Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 119 34 TÍÐINDI L eygardagin verður há­ tíðar­løta í nýggja 50m hylin­um í Vági. Dennis og John Henrik Holm bjóða vælkomin og greiða frá arbeiðnum við langhylinum og í sama viðfangi verður avdúka, hvat hylurin hevur kostað, nú hann stendur klárur. Í nýggja bygninginum er ikki bara ein langhylur at finna. Barnahylur, vælverudepil og fitnessmiðstøð eru í sama bygningi. – Úr Tórshavnar Kommunu hava vit fingið at vita, at tey meta ein slíkur bygningur eigur at kosta áleið 40.000 krónur fyri fermeturin. Eg kann siga so mikið sum, at tað er ikki fermetraprísurin hjá okkum, sigur Dennis Holm. Hann væntar, at mong fara at gerast bilsin, tá ið tey frætta um veru­ liga kostnaðin av hylinum. – Hetta er ein fantastiskt kensla, nú hylurin skal takast í nýtslu. Tað eru ótrúliga nógv sjálvboðin, sum seinastu vikurnar hava stríðst og strevast fyri at fáa alt liðugt til leygardagin, og tað hevur eydnast, sigur Dennis. Hendan dagin í langhylinum fara Pál Joensen, Sirið Stenberg og Henrik Old at taka hylin alment í nýtslu, og tey bæði landsstýrisfólkini fara eisini at halda røðu í hesum sambandi. Umframt hetta verður tónleikur á skránni. Kórið Ljómur syngur nakrar sangir og okkurt yvirraskilsi er á skránni eisini hendan morgunin. Tað er klokkan 10.00 leygarmorgun, at langhylurin í Vági verður tikin í nýtslu, og sama dag ber til at svimja í hylinum og royna vælverudepilin, sum hevur hitapott, sauna, turkist spa og ymiskt annað. – FÓLK VERÐA SKELKAÐ AV PRÍSINUM – Síðan fyrsta dag hava fólk spátt um kostnaðin av langhylinum. Summi halda, at hann eigur at liggja ímillum 70 og 85 milliónir krónur. Men í morgin avdúka vit veruliga kostnaðin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági Langhylurin letur upp