hósdagur 15. oktober 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
39
Komandi partur
Í komandi parti giftist Maria
og gerst norðragøtukona
sum prestur í Mariukirkjuni á Vesturbrúgv.
Hann var í hesum kalli øll arbeiðsárini, til hann
í 1961 fór frá sum 70 ára gamal.
Emil Joensen varð kendasti føroyingurin
í Keypmannahavn í síni tíð. Hansara avrik í
ungmannafelagnum vóru stór og eisini heima
í Føroyum var hann sæddur sum ein góður og
trúfastur vinur. Hann hevði kanska ikki góðar
talugávur, men hann var eitt stórt menniskja,
ið dugdi at síggja dygdir í øðrum menniskjum
og at hjálpa teimum við at menna hesar dygdir.
Nógv komu inn til Elspu í Gøtu
Tað kom nógv fólk inn til Elspu. Millum føroy
ingar varð hon kend sum Elspa í Gøtu, har øll
vóru vælkomin. Eisini gøtufólk komu sjálvandi
inn til hennara, eisini fólk sum komu niður at
lesa. Millum hesi vóru systkinabørnini, Leivur
hjá Jóan Paula Gregersen og Pól hjá Jóan Elias,
beiggja Jóan Paula.
Pól hevði havt tuberklar í beininum og
hevði stívt bein. Hann búði hjá Elspu mostir.
Tað komu eisini nógvir føroyingar inn at fáa
umvælt klæðir sum at lappa buksur.
Janus Kamban var eisini ein, sum var sera
væl við Elspu. Hann gjørdi enntá eina bustu
av henni. Tá ið uppboð var av ognunum hjá
Janusi, eftir at hann var deyður, keypti ættin
hesa bustu, sum er avmyndað í hesi grein.
Aftaná kríggið var stórur mangul uppá
nógvar vørur í Danmark. Onkur kundi koma
inn at fáa okkurt at brenna. Millum nógv
annað so var brenni eisini skamtað í Danmark
aftan kríggið. Tey sum ikki áttu hús fingu ikki
koks at kynda við. Men tað átti Elspa, tí hon
hevði átt hús so leingi.
Okkurt stuttligt var eisini, sum tá ið ein
teirra kom inn og segði, at »í dag havi eg havt
nakað av brenni. Eg fekk eitt so langt bræv frá
mammu, og eg havi brent tað!«
Mamma plagdi at senda niður føroyskan
viðskera, sum kjøtpylsu og rullupylsu. Elspa
búði á Eysturbrúgv ikki so langt frá Trianglen.
Hetta var ikki so langt frá Ráðhúsplássinum, so
eg minnist at eg hoyrdi ráðhúsklokkuna sláa.
Eg var eitt ár í Keypmannahavn og var so
eitt ár heima. Tá fór eg niður aftur og arbeiddi
á einum hotelli, missiónshotellinum í Løn
gangsstræde. Har var eitt sokallað Annex, eg
var har eina tíð.
Undirhald á Asiatisk Plads
Tað var tað eitt upplivilsi, tá ið Tróndur í Gøtu,
sum var ein av teimum gomlu koltrolarunum,
kom til Keypmannahavnar við fiski. Tá var tað
stuttligt at hitta kend gøtufólk.
Tróndur lá við Asiatisk Plads, sum var væl
kent av føroyingum, tí her legði Tjaldrið at.
Her savnaðust altíð nógvir føroyingar, bæði
tá Tjaldrið kom og fór. Tað gjørdi eg eisini.
Eg plagdi at súkla út har, farast skuldi um
Knippels bro. Føstu ørindini vóru at fara við
brævi heim, sum skuldi við Tjaldrinum. Hetta
var postsambandið tá.
Har hitti ein altíð kend fólk, og tað var eitt
upplivilsi í sær sjálvum. Ein teirra var Astrid,
dóttir Peter Jakku í Blásastovu í Norðragøtu.
Eg gloymi tað ikki. Hon hevði tvær gentur við
sær, og tær vóru í so óalmindiliga vøkrum
bundnum troyggjum.
Eitt fast undirhald, tá ið Tjaldrið fór avstað
var, at Aksel Tórgarð, sum seinni gjørdist út
varpsstjóri og prestur, plagdi at fortelja søgur.
Hetta dugdi hann væl. Eg minnist eina, sum
hann fortaldi. Sum ungur búði hann hjá eini
eldri damu og hevði verilsi har. Hann skuldi
geva boð, um hann ikki kom til hús. Kanska
hevur tað danska málið ikki verið so gott tá!
