Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 26 Í apríl keypti eg atgongumerki til konsertina í Falconér salinum á Frederiksberg í kvøld. Tað er Bob Dylan saman, sum fer at spæla Meinhard Jensen E in fjeppari veit nógv óneyð­ ugt, sum eingin í verðini interesserar seg fyri. Hvørt kvøld, tá konsertin er liðug, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Bill Pagel at vita, hvørjir sangir eru spældir. Bill er javngamal við Bob og eigur barndómsheimið hjá honum. Bob Dylan er eisini fjeppari. Hann hevur verið og vitjað har, sum Neil Young vaks upp, og har sum John Lennon búði sum barn og ungur. Tað er nógv Bob Dylan tilfar til, og hann hevur verið í sving leingi. Hann hevur spælt einar 2500 konsertir, og tær flestu eru tøkar á fløgu ella á netinum, og allir settlistarnir liggja á heimasíðuni hjá Olof Bjørner, www. bjorner.com. Samlaðu sangtekstirnir fáast í bók, og hon vigar átta kilo. Dámar tær hann, og tú tímir at fordúpa teg, so er hann góður at brúka tíð uppá. Eg vaks upp við einum stóra­ beiggja, sum var fjeppari. Hann var Elvis fan. Hann bleiv bara 22 ár. Eina viku áðrenn hann doyði, var tað sein­ astu ferð, at hann kundi minnast føðingar­dagin hjá Elvis, men mamma hevur sagt, at tað var fyrstu ferð, síðan Elvis doyði, at hann ikki nevndi føðingardagin. Tá tú ert 22, ert tú javngamal við Elvis og Bob, tá teir vóru nýggir á markn­aðinum. Eg var 16, tá eg keypti mína fyrstu Bob Dylan plátu. Tað var Live at Budokan, sum bleiv tikin upp á konsertferð í Japan í 1978. Hetta var fyrsta konsertferðin eftir, at Elvis doyði. Bob Dylan tók tað sera tungt, tó at teir eftir øllum at døma ikki kendust. Teir vóru fan av hvørjum øðrum. Bob snakkaði ikki í eina viku, tá hann frætti, at Elvis var farin. Hann fekk sær tveir av tón­ leikar­unum hjá Elvis og ferðaðist alt 1978 við einum orkestri, sum hevði Las Vegas orkestrið hjá Elvis sum fyri­mynd. Bob og konan fóru hvør til sítt í 1977 eftir at hava verið saman í 12 ár og fingið fimm børn. Alt hetta hevur verið slítandi fyri hann. Í novembur í 1978 hevði hann eina andaliga upp­ living í einum hotelli í Tucson í stat­ inum Arizona. Har bleiv hesin út­ brendi jødiski úrmælingurin Jesus fan. Bob Dylan og John Lennon vóru vinir og dámdu væl hvønn annan, men tey halda tað, at John Lennon var meira fan enn Bob, og at hann var øvundsjúkur og kendi seg forfjónaðan, ikki minst av sanginum »Fourth Time Around« á Blonde on Blonde (stytt BoB). Lennon doyði í 1980, og Bob hevur seinni skrivað honum eina frægari vísu, sum eitur »Roll on, John.« Lennon dámdi onki, at Bob Dylan bleiv umvendur, og har halda tey, at tað var serliga Yoko Ono, sum var negativ. Bob hevur annars nevnt nakrar ferðir, at fjepparar eru onki at ynskja sær. Kemur ørskapur uppí, so er tað so skjótt, at onkur verður skotin og doyr. Hinvegin aftur, so hevur Bob Dylan vant seg við tankan um, at hann hevur túsundtals fjepparar, sum eru eitt sindur flovisligir uttan at vera farligir (eg veit ein, sum hevur ein hund, sum eitur Bob Dylan). Heima­síðan expectingrain.com verður hvønn dag dagførd av einum pen­sjonisti í Noregi, sum eitur Karl Erik Andersen. Síðan 1995 er síðan vitjað nógvar túsund ferðir um dagin. Populari­teturin svingar lítið. Fyri nøkrum árum síðan høvdu miðlarnir skrivað, at konsertirnar hjá Bob Dylan í Kina ikki vóru ein success, og tá fór Bob út á sína egnu heima- og facebooksíðu, sum hann annars onki hevur við at gera, og skrivaði bræv til sínar »fans and followers« fyri at »set the record straight.« Hann fer eisini við­hvørt niður á knæ at vísa áhoyr­ arunum virðing, tá konsertir enda. Men spurdur í samrøðu, um hann var errin av at vera ein legenda, var svarið tvífalt noktandi. Tað er ongan­ tíð rætt at vera stoltur (her tók hann orðið »pride« bókstaviliga, og tað er ikki at spæla við), og orðið »legenda« er í slekt við orðið »legión,« og tað er navnið á tí persóninum, sum er settur av 5000 illum andum. Eitt glatað fólk. Eg bleiv ordiliga Bobbitin, tá eg var javngamal við tann Bob, sum gjørdi Blonde on Blonde. Í februar í 1998 spældi hann »Love Sick« til Grammy prísútlutanina. Hesin sangurin varð lagdur út á almennu heimasíðuna. Eg hevði bara internet á universitetinum. Hetta var úti á KUA á Amager, inni í teldustovuni har. Ein ljót telda í einari ljótari stovu við ljótum og vánaligum høvuðfonum, men tað var ein tann sterkasta musikkupplivingin í lívinum. Fýra mánaðir seinni slapp eg at uppliva tað sjálvur í Forum. Í kvøld skuldi verið mín konsert nummar 14. Tað er langt at ferðast 1000 míl og møtimikið at finna innivist og dýrt at betala. Eg royndi at selja billettina, men tað miseydnaðist, so Jan fekk hana. Hann segði, at tá hann fekk boðini, vísti klokkan hjá honum 3:03. Tað er ein annar máti at stava BOB uppá. post@sosialurin.fo Ein fjeppari veit nógv óneyð­ugt, sum eingin í verðini interesserar seg fyri« Eg fari ikki á Bob Dylan konsert í kvøld Tankar um lívið sum fjeppari mentan Privatmynd