september. Tað var beinanvegin greitt, at Bárður Nielsen, næstformaður í Sam­bandsflokkinum, for at stilla upp. Men skjótt vísti tað seg, at eisini nýggja stjørnuskotið hjá Sam­bands­ flokkinum, Magnus Rasmussen, bjóð­ aði seg fram. Sum skilst hevur Magni Laksafoss eisini bjóðað seg fram. Men spurdur um tað sigur hann bara, at hann hevur onga viðmerking. Sum vit hava skilt, so stendur valið tí ímillum Bárð Nielsen og Magnus Rasmussen. – Eg havi sagt tað á tann hátt, at er hetta nakað, sum flokkurin ynskir, so eri eg sjálvandi til reiðar at átaka mær hendan leiklutin, segði Magnus Rasmussen við Sosialin mikudagin. Bárður Nielsen sigur, at hann tek­ ur fegin við avbjóðingini, um valið fell­ur á seg. Og at taka við einum flokki, sum fekk stóra afturgognd á valinum heldur hann ikki vera nakran trupulleika. – Samgongan hevur brúk fyri okkum, og vit hava bjóðað okkum fram. Vit eru klárir, sigur Bárður Niel­sen. Hann vísir á, at hann gjørdi Jav­ naðarflokkin og Tjóðveldi varugar við hetta beinanvegin undir sam­ ráð­ingunum. Men Høgni Hoydal segði, at tey fyrst vildu royna hendan møguleikan, at andstøðuflokkarnir taka yvir leiðsluna í Føroyum. – Men samgongan hevur jú ikki ein tryggan meiriluta. Eg veit væl, at Sonja Jógvansdóttir hevur sagt, at hon stuðlar samgonguni. Men tað kann kortini verða ein trupul­ leiki. Men við at samstarva, so kann Sambandsflokkurin tryggja lang­ tíðar­haldføri. Vit kunnu tryggja breiðar semjur um eina nýggja fiski­vinnunýskipan, eina pen­sjóns­ nýskipan, hóast vit ikki verða partur av landsstýrinum – í øllum førum ikki í fyrstu syftu, sigur Bárður Nielsen. – Aksel V. Johannesen hevur brúk fyri okkum, og tað verður lættari hjá honum at stýra saman við okkum. Bárður Nielsen leggur tó dent á, at Sambandsflokkurin ikki blint fer at stuðla samgonguni í einum og øllum. – Men síggja vit okkum ein møgu­ leika at verða við, so gera vit sjálvandi tað. Vit hava eisini brúk fyri at vera ein konstruktivur andstøðurflokkur, sigur hann. Sunnukvøldið verður greitt, um ætlanin bara at stilla eitt formansevni upp til formansvalið fer at halda. Ætlanin hjá flokkinum er at sleppa undan stríðsvali, og tað verður gjørt við at formenninir í ymsu val­ feløgunum tosa saman og tosa við teir persónarnar, sum eru hugaðir at stilla upp til formansvalið fyri á tann hátt at vita, um semjast kann um, at bara ein persónur stillar upp. Tann avgerðin skal so takast áðrenn sunnukvøldið, tá freistin at stilla upp er úti. Fyri at stilla upp, so krevst, at tú hevur í minsta lagi tveir stillarar. Og stillarar kunnu bara vera tey, sum hava atkvøðurætt á landsfundinum. Tað eru umboð fyri valfeløgini og tingmenninir hjá flokkunum. Hvørt valfelag hevur fimm at­ kvøður, meðan løgtingsfólkini – og landsstýris- og fólkatingsfólk, um flokkurin hevur tey – hava hvør sína atkvøðu. BÁRÐUR NIELSEN ER KLÁRUR AT LYFTA ARVIN Um góða viku verður greitt, hvør skal stjórna Sambandsflokkinum næstu árini Sambandsflokkurin aftur á rætta kós EIRIKUR LINDENSKOV Sambandsflokkurin skipar fyri eyka landsfundi og heystfundi, leygar­dagin 24. oktober 2015 í Tórshavn á Østrøm. Byrjað verður, klokkan 08.30 og endað verður klokkan 13.30. Eykalandsfundurin er al­ mennur, meðan heystfundurin er fyri limir og sambandsáhugað. Tann fundurin er um støðuna í flokkinum, politisku støðuna í samfelagnum o. a. Á skránni á Eyka­lands­fund­ inum er val av formanni og næst­formaður. Tá for­mans­ skap­urin er valdur, sleppa teir nýva­ldur til orðanna, og so er eykalandsfudnurin liðugur – og síðani tekur heystfundurin yvir. Har fer nýggi formaðurin at greiða frá politisu støðuni. Eftir tað verður politiskt orða­ skifti – undir yvirskriftini »Sam­ bandsflokkurin aftur á rætta kós«, har fundar­lut­takararnir – sum eru umboð fyri val­feløgni í flokkinum og tingmenn floksins – hava orðið. Á middegi skipar flokkurin fyri móttøku fyri nýggja for­ manninum og bjóðar frokost. Leygardagin í næstu viku hevur Sambandsflokkurin eykalandsfund og heystfund Nýggja stjørnuskotið hjá Sambandsflokkinum, Magnus Rasmussen, sigur, at um tað er floksins ynski, so tekur hann við avbjóðingini sum floksformaður Bárður Nielsen er næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann tekur fegin við ábyrgdini at leiða flokkin næstu árini