Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 119 35 DANJAL AV RANA S tarvsmannafelagið undir­ skrivaði mánadagin ein nýggj­an lønarsáttmála við Fíggjarmálaráðið fyri limir sínar. Sáttmálin gevur eina lønarhækkan upp á 4,15 prosent yvir tvey ár, men ein 0,5 prosent av lønarhækkingini fellur nøkrum fáum limum í lut, sum hava verið so hepnir at vera um­flokkaðir í lønarsamráðingunum. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur lítið um sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum hesum viðvíkjandi. – Fakfelagsrørslan er við til at økja um stættarmunin á hendan hátt, tað er mín meining, sigur Hans Joensen, sum ikki skilir hvussu eitt verkamannafelag kann samráða seg til, at geva teimum hægri løntu hægstu hækkingina. Formaðurin í Havnar Ar­beiðs­ mannafelag sigur, at hann sjálvandi unnir teimum væl løntu teirra løn og skilir væl, at ein ávísur lønarmunur er millum fólk. Kortini heldur hann ikki, at tað er uppgávan hjá verka­manna­ feløgunum at veita hægri løntu lim­ unum eina hægri lønarhækkan enn restini. – Hetta er við til at skapa ein øgi­ligan stættamun í Føroyum. Vit hava sitið og grátið um forskatting av pensjónum og flatskattin og av­ leiðingarnar av honum í fýra ár, men nú gera fakfeløgini júst tað sama, geva teimum hægst løntu lim­unum mest, sigur hann. Sjálvur heldur hann, at part­ur av trupulleikanum er, at lønar­sam­ ráðingarnar snúgva seg um prosentir, heldur enn krónur og oyru. – Tað er ikki altíð rætt, at nýta prosentir í samráðingunum. Um ein í staðin fær eina lønarhækking í krónum og oyrum, fáa øll kortini tað sama, men tað ger størri mun hjá teimum lágløntu, ið hava størra tørvin, sigur fakfelagsformaðurin. Hann vísir á, at um øll fáa eina lønarhækking á fimm prosent, so fær tann, ið forvinnur 30.000 um mán­ aðin væl meiri, enn tann, ið forvinnur 20.000. – Ein tílík lønarhækkan minkar so ikki um gjónna millum tey ríku og fátæku. Tey ríku fáa meiri í krónum og oyrum, tey kunnu rinda fyri fleiri mjólkapakkar enn tey lægri løntu. Hendan gongdin skapar ein óhugnaligan stættarmun, í part skaptur av fakfelagnum sjálvum, endurtekur Hans Joensen. Selma Ellingsgaard segði í sam­ røðu við Kringvarpið, at aðrir starvs­ bólkar eru umflokkaðir fyrr, at hetta er vanlig mannagongd, og at hetta fer at koma teimum lægri løntu til góðar senni. Hans Joensen heldur seg hava hoyrt hetta fyrr. – Tað nyttar heldur ikki at siga, at hetta kemur teimum lægri løntu til góðar seinni. Gjógvin verður víðkað nú, og ger tað enn torførari at smalka hana aftur seinni. Fólk eru ikki býtt, sigur Hans Joensen. Hans Joensen endurtekur, at sjálvandi skulu fólk við góðari út­ búgving fáa eina góða løn, men fílist á, at tað eru tey lægst løntu, sum rinda prísin. – Sjálvandi skulu tey við góðari út­búgving fáa eina góða løn, men ikki upp á bekostning av Palleba og Marsannu. Tað vísir seg, at tað altíð er tann lægst lønti, sum skal bløða, um onnur skulu fáa meiri, sigur hann. Havnar Arbeiðsmannafelag og hini fakfeløgini á privata ar­beiðs­ marknaðinum skulu samráðast við sínar arbeiðsgevarar í mai mánað komandi ár. LØNARSÁTTMÁLAR Lønarhækkanin ójavnt býtt