Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 29 Haldi meg til eina politiska avtalu Ein íløga sum lønar seg Skilagóð avgerð Landsstýrismaðurin við samferðslumálum heldur ikki tað er rætt at steðga við arbeiðnum við undir­ sjóvar­tunnlinum nú Árni Gregersen S jálvt um búskapurin kanska er heldur heit­ ur nú, so heldur lands­ sstýrismaðurin við sam­ferðslumálum, Henrik Old, Javnaðar­flokkurin, ikki, at tað er rætt at steðga arbeiðnum nú. – Sjálvandi er tað lættast hjá mær at vísa til, at eg ar­ beiðið eftir einari semju, sum allir flokkar hava gjørt um at gera tunnlarnar, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. – Og sjálvur ivist eg nógv í, um tað er nakar fyrimunur at steðga á nú. Tað vísir seg, at verður steðgað á, so ganga nógv ár, áðrenn ein slík verk­ ætlan verður sett í gongd aftur, sigur hann. Í løtuni er komið rættu­ liga langt við fyri­reik­ingar­ arbeið­nunm. Fleiri boringar eru gjørdar og arbeiðið við fígg­ing­ini er komið rættuliga langt ávegis. – So steðga vit nú, so kann lang tíð ganga áðrenn vit fáa gongd á aftur, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. arnig@sosialurin.fo Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, óttast fyri, at verður steðgað nú, verða tað fleiri ár til ferð verður sett á aftur tunnalrnar Myndir: Álvur Haraldsen Jákup Mikkelsen, Fólka­ flokk­urin, ivast ikki í, at tað er ein góð íløga at gera ein tunnil millum Skálafjørðin og Havnina. – Tað er altíð ein góð íløga fyri samfelagið at betra sam­ferðslu­møgu­leik­ arnar og í hes­um føri vís­ir rokn­stykkið eis­ini, at pen­ ingur fer at leypa av. Jákup Mikkelsen sigur seg tó ikki kunnu svara fyri um tað hevði verið rætt­ari at steðga eitt sind­ur á, tí bú­ skapurin er so upp­hit­aður júst nú. Ongin hevur enn megn­ að at forða fyri, tá ið góðar tíðir eru, at eitt sindur av eyka hita kemur í. Heldur ikki seinasta sam­gongan. – Vit vita øll, at tá ið nógv er at gera, so fara prís­irnir upp og so at siga alt verður eitt sindur dýrari. Sæð út frá tí, hevði kanska ver­ið rættari at bíða eitt sind­ur, men tað hevði so fingið aðrar avleiðingar, sigur hann. Hann vísir á, at verða báðir tunnlarnir – Skála­ fjarð­ar- og Sandoyar­tunnl­ ar­nir – seink­aðir, so fer tað eisini at seinka gerð­ini av einum tunnli til Suður­oyar. – Og tað fer so kanska at gera, at Smyril verður ov gamal og má skiftast út. Tí haldi eg faktisk at tað er rætt, at tunnlar­nir verða gjørd­ir nú, sigur hann. Jákup Mikkelsen metir ikki, at íløgan í tunnlarnar fer at gera, at ratingin av Før­oy­um lækkar, tí tað er ikki lands­kassin, men brúk­ ararnir, sum gjalda lánið aftur. – Sjálvandi er ein risiko í øllum, sum landið enda­ liga tekur, men tað er um tunnlar­nir als ikki fara at virka eftir ætlan og til dømis eru úti fyri ógvu­slig­ um óhappum, leggur hann afturat. Við heita búskapinum er kanska rættari at bíða eitt sindur, men íløgan í Skálafjarðar-tunnilin loysir seg Fyri samfelagið er hetta ein stórur fyrimunur og tað fer ikki at tyngja landskassan Bill Justinusssen, Mið­flokk­ urin, er ikki samdur við tað, sum Eyðfinn Reyðberg skriv­ aði í tíðargreinini í Sosialinum fríggja­dagin, um at best er at útseta bygg­ingina av undir­ sjóvar­tunnlunum. – Hetta er ein sera skilagóða íløgu, sum politiska skipanin hevur valt at fremja nú, sigur Bill Justinussen. Hann sigur, at tað snilda við hesi skipanini er, er at tað ikki er landskassin, sum skal gjalda fyri íløguna. Pengar­nir verða læntir, men tað verða tey, sum fara at brúka undir­ sjóvar­tunnilin, sum gjalda la´nið aftur. – Í løtuni brúka tey, sum ferð­ast millum norðara partin av Føroyum og Havnina 110 milljónir krónur at flyta seg aftur og fram. Tað er hesin pen­ingur, sum skal gjalda Skála­fjarðar­tunnilin, sigur Bill Justinussen. Í roknstykkinum, sum liggur aftanfyri verkætlanina er bert roknað við, at alið av bilum, verður á leið tað sama, sum tað er í dag. – Men tey flestu, sum ar­ beiða við ferðslu siga, tá ið ein farleið verður gjørd ella betrað, so veksur ferðslan eisini. Tað fer í hesum føri bert at gera íløguna uppaftur skilabetri, sigur Bill Justinussen. arnig@sosialurin.fo Bill Justinussen, Miðflokkurin, heldur, at her skal ikki steðgast. Hetta er ein skilagóð í­løga, sum brúkarin skal gjalda – ikki landskassin