Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 28 At selja almennu partabrøvini í Føroya Banka og selja Føroya Tele, kann vera eitt gott hugskot, men tað hevur onki beinleiðis við undirsjóvartunnlarnar millum Streymoynna og Skálafjørðin og Streymoynna og Sandoynna at gera Árni Gregersen T ey, sum gera viðmerkingar til tíðargreinina hjá Eyðfinni Reyðberg, bú­ skapar­frøðingi, í Sosial­ inum seinasta fríggjadag halda ikki, at tey bæði málini hava nakað hvørt við annað at gera. Í tíðargreinini vísti Eyðfinn Reyð­berg á, at tað fer at kosta stóra lániskuld at fíggja báðar undir­ sjónvar­tunnlarnar. Landskassin er tyngd­ur av skuld frammanundan og uttan mun til um teir nýggju undir­ sjóvar­tunnlarnir verða lagdir í eitt alment partafelag, so fer lániskuldin at tyngja um hjá almennu Føroyum. Búskaparfrøðingar, sum vit hava tosað við siga, at netto lániskuldin hjá Føroyum ikki er serliga stór og at lántøka til tunnlarnar, sum saman­ lagt fara at bera seg, ikki fer at tyngja um hjá samlaða føroyska búskap­ inum. Tey siga eisini, at alt vísir, at sam­ ferðsluíløgur so at siga altíð bera seg og at tær vanliga gagna samlaða búskap­inum. Í tíðargreinini seinasta fríggjadag skrivar Eyðfinn Reyðberg: – Eitt samt løgting hevur samtykt at gera íløgur í tveir undirsjóvartunlar fyri í minsta lagi tvær milljardir krónur. Hóast partafelag er stovnað til endamálið, so er talan um almenna skuld, ið landskassin varðar av, og sum telur við í landsins skuld, sum longu áðrenn lánið til tunlarnar, er methøg. Tað er tí óðamannaverk at taka slíkar stórar almennar íløgur júst nú, og eigur tunnilsverkætlanin tí at verið útskotin í minsta lagi tvey ár - fyri fyrst. Eisini átti landskassin, heldur enn at fíggja tunlarnar við enn fleiri lánum, at selt burturav mongu almennu vinnurekandi fyritøkunum og síðan brúkt peningin til at gjalda ovurstóru íløgurnar kontant. Onnur uppfatan Búskaparfrøðingar, bæði úr almenna og úr privata geiranum, eru samdir um, at tað er vert at hyggja at, hvussu tunnlarnir verða fíggjaðir, men teir eru eisini samdir um, at tað neyvan fer at ganga út yvir ratingina hjá Før­ oy­um, sjálvt um pengar verða læntir til at byggja tunnlarnar fyri. Teir siga, at tá ið tunnilin millum Havnina og Skálafjørðin búskaparliga er burðardyggur, so fær hetta onga ávirkan á ratingina. Vísir tað seg so eisini, at av­lop­ið av rakstrinum av Skála­fjarðar­tunnl­ inum er so stórt, at tað fíggjar Sand­ oyar-tunnilin, so fer tað heldur ikki at hava ávirkan á rating og rentu. Viðvíkjandi at selja almenna partin í Bank Nordik og selja Føroya Tele eru tað fleiri, sum eru samdir við grein­skrivaran. Tey halda, at sjálvandi eigur politiska skipanin at meta um,. Hvat al­menni geirin fær burturúr at eiga part í stórum vinnufyritøkum, men skip­anin má eisini meta um, hvørt hon er tilreiðar at lata privatar íleggj­ arar keypa til dømis Føroya Tele og harvið eisini geva íleggjarum møgu­ leika at vinna pening úr felagnum. Ein teirra vísir á, at tað sjálvandi væl ber til at selja Føroya Tele og tað fer at bera til at finna íleggjarar. Hin­vegin ivast hann, í um politiska skipanin fer at lata íleggjarar sleppa at seta teleprísirnar so høgar, at teir fáa neyðuga peningaliga avkastið av íløguni. Víst verður á, at Føroya Tele situr á sløkum 80 prosentum av tele­ markn­aðinum. Við øðrum orðum er fyritøkan so stór, at sjálvt um vit hava kapping, so er kappingarneytin lítil í mun til Føroya Tele. Onkur av búskaparfrøðingunum heldur, at ráðandi marknaðarstøðan ger, at tað ikki er skilagott at einskilja felagið, tí tað als ikki fer at sleppa at virka, sum eitt privat felag, men fer at verða lagt undir treytir, sum fara at forða privatum íleggjarum at fáa sum mest úr teirra íløgum. Aðrir búskaparfrøðingur halda tó, at hetta lættliga kann gerast við at áseta reglur, sum íleggjarar kenna, áðrenn fyritøkan verður einskild. Samlaði búskapurin Síðani 2008 hevur samlaði føroyski landsbúskapurin givið hall. Til­sam­ ans við 2015 er hallið góðar tríggjar milljardir krónur. Í 2008 kom fíggjarkreppan og tá­sitandi samgongan og tær sam­ gongur, sum hava sitið síðani, valdu ein varisligan politikk, har hall á fíggjar­lógini í eina tíð var politiskt amboð. Eitt amboð, sum skuldi forða fyri, at samfelagið skerdi fíggjar­karm­ arnar so hart, at tað fór at geva nógv arbeiðsloysi og fráflyting úr Føroyum við sær. Atfinningarnar móti rikna bú­ skapar­politikkinum eru vendar móti tí halli, sum hevur verið seinastu trý-fýra árini, tá ið inntøkurnar í sam­felag­num aftur eru munandi vaksnar. Harafturat verður víst á, at hallið hevði verið munandi størri, hevði pen­sjónin ikki verið forskattað. Tilsamans ein milljard krónur eru tiknar inn síðan 2012 gjøgnum for­skatting av pensjónum. Skuldin hjá landskassanum kann tykjast stór, men hon er ikki so stór sum hjá londunum í Evropa. Í Dan­ mark er almenna skuldin um 45 pro­sent av bruttotjóðarúrtøkuni, í Evropa um 90 prosent, meðan skuldin í Føroyum er á leið 35 prosent av brutto­tjóðarúrtøkuni. Harumframt er føroyska gjaldføri rættuliga gott, tí vit skulu altíð hava minst 2,2 milljardir krónur í kass­ anum. arnig@sosialurin.fo almenn partabrøv og undirsjóvar­tunlar politikkur Tíðargreinin í Vikuskiftis Sosialinum 9. oktober, hevur sett ferð kjakið um undirsjóvartunlarnar