hósdagur 15. oktober 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
37
Á Føroya Handilsskúla vilja vit møta talgilda skúlanum, og tí er kunningartøkni
ein týðandi partur av okkara gerandisdegi. Tað er týdningarmikið, at vit hava
góð starvsfólk at veita hjálp, tá ið okkurt er galið, umframt at vit hava dugnalig
fólk, ið kunnu hjálpa okkara starvsfólkum og næmingum, soleiðis at tey
gagnnýta tøknina til fulnar.
Endamálið við KT á skúlanum er at gera mannagongdir virknari og at stuðla
frálæruni. Tí er tað av stórum týdningi, at vit hava røttu fólkini at stuðla okkara
starvsfólkum og næmingum ímóti forðingum og tíðarspillu.
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn til starvið saman við CV, prógvum, certifikatum o.l. skal sendast til
postur@fh.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Áka Heinesen Højsted,
KTleiðara, á tlf. 237177 ella ahh@fh.fo
Freistin at søkja er 18. oktober
FØRLEIKAKRØV:
• Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur at
hava IT-supportara útbúgving.
• Tú ert ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi, framfýsin og hevur áræði at seta teg í
nýggja tøkni.
• Tú dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og
enskum.
• Tú dugir at seta orð á teknisk hugtøk, soleiðis at onnur starvsfólk skilja teg.
• Tú ert røkin og hevur góð samstarvsevni.
• Tú tolir eitt skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum.
UPPGÁVURNAR ERU:
• Veita KT stuðul til starvsfólk og næmingar í okkara skipanum.
• Hava 1.stig “Helpdesk”, ið fólk kunnu venda sær til.
• Gera brúkaravegleiðingar.
• Uppsetan og klárgerð av KT útgerð.
• Finna feilir og loysa hardware/software trupulleikar.
• Dagføra skráir og halda við líka okkara samskiftisskipanir.
• Halda KT-útgerð við líka.
Føroya Handilsskúli søkir eftir KT-supportara
Hevur tú hug at gerast partur av einum fjølbroyttum og spennandi útbúgvingarumhvørvi? Ert
tú framtakshugað/ur og brennur fyri at veita góða tænastu? So vilja vit fegin hoyra frá tær!
oktober-kAPPINGIN
Hvønn dag í oktober mánaða verða Sudoku uppgávur at
finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika
hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin 9. nov. 2015
kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst.
Vinningurin er eitt
gávukort frá Hvonn
virði 500 krónur
Vinn eitt
gávukort
á 500,-
frá