Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 119 40 Klara Simonsen Strendur andaðist á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi, mikudagin 14.10.2015, 99 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin kl. 17.00 Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju leygardagin kl. 14.00 Sungið verður úr Sálmabókini. Lützenstrøð 4 · FO-100 Tórshavn Tlf. 32 08 42 - 22 08 45 mentan@mentanargrunnur.fo www.mentanargrunnur.fo Mentanargrunnur Landsins Starvslønir til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2016 Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan. Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2014 er kr. 25.587,96 um mánaðin. Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. desember 2015. Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella á skrivstovuni. Lützenstrøð 4 · FO-100 Tórshavn Tlf. 32 08 42 - 22 08 45 mentan@mentanargrunnur.fo www.mentanargrunnur.fo Mentanargrunnur Landsins Íverksetanar­ studningur til listafólk í 2016 Mentanargrunnur Landsins kann lata listafólkum íverksetanarstudning við støði í listaligum og fakligum metingum. Íverksetanarstudningur skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum, serliga ungum, at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Studningurin kann nýtast til tilfar, leigu av atelieri, námsferðir o.l. Íverksetanarstudningurin er kr. 75.000 árliga og kann í mesta lagi latast sama persóni í 2 ár. Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. desember 2015. Dómaraskrivstovan C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · Fo-110 tórshavn post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13 skrivstovunæmingur til Dómaraskrivstovuna Á Dómaraskrivstovuni er eitt lærupláss leyst at søkja, til setan sum skjótast Vit vænta: at tú hevur, HH-, students ella /HF prógv. at tú dugir væl at skriva føroyskt og danskt at tú er opin og fyrikomandi at tú hevur góð samstarvsevnir Vit bjóða: Eina útbúgving innan almenna fyrisiting Eitt fjølbroytt lærupláss Eitt umhvørvi har nógv er at gera Eitt spennandi arbeiðspláss við avbjóðingum og møguleikum Útbúgvingin: almenn fyrisiting næmingurin fær útbúgving innan øll málsøki á Dómaraskrivstovuni Útbúgvingartíðin við HH-prógvi 2 ár, students/HF prógvi, 2½ ár. Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á skúla í 15 vikur tilsamans Lønar og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum Hk/ stat og Finansministeriet nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka andreasen, skrivstovuleiðara ella marin H. augustinussen, deildarleiðara á 31 10 03 ella umvegis post@sorinskrivarin.fo Umsókn, prógv og møgulig viðmæli skulu vera Dómaraskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 23. oktober 2015 kl.12.00, og kunnu sendast umvegis vanligan post og umvegis post@sorinskrivarin.fo Frisørsalongin á Flat Salongin er stongd vegna feriu frá mikudegnum 21. oktober til mánadagin 9. november