hósdagur 15. oktober 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
29
BARBARA HOLM
H
endingin í Vágum um
vikuskiftið var serstøk
innan kirkjugátt, og
hon hevur vakt ans
í hugaheiminum hjá Justinus
Eidesgaard, viðmerkjara. Natúrligi
spurningurin um, hvørt eitt
vælsignilsi av einum pari uttan
juridisk rættindi at giftast kann
leiða til vælsignilsi av fleiri ymiskum
pørum uttan juridisk rættindi – eitt
nú samkyndum – er áhugaverdur og
als ikki óhugsandi.
– Fyrst má eg siga, at eg dugi ikki
at síggja, at nakar prestur kann hava
nakra haldgóða grundgeving fyri, hví
hann ikki skal vælsigna eitt samkynt
par, sigur Justinus.
Í hansara hugaheimi er einki
sum talar ímóti, at tvey av sama
kyni kunnu fáa somu viðferð í
fólkakirkjuni, sum umrødda parið í
Vágum.
– Hendan hendingin flytur okkum
inn á eitt heitt kjak, sum eg mangan
havi luttikið í. Og tað er spurningurin
um at argumentera út frá Bíbliuni,
sigur Justinus.
Skriftin er krystalgreið innan øll
lívsins viðurskifti. Hon er ikki óvan
liga greið, tá ið umræður tey sam
kyndu.
– Spurningurin er hví vit skulu
júst taka hasa skriftina í so stórum
álvara, tá ið vit ikki gera tað innan
fleiri onnur øki, sigur Justinus Eides-
gaard.
Hann vísir á, at í dag eru til dømis
fólk í Føroyum, sum hava uppbygt
sær eina ogn á fleiri milliónir – enntá
nærmast eina milliard.
– Tað er lítil ella ongin sann-sýni-
ligheit fyri, at alt er farið fullkomiliga
fram eftir soleiðis sum skriftin
fyriskrivar, tá ið talan er um so stórar
upphæddir. Onkur er trýstur, onkur
er pressaður, og okkurt hálið tolir
ikki heilt dagsins ljós. Um tú skalt
fáa so stórar upphæddir til vega, so
eru øgiliga lítil sannlíkindi fyri, at tú
hevur fingið fatur á pengunum púra
erliga og reiðiliga, sigur Justinus.
Tú ert ivaleyst ein harður for-
rætningspersónur, um tú megnar at
tjena so nógv, og tú argumenterar
harðliga ella stríðist hart fyri at koma
hartil, sum tú ert.
– Og tað verður sjálvandi um
gingist lógina so nógv sum gjørligt.
Tað vita vit. Har mást tú »lúgva« og
kanska tað, sum nærkast at »stjala",
fyri at koma hartil. Hví er tað so í lagi,
spyr Justinus.
Á tí økinum er skriftin eisini púra
greið. Tú mást ikki stjala ella bera
ringan vitnisburð.
Eitt annað dømi er, at tú mást ikki
dríva hor. Og Jesus sigur, at um tú
lítur við girndarhuga at konu næsta
tíns, tá hevur tú longu drivið hor við
henni í hjarta tínum.
– Tað vil siga øll mannaættin
drívur hor so at siga alla tíðina. Vit
kunnu nevna fleiri onnur dømi.
Hjúnaskilnað, ótrúskapur og so fram
vegis, sigur Justinus.
Prestar áttu at mist løn
Prinsipiella linjan hjá fólkakirkjuni
haltar, tá ið umrødda parið í Vágum
slapp at hátíðarhalda dagin í kirkjuni,
meðan eitt nú samkynd ikki hava
sama møguleika. Og vit síggja eisini
onnur dømir um, at prestar ikki vilja
uppafturgifta fráskild fólk.
– Tað haldi eg er ótrúligt. Har finst
einki argument fyri tí annað enn, at
so sleppa teir prestarnir undan eyka
pappírarbeiði, sigur Justinus.
Hann sigur, at í dag er tað so
leiðis, at umleið helmingurin av
hjúnaløgum fer í vaskið. Og tí fara
vit ivaleyst at síggja enn fleiri dømi
um fráskild fólk, sum venda sær
aftur til kirkjuna við vón um giftu
og vælsignilsi.
– Eg havi einki hoyrt um prestar,
sum vera trektir í løn, tá teir nokta at
gifta hesum borgarunum. Og skulu
vit halda fram í somu argumenta
tiónslinju, so er spurningurin um teir
prestarnir ikki bróta boðið um »ikki
at stjala«, tí tilognar tú tær nakað,
sum tú ikki eigur, so er tað stuldur,
sigur Justinus.
Fyri hann er eingin ivi – skriftin
er greið á øllum økjum, og skalt tú
útihýsa eitt nú samkyndum frá at
fáa eina líknandi løtu við sálarrøkt
ella vælsignilsi í kirkjuni, so mást
tú eisini seta eins stóran týdning
á alla skriftina – eisini hana, sum
vit føroyingar í dag ikki taka so há
tíðarligt.
– Í mínum hugaheimi er tað
óhugsandi, at nokta at vælsigna
tvey, sum elska hvørt annað. Tað var
júst boðskapurin hjá Jesusi, at elska
næsta tín, sigur Justinus.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Eingin
forðing fyri
at vælsigna
samkynd
– Tey, sum argumentera út frá Bíbliuni, gloyma eitt týdningarmikið poeng. Bíblian er
greið á øllum økjum, so hví eru tað serstakliga skriftirnar um tey samkyndu, sum skulu
takast bókstavliga, spyr Justinus Eidesgaard, viðmerkjari og fyrrverandi kirkjutænari
– Í mínum hugaheimi er eingin haldgóð grundgeving fyri
hví til dømis samkynd ikki skulu vælsignast í kirkjuni