Eina ferð skuldi hann okkurt og skrivaði á ein
lepa til vertinnuna: »Jeg kommer ikke at sove
hos dig i nat«!
Eg minnist eisini Eivind Vilhelm, sum seinni
gjørdist bispur, og Petur Reinert, sum bleiv
lækni á Eiði og politikkari. Torkil Beder, sum
bleiv prestur á Viðareiði og Fuglafirði var ein.
Eg kom bara saman við føroyingum. Tað var
bara á arbeiðsplássinum, at eg kom saman við
danskarum.
Arbeiddi fyri málning frá
Gudmund Hentze
Nærindis Elspu búði ein eldri maður. Abbi
hansara var føroyingur, hann æt Gudmund
Hentze og var listamálari. Elspa mostir kendi
hann so væl. Eg plagdi at hjálpa honum at gera
reint. Afturfyri skuldi hann mála ein málning
av mær. Men áðrenn hann var heilt liðugur við
myndina doyði hann. Myndina havi eg fram
vegis heima hjá mær. Tað sæst kanska, at máln
ingurin ikki er liðugur, men hann hevur eina
serliga søgu.
Gudmund átti ein son, sum ikki vildi av við
henda málningin, tí hetta var seinasta verkið
hjá pápanum. Men Óli, mammubeiggi, segði
korta nei. Hetta var lønin hjá mær, og hana
skuldi eg hava.
Um Gudmund verður sagt, at hann var bara
tvey ára gamal, tá ið pápin doyði, og hann kom
at vaksa upp í trongum korum. Listagávur
hevði hann, men hann var noyddur í yngri
árum at arbeiða sum reklamuteknari. Við
hjálp frá vinfólki slapp hann til Italia og var
har í tvey ár. Afturkomin varð hann nýttur
av betra fólkinum í Keypmannahavn at mála
andlitsmyndir. Eisini var hann nógv nýttur
at myndprýða bókaverk eitt nú Danmarks
Krønike hjá Saxo. Ein sonur hansara er eisini
kendur listamaður, Peter Hentze f. 1943.
Gudmund hevði verið nasistur undir kríg
num og var virkin sum listamaður í danska
nasistaflokkinum. Hann teknaði bókamerkið
– ex libris – hjá danska nasistaleiðaranum Frits
Clausen.
Gudmund Henze varð ikki sum nógvir aðrir
nasistar revsaður fyri sítt politiska virksemi.
Men tá týska hersetingin var av í 1945, og
danski nasistaflokkurin var farin i søguna, var
eisini liðugt hjá Gudmundi. Eingin hevði brúk
fyri honum, og tá ið hann doyði í 1948, vóru
eingi minningarorð.
Abbi Gudmund var systkinabarn abba
Demmus Hentze, fyrrverandi advokat og
poltikkara. Demmus minnist, at Gudmund
var í Føroyum og ferðaðist eftir kríggið. Tá
var harður orðadráttur millum Gudmund og
abba Demmus um hansara fortíð sum nasistur.
Tá kundi Gudmund siga, at »eg eri so komin í
leksikon, og tað er tú ikki.« Hann tyktist ikki
at hava angrað nakað.
Tað kann vera áhugavert at endurtaka
nakað av tí, sum Anna Evensen skrivaði um
abba Gudmund Hentze, tann fyrsta Hentze í
Føroyum:
Den fremsynte Provst Hentze
Man sagde, at Provst Hentze (Maleren Gud
mund Hentzes Bedste- eller Oldefader), der var
Præst paa Suderø og død for mange Aar siden,
ogsaa var synsk, og der var mange Historier om
hans mærkelige Evner. Saaledes fortalte hans
Datters Datter, der var gift med min Mands
Broder, at det ikke var saa sjældent, at han saa
noget overnaturligt. En Gang sad han inde i
Stuen. Pludselig saa han aandsfraværende
ud, lidt efter sagde han: »Ak, sikken en Ulykke
der skete, der sank en større Baad«. Og meget
rigtigt. Noget efter kom der Meddelelse om,
at der var forsvundet en større Baad med 8
Mand. Han »saa« som sagt tit noget, og han
led nok ikke saa lidt ved det. Han kunde i for
vejen mærke paa sig, naar der kom noget over
naturligt.
Elspa, listarverk hjá Janusi Kamban
Hans Elias, beiggi Elspu
Seinasti málningur hjá Gudmund Hentze, sum var av føroyskari ætt