DANJAL AV RANA H óast Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið siga, at lønarhækkanin í nýggja sáttmálanum er 2,25 prosent, so fellur ein ávísur partur av hesi lønarhækkan einans nøkrum starvsbólkum í lut. Seks starvsbólkar eru um­ flokkaðir í nýggja sáttmálanum. Teir eru sosialráðgevar, jour­nal­ istar, bókavørðir og leiðandi lækna­ skrivarar, ið eru fluttir úr 6. í 7. lønar­ flokk, laboratoriuteknikarar og yvir­laborantar, ið eru fluttir úr 5. í 6. lønarflokk, og ídnaðarlaborantar, ið eru fluttir úr 4. í 5. lønarflokk. Sam- bært Starvsmannafelagnum eru tað um 100 fólk, sum nú eru umflokkað. Um byrjunarlønirnar í hesum lønarflokkunum áðrenn og aftan á broytingarnar vera samanbornar, so sæst, at hesir starvsbólkarnir fáa eina munandi hægri lønarhækkan enn hini. Meðan ein, sum í dag er løntur í 4. lønarflokki, fekk eina lønarhækkan á 388 krónur og 58 krónur afturat í eftirløn, so fór byrjunarlønin hjá ein­um ídnaðarlaboranti úr 22.702,77 krónum upp í 24.050,79 krónur. Tað er ein lønarhækkan á 1.348 krónur, umframt at eftirlønin eisini hækkar við 202 krónum um mánaðin. Tey, í 5. lønarflokki hava fing-ið 404 krónur í lønarhækkan um­framt 61 krónur í eftirløn, meðan labora­ toriuteknikararnir eru farnir úr eini byrjunarløn á 23.646,44 krónur upp í 25.010,59 krónur, tað er 1.364 krónur upp um mánaðin, umframt 205 krón­ ur um mánaðin í eftirløn. Tey, sum eru í lønarflokki 6 eru farin 420 krónur upp í løn og 63 krón­ ur í eftirløn og tey í 7. lønarflokki 445 krónur upp og 67 krónur í eftirløn, meðan sosialráðgevar, journalistar, bókavørðir og leiðandi læknaskrivarar eru farnir úr 24.590,10 krónum um mán­aðin upp í 26.450,30 krónur um mánaðin. Tað er ein lønarvøkstur á 1.860 krónur um mánaðin, umframt eftirløn á 279 krónur um mánaðin. Ein við minstuløn Starvs­manna­ felagsins, í 1. lønarflokki hevur fingið 324 krónur aftur at um mánaðin, umframt 49 krónur um mánaðin. Hetta svarar til góðar 10 krónur um dagin. Lønarhækkingin hjá hesum starv­ sbólkunum hevur kostað 0,54 prosent av karminum á 4,15 prosent. Vóru hesi 0,54 prosentini býtt yvir allar starvsbólkarnar, høvdu øll kunn­ að fingið yvir tvey prosent í lønar­ hækkan bæði árini, heldur enn um 1,71 fyrra árið og 1,9 annað árið, sum sáttmálin nú sigur. Sáttmálin hjá Starvsmanna­ felagnum hevur átta lønarflokkar og tí kann tað eisini tykjast, sum um tað fyrst og fremst eru tey í hægra endanum, sum hava fingið ágóðan. Flestu umflokkingarnar eru úr 6. í 7. lønarflokk, altso upp í næst hægsta lønarflokkin, meðan eingin undir 4. lønarflokk er fluttur upp. Hetta styrkir um fatanina, at lønarhækkingin í hesum umfari er follin teimum hægst løntu í lut í væl størri mun enn teimum lægst løntu. Tíðindafólk fáa yvir 2000 krónur meiri um mánaðin, meðan minstalønin hækkar við undir 400 krónum um mánaðin. ALTÍÐ SKAL TANN LÆGST LØNTI BLØÐA Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, dámar illa, at Starvsmannafelagið hevur givið teimum hægri løntu eina størri lønarhækkan enn restini av limunum Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannfelagnum, og Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag