hósdagur 15. oktober 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
38
Óli Jacobsen
MARIA HANSEN:
NIÐUR FYRI SJÚKU OG
SO AT ARBEIÐA
Sum aðrar ungar gentur hevur Maria eisini verið í Danmark,
her upplivdi hon eisini eitt sindur av hvørjum
6. partur
H
er skal verða greitt eitt sindur
meira frá minnum undir krígnum.
Eina ferð hendi tað óhapp, at
Herdis, systir mín, varð yvirkoyrd
av einum bretskum akfari. Hon breyt beinið
og varð illa skadd í andlitið. Hon varð innløgd
á landssjúkrahúsið. Tá var ikki alt so opið
sum nú. Tá mamma skuldi vitja hana slapp
hon bara at síggja hana gjøgnum eina lúku í
hurðini á sjúkrastovuni.
Hermaðurin, sum hevði volt hesa vanlukku,
var sera harmur um hendingina. Hann fór
nakað seinni til Bretlands at giftast. Tá ið hann
kom aftur hevði hann ein kjóla við til Herdis.
Hetta var hon sjálvandi ógvuliga forlipt um,
hon eigur vist kjólan enn.
Eingilskmenninir settu hegn fram við
vegnum, sum ikki mátti farast um. Men pápi,
sum var seyðamaður fekk »pass« at fara um
hegnið í hesum arbeiði!
Pápi sigldi undir seinna heimsbardaga.
Hann var ein av teimum, sum fór til Íslands
at keypa fisk, so til Bretlands at selja. Hetta
var vanligt við skipum hjá D.P. Højgaard sum
Phebe og Morning Star.
Eg minnist til, at einaferð gjørdu teir
húgvur við skipanøvnunum á. Tað var nakað,
sum dreingjum dámdu væl.
Tað doyði ein maður av Nesi við skipi undir
krígnum. Hetta var Ragnar Hansen, sum gekk
burtur í 1941 við Morning Star. Hann var tá
trúlovaður við Petreu Hansen úr Hósvík. Greitt
er frá hennara og teirra søgu í bókini Havið
tók Teir.
Pápi sigldi við teimum hjá Højgaard, tá ið
beiggjarnir komu til, fóru teir eisini. Johannes
var ikki meira enn 14 ár tá ið hann fór avstað
við Oyra Jens. Hetta var ein lítil útróðrarbátur
hjá D. P. Højgaard.
Hans Oliver Højgaard var stjóri hjá D.P.
Højgaard. Tann yngri beiggin var Ingvard.
Hann tók yvir, tá ið Hans Oliver doyði ungur.
Ein beiggi var Jacob, sum var lækni í Fugla
firði og seinni gjørdist kendur kommunulækni
í Havn. Teir vóru systkinabørn pápa.
Til Danmarkar
Eg fór til Danmarkar í 1946, tá var eg 18 ára
gomul. Tað, sum eg fór niður til, var at taka
mandlurnar. Læknin segði, at hetta gjørdist
ikki í Føroyum. Eg var altíð sjúk, so tað var
einki annað at gera.
Her lá tað eisini so væl fyri, at Elspa mostir
búði í Keypmannahavn, so her kundi eg blíva
verandi eina tíð og royna lívið í Danmark.
Kjartan, tann deyvi beiggi mín, fór eisini
niður sama ár. Hann var 8 ára gamal. Hann
fór á deyvaskúla í Fredericia saman við Eivind
av Sandi og teimum báðum brøðrunum Her
mundi og Marna úr Mortanstovu í Norðragøtu.
Tey vóru annars fimm deyv systkin, men hini
vóru yngri.
Teir vóru fyrst eitt stutt skifti í Keyp
mannahavn og fóru síðan á deyvaskúla í
Fredericia, har eg plagdi at vitja teir. Kjartan
misti hoyrnina, tá ið hann fekk menigitis trý
ára gamal. Tá ið hann varð frískur aftur, var
hann deyvur. Tá dugdi hann longu nokk so fitt
at tosa. Hetta gjørdi hann betur fyri at gera
seg skilligan í tosi, enn um hann var føddur
deyvur. Tey deyvu, sum vóru niðri, komu heim
í summarferiu, men aðrar feriur var Kjartan
hjá Elspu.
Vit plagdu at fara ímóti honum á jarn
breytastøðina. Tá plagdi Kjartan at vera í fylgi
við Hermund og Marna, sum skuldu halda til
hjá eini ommusystir, Johanna Dinesen av
Skipanesi, sum á ungum aldri varð gift til
Danmarkar. Tað hevði sjálvandi stóran týdning
fyri teir allar at hava ættarfólk í Danmark, sum
teir kundu koma til.
Sjálvt undir vanligum umstøðum hevur
tað ikki verið lætt hjá so ungum fólki at fara
heimanifrá. Hetta hevur enn meira verið
galdandi fyri tey deyvu. Tá ið Kjartan var á
deyvaheimi í Keypmannahavn kundi hann
rýma heim til Elspu. Hann hevði ongan trupul
leika at finna vegin, hóast tað ikki var heilt lætt.
Kjartan býr framvegis í Fredericia, er
giftur við føroyska kvinnu, sum eisini er deyv.
Kjartan eigur ein son.
Aftaná at hava tikið mandlurnar fór eg at
arbeiða á Finsen hospitalinum sum stovu
genta. Tey sum vóru innløgd her vóru mest
fólk, sum høvdu húðkreft.
Elspa mostir hevði frí vikuskiftini, tá hevði
eg ikki altíð frí, so fekk eg mær eitt annað
arbeiði. Eg kendi tvær kvinnur úr Gøtu, sum
arbeiddu niðri tá, Oluffa hjá Jákup Andreas á
Mýruni og Johanna hjá Mikkjali úr Syðrugøtu.
Eg hevði lært eitt sindur at seyma framman
undan, so eg fór tá at seyma hjá Jóhannu.
Kristiliga ungmannafelagið
Tá kom eg at hava frí sunnudagar. Føroyingar
í Danmark komu nógv saman hesa tíðina. Tey,
sum høvdu verið í Danmark undir krígnum
og einki samband havt heim til Føroya, tey
vóru blivin sum ein familia. Vit savnaðust
hvønn einasta sunnudag á Eysturbrúgv. Hetta
var hjá Kristiliga Ungmannafelagnum, har
presturin, Emil Joensen, var á odda. Hann var
so samantvinnaður við ungmannafelagið, at
millum manna var tað kallað Mílafelagið. Her
var so hugni og gudstænasta. Hann var vist
formaður fyri lívið, tá ið hann fall frá, var besta
tíðin hjá felagnum av.
Emil Joensen varð føddur í Vágunum í 1891.
Hann flutti til Keypmannahavnar sum 18 ára
gamal at lesa gudfrøði. Í 1924 tók hann við kalli
Siðsøga
Samkoma í Kristiliga Ungmannafelagnum. Emil Joensen sæst fremst høgrumegin á myndini. Við
borðendan á øðrum borði høgrumegin frá situr Elspa. Maria er eisini á myndini