Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 • hósdagur • 5. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Bragdið hjá føroysku U-17 dreingjunum s. 16-17 Real Madrid hevur enn í kvittanum at ogna sær franska Patrick Vieira frá Arsenal. Sambært The Sun er boðið komið upp á 200 milliónir krónur fyri Arsenal-lið- skiparan, nú evstamark nærkast fyri at melda spælarar til Champions League. Men David Dein, næstformaður í Arsenal, hevur sum minstaprís ásett 280 milliónir krón- ur, um samráðingar yvir- høvur skulu koma upp á tal. Eygleiðarar meta, at sølurísurin fer at liggja millum hesi bæði tølini, tætt við 250 milliónir krónur. Vieira er sjálvur áhug- aður í at skifta felag, men hann krevur ikki eitt klubskifti við tí fyri eyga at halda gott sam- band við leiðsluna í fe- lagnum. Hósdagin er deadline fyri at melda spælarar til síðsta kvalifikatións- rundan í Champions League. Real Madrid skal spæla móti vinnar- anum av WIT Georgia Tblisi og Wisla Krakow. AaB hevur longt sátt- málan við ein av pro- filinum á liðnum. Bård Borgersen hevur fest sína undirskrift á blað, sum knýtir hann at fe- lagnum fram til 2006. Allan K. Jepsen longdi í vikuni sín sátt- mála við AaB. Ítróttar- stjórin í AaB, Lynge Jacobsen, er vælnøgdur. – Bård Borgersen er ein veldiga rutineraður spælari við drúgvum royndum. Bæði uttanfyri vøllin og inni á vøllinum er hann ein týdningar- mikil maður fyri okkum, sigur ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen. Tann vælkendi Totti, sum spýtti á Christian Poulsen undir EM í Portugal, er skaddur, nú Seria A í Italia byrjar. Totti fekk skaða í knæði, tá Roma var á venjing- arlegu í USA. Tað er sannlíkt, at Totti skal leggjast undir skurð. Hetta kemur eftir øllum at døma at merkja ein steðg upp á ein mánað. Eisini Damiano Tommasi er uttanfyri við skaða. Hann oyði- legði sær krossbandið í venjingardysti móti enska Stoke. Stjørnuspælarin Luis Figo hevur fingið at vita, at hansara sáttmáli við Real Madrid verður ikki longdur. – Mínir løgfrøðingar siga mær, at felagið hevur ongar ætlanir um at leingja mín sáttmála, so inntil desember fari eg at hugsa um, hvat eg so skal gera, segði Figo aftaná eina venjing í gjár. – Men indtil desember fara eg at leggja alt mítt hjarta og mína sál í at spæla fyri Real Madrid, segði Figo. Luis Figo var ein av fremstu profilunum á portugisiska EM-lið- num, sum fekk eitt ann- aðpláss í kappingini um Evropameistaraheitið. Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki ávirkað leiðsluna í Real Madrid. – Tað er felagið, sum tekur avgerðina, og tað má eg góðtaka. Men eg má eisini taka eina støðu viðvíkjandi míni fram- tíð. Har eru ymiskir møguleikar, men eg fái ikki tikið avgerðina beint nú, segði tann 31 ára gamli Luis Figo. Danskir áleyparar skoraðu øll málini, tá Bochum vann 3-0 móti hollendska De Graaf- schap. Peter Madsen headaði bóltin í netið tvær ferðir, og Tommy Bechmann skoraði eis- ini, tá fimm minuttir vóru eftir av venjingar- dystinum. Og Niclas Jensen skoraði til 2-0 fyri Bo- russia Dortmund, tá teir vunnu 2-1 í venjingar- dysti móti hollendska Vitesse Arnhem. 71-ára gamli Bobby Robson verður ikki manager hjá Newcastle næsta ár. Hetta boðaði formaðurin í Newcastle frá um vikuskiftið. – Vit hava ongar ætl- anir um at leingja sátt- málan. Vit verða noyddir at hugsa um framtíðina, segði Freddy Sheperd, formaður, við The Sun- day Mirror Robson bleiv manager í Newcastle í kappingini 1999-2000, tá New- castle stríddist fyri at yvirliva í Premier Leag- ue. Hóast alt nærum var komið upp á pláss, so segði fyrrverandi StÍF-venjarin, rumen- in Costin Dumi- trescu, í seinastu løtu nei til starvið sum venjari hjá Neistan- um HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hondbóltsáhugaðir føroy- ingar hava seinastu mánað- irnar við spenningi bíðað eftir at frætt, hvussu tað gongur hjá teimum ymisku feløgunum við at fáa venj- arar og spælarar til kom- andi kappingarár. Tey all- arflestu av stóru feløgunum hava loyst venjaraspurn- ingin, men hjá Neistanum hevur tað gingið striltið, og herfyri takkaði rumenin Costin Dumitrescu, sum áður hevur leitt strandingar til meistaraheitið, nei í evstu løtu. Tíðin byrjar at ganga undan Formaðurin í Neistanum, Jón Kragesteen, sigur, at tað var óheppið, at Costin segði nei, hóast teir vóru komnir rættuliga væl áeiðis í samráðingunum. - Vit vóru nærum komin á mál, men so kendi Costin seg noyddan at siga nei av persónligum orsøkum, og tað noyðast vit í Neistanum sjálvsagt at virða, sigur Jón Kragesteen. Hondbóltskappingin fer av bakkastokki fyrst í oktober mánaða, og for- maðurin í Neistanum á- sannar, at tíðin er við at ganga undan hjá teimum í strembanini eftir at fáa ein góðan venjara til besta mansliðið. - Vit hyggja allastaðