hósdagur 15. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
28
FÓLKAKIRKJAN
BARBARA HOLM
K
lokkan var 22.00 fríggja
kvøldið, tá ið tað gjørdist
greitt fyri bispi, at um
rødda parið í Vágum
ikki hevði pappírini í lagi, og tí ikki
kundi ganga saman í hjúnalag reint
juridiskt. Í støðuni valdi Jógvan Fríð
riksson at lata parið hátíðarhalda
dagin við einari løtu við sálarrøkt
í kirkjuni, hóast tey ikki kundu og
framvegis ikki eru gift.
– Tað skal sjálvandi ikki henda.
Men tú kanst ætla, hvussu stórt
niðurlag tað var fyri hetta parið at fáa
slíkt at vita bert tímar áðrenn stóra
dagin, sigur Jógvan Fríðriksson.
Og tí valdi bispur at lata parið
hátíðarhalda dagin í kirkjuni, hóast
alt.
Tað kann tó undra, at eitt par, sum
sambært lógini ikki hevur heimild
til at ganga saman í hjúnalag, kann
hátíðarhalda dagin í fólkakirkjuni. Tí
um tað er í lagi, so er spurningurin
um eitt nú samkynd – sum heldur
ikki hava lógina aftan fyri seg, tá ið
umræður at ganga saman í hjúnalag
– kunnu fara í fólkakirkjuna til eina
hátíðarliga løtu við sálarrøkt saman
við sínum nærmastu.
– Tað er ein góður spurningur,
og eg fái ikki svarað honum í løtuni,
sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann viðgongur, at tað er nær-
liggjandi at hugsa, at um hetta verður
siðvenja í kirkjuni, so er eingin orsøk
til, at samkynd ikki skulu fáa somu
viðferð. Men spyrt tú bisp, so er tað
ikki tað sama.
– Eg skilji, at tú kanst koma til
hasa niðurstøðuna. Men eg haldi
ikki, at tað er tað sama, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Hann vísir á, at hetta var ein
serstøða, sum helst ongantíð skal
koma fyri aftur. Men komandi tíð
ina fer Jógvan Fríðriksson at taka
støðu til spurningin um, hvar markið
gongur tá ið umræður sálarløtur av
hesum slag í kirkjuni.
Fer at kanna málið
Jógvan Fríðriksson er ikki nøgdur við
ta viðferð, sum hetta par hevur fingið
í fólkakirkjuni. Slíkar juridiskar
forðingar eiga at koma undan kavi
áðrenn.
– Eg fari at nýta komandi tíðina
at finna útav júst hvat er hent her.
Eg havi biðið um innlit í málið, og
vænti at vita meira fyrsta dagin, sigur
bispur.
Hann vísur á, at slíkt ongantíð er
hent áður í Føroyum, men er samdur
í, at hetta leggur lunnar undir eitt sera
prinsipielt kjak um, hvat ber til og ikki
í føroysku fólkakirkjuni.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
– Eg fari at kanna hetta málið
til botns, og hetta skal helst
ongantíð koma fyri aftur
– EITT STÓRT MISTAK
Tað eigur ikki at koma fyri, at slík mistøk verða gjørd. Hetta er
fyrstu ferð, at slíkt er hent í Føroyum, og spyrt tú meg, so skal
tað ikki henda aftur, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur
Kirkjulig hátíðarløta uttan juridiskar heimildir
Farna vikuskiftið varð eitt brúðarpar
í Vágum partur av einari heldur
óvanligari hending. Fríggjakvøldið
gjørdist greitt, at parið ikki hevði
heimild til at ganga saman í hjúna
lag. Orsøkin var, at annar parturin
ikki hevði øll pappírini í samband
við hjúnaskilnað í lagi.
Leygardagin skuldi parið giftast
í Vágum, og stór veitsla skuldi vera
tann dagin. Og orsaka av serligu
umstøðunum valdi bispur og av
varðandi prestur, at parið skuldi
fáa eina hátíðarstund í kirkjuni
hóast alt. Ann Dahl Hansen, prestur,
kallar løtuna fyri eina vanliga
gudstænastu, meðan bispur kallar
løtuna fyri eina løtu við sálarrøkt.
Aðrastaðni á síðuni kanst tú lesa
samrøðu við Jógvan Fríðriksson,
bisp, sum heldur hendingina vera
óhepna. Ann Dahl Hansen vil ikki
gera viðmerkingar til málið.
Hendingin í Vágum leggur
lunnar undir eitt heldur prinsipielt
kjak um, hvar markið hjá kirkjuni
gongur, tá ið umræður at »vælsigna«
pør, sum ikki hava juridiska heimild
fyri at ganga saman í hjúnalag.
Hóast »vælsigna« ikki er tað orðið,
sum bispur vil nýta fyri hesa løtuna
í Vágum, so er eingin ivi um, at guds
tænastan hendan dagin var serstøk.
Og spurningurin er so, hvar markið
gongur. Kann ein kirkja, tess ráð og
prestur til dømis halda eina hátíðar
stund fyri samkyndum pari?
Sosialurin hevur mangan skrivað
um samkynt pør, sum vildu ynskt
sær hátíðarløtu í Føroyum heldur
enn í øðrum landi. Her sæst til
dømis ein grein frá 2011 við Súsannu
Danielsen og Kristinu Mariu Eliasen,
sum í 2011 vórðu giftar í Danmark og
síðani flugu heim til Føroya sama
dag at halda veitsluna. Ivaleyst
høvdu tær ella onnur tikið av einari
hátíðarløtu í Føroyum av onkrum
slag, um tað stóð teimum í boði.
Sosialurin hevur tosað við fleiri
prestar um hetta málið. Eingin teirra
vil gera viðmerking, og eingin teirra
vil siga í blaðnum, um tey fara at
vælsigna ella hátíðarhalda parlag
millum tvey av sama kyni í kirkjuni
eftir hetta. Men onkur prestur, sum
Sosialurin hevur tosað við, stað
festir, at viðkomandi ikki hevði vent
einum samkyndum parið frá sær,
um tey ynsktu eina løtu við sálar
røkt í samband við parlagið.