Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 27 – Eg hugdi í sjónvarp, meðan Bob spældi, og fekk frá Degi og viku at vita, hvat fólk í Havn halda um samkyndni og keikantar, og vit sóu landsliðið lúta fyri Ungarn. Samanborið við Bob Dylan í toppformi er tað ósublimt, men lad gå við tí Stuttsøgukvøld í Sirkus Dorit Hansen L eygarkvøldið verða stutt­ søgur lisnar upp á barrini Sirkus í Vágsbotni í Havn. – Rithøvundafelagið sókn­aðist í síni tíð eftir einum hugna­ ligum og avslappaðum staði at hava upp­lestur í, og vit vildu fegin leggja hølir til, greiðir Sunneva Háberg Eystur­stein frá. Upplestrarkvøldini í Sirkus byrj­ aðu í 2010, tá Carl Johan Jensen, vegna Rithøvundafelagið, saman við Sunnevu Háberg Eysturstein, leiðara á Sirkus, settu upplestrar av nýggjum føroyskum skaldskapi á skrá. Stegður hevur verið í, men í 2014 tók Trygvi Danielsen frá Rithøvundafelagnum táttin upp aftur, og í 2015 hava upp­ lestrar­arkvøldini, sambært Sunnevu Háberg Eysturstein, funnið eina fasta legu. – Tað var ein tørvur á at savnast og skapa sosiala samveru rundan um skaldskap, og eg havi inntrykk av, at bæði høvundar og áhoyrarar hava verið væl nøgdir við kvøldini, stað­festir Sunneva. Nýggir og eta­ bler­aðir høv­und­ar í øllum aldurs­bólk­ um og innan allar stílar hava lisið upp. Og sambært barr­ eigaranum hava bók­ menta­ligu kvøld­ini skapt ein serligan hugna og hava eisini vakt ans og áhuga fyri lista­greinini upp á ein øðrvísi, heitan máta. Tríggir stuttsøgurit­ høvundar fara at lesa upp leygarkvøldið. Teir eru Sámal Soll, Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Bergur Rasmussen, og teir fara allir at lesa nýggjar, júst útgivnar og ávegis stutt­søgur. Fyri stuttum gav Sámal Soll sítt fyrsta stuttsøgusavn út. Savnið nevn­ist Glasbúrið og verður um­ mælt aðrastaðni á hesi opnu. Sámal Soll starvast sum ensktlærari í Hoy­ døl­um og hevur í fleiri ár arbeitt við sam­skifti og marknaðarføring. Í 2005 vann Sámal stuttsøgukapping, sum Bóka­deild Føroya Lærarafelags skip­aði fyri, og árið eftir varð søgan givin út í stuttsøgusavni á 8 norður­ lendsk­um málum. Síðani hava søgur hjá Sámal javnan verið at lesa í tíðar­ rit­unum Vencili og Varðanum. Arnbjørn Ó. Dalsgarð er eis­ini ávegis við sínum fyrsta stutt­søgu­ savnið. Arnbjørn er leiðari á Býar­ bóka­savninum í Havn og er annar av rit­stjór­unum av tíðarritinum Vencli. Stutt­søgur, barnasøgur og yrkingar eftir Arnbjørn hava staðið á prenti ymsastaðni, umframt at hann hevur givið út bókina Føroysk blaðsøga 1852- 2002. Fyrsta stuttsavnið ber heitið So hon starir inn í veggin, og Arnbjørn fer at lesa onkra brell­søgu á til­tak­inum leygar­kvøldið. Triði upp­lesarin, Bergur Ras­mus­ sen, lesur stutt­søgu, sum verður í næstu útgávu av tíðarritinum Vencli. Bergur er lærari á Tórshavnar Komm­ unu­skúla og hevur eisini í fleiri ár arbeitt sum týðari og rithøvundur. Fyrstu bók sína gav Bergur út í 2008. Tað var fantasybókin Sigursteinurin, sum er ætlað ungum. Harumframt hevur hann týtt fleiri bøkur til før­ oyskt, millum aðrar tríggjar Harry Potter bøkur. Tiltakið leygarkvøldið er ókeypis og byrjar klokkan 21.00 Leygarkvøldið 17. Oktober skipar Rithøvundafelag Føroya aftur fyri upplestrarkvøldið í Sirkus. Hesuferð verða stuttsøgur lisnar upp Leygarkvøldið verða stutt­søgur lisnar upp á barrini Sirkus í Vágsbotni í Havn