hósdagur 15. oktober 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
36
NØVN
4. oktober fingu Líggjas og Yngvi eina lítlasystur, hon vigaði 4925 g og var
55cm long. Foreldrini eru Ellindur Grástein, Porkeri og Arnóra Petersen,
Porkeri.
8. august fingu Jakob Lind-Jakobsen og Bára Berg Danielsen, Skála, ein son,
sum hevur fingið navnið Valdemar. Hann vigaði 3290 gr og var 51 cm langur.
5. oktober fingu Jastrid og Áki Troest, Runavík, eina dóttur. Hon
vigaði 3755 gr og var 54 cm long.
Føðingar
29. september fingu Annika Klein og Kristian Joensen, Tórshavn, eina
dóttur. Sum vigaði 3130 gr og var 51 cm lang. Her er stóribeiggi avmyndaður
saman við lítlusystur.
KJAK
Okursprísir góðkendir
av landsstýrinum?
Páll Poulsen
Sjálvt um vit í løtuni
kunnu reypa okkum
av, at prístalið er
lækkað munandi, so
eru tað ein veruleiki,
at vit hava okurs
prísir á ávísum tænastum, sum
Føroya Landsstýrið varðar av.
Talan er um Føroya Tele, ið skal
veita okkum teletænastur. Sjálvt
um vit hava eitt annan veitara í
Føroyum, so er í veruleikanum talan
um monopol hjá FT. Hetta sæst
aftur í prísunum á teirra tænastum,
her hugsi eg serliga um prísin á
fastnetsbreiðbandi. Tað skjótasta
haldið - 20/1 Mbit - hjá FT kostar
knappar 500, - kr um mánaðin ella
knappar 6000,- kr um árið, og tá skal
havast í huga, at her er bert talan um
breiðbandshald, vilt tú hava aðrar
tænastur eisini, rennur kostnaðurin
við nógvari ferð uppeftir (skjótari enn
breiðbandsferðin).
Í okkara grannalondum fært
tú nógv betri, meira umfatandi
og skjótari internettænastur fyri
ein prís, sum er umleið helvtina av
prísinum hjá FT.
Tíverri sær tað út, sum um vit
brúkarar góðtaka hesar okursprísir,
ongin mótmælir, men rinda og halda
munn.
Væntast kundi av Føroya
Landsstýrið, at tað gjørdi nakað við
hetta, men tað sær ikki út til at har
eru nakrar ætlanir um hetta,- heldur
ikki í hesari samgonguni. Tað er nú
kanska ikki so løgið, tá hugt verður
eftir vinninginum, sum eigarin –
Føroya Landsstýrið - fær hvørt ár.
í 2014 var vinningurin knappar 60
mió. kr. t.v.s. at hvør føroyingur hevur
latið Landsstýrinum umvegis FT
umleið 1250,- kr seinasta ár fyri eina
tænastu, sum er ein tann vánaligasta
í Norðanlondum
Okkurt skilafólk má hóast alt vera
í landsstýrinum, sum sær hvussu
høpisleysur hesin prís- skatta
politikkur er. Takið tykkum saman
og gera nakað við hetta málið, so vit
kunnu fáa ein fjarskiftiskostna, sum
er grundaður á veruleikan og ikki eitt
fullkomiliga ørt vinningsbýtið.
Føroya Civila Hunda
førarafelag rópar varskó
Rúni Sundberg Patursson
Vegna Føroya Civila
Hundaførarafelag
At gera seg kynsliga inn á ein hund,
eru uttan nakran iva djóramisnýtsla.
At slíkt ikki verður revsa í Føroyum,
vísir bara at núverandi djóraverndar
lóggáva er sera ótíðarhóskandi. Vit í
Føroya Civila Hundaførarafelag eru
av tí fatan, at vit menniskju eiga, at
tryggja djórum okkara rættin til eitt
gott lív.
Maðurin varð dømdur fyri
blygnaðarskemd og ikki fyri misbrúk
av hundinum. Djóraverndarlógin
sigur, "Dýr skulu viðfarast forsvarliga
og skulu ikki av vanrøkt, overving ella
á annan hátt vera fyri óneyðugari
líðing". At hava samlegu við einum
hundi ella øðrum djórið, er uttan iva
brot á hesa reglu. So hvussu hann
kann vera fríkendur fyri slíkt, virkar
fyri okkum sera undrunarvert.
Hundar hava ikki eitt kynslív eins
og vit menniskju. Men teir finna
sær ein maka, sum tey síðani para
seg við. Hetta við tí endamáli, at fáa
avkom. Djór hava ikki nakað njótilsi
av samlegu, men hetta kann hinvegin
vera pínufult.
Djór hava krav á einari virðiligari
viðferð gjøgnum alt teirra lív.
Hesin dómur vísir veruliga tørvin
á einari nýggjar djóravendarlóg! Men
tað vísir seg, at ikki fyrr enn fólkið
rópar varskó so hendir nakað. Og
tíbetur hava vit fólk, sum gera vart
við seg. Tað sum syrgiligt er, at tá ið
vit áður hava víst á støðuna, hevur
ikki politiski myndileikin ikki víst
hesum ans.
Fimm
ættarlið
Olduromma Malla Smith Jensen,
langomma Hallbjørg Hammer, omma
Mikala Poulsen, mamma Andrea
Hammer Jacobsen og barn Mikala
Petursdóttir :)
Myndin var tikin tann 31. august 2014
til dópin hjá lítlu Mikalu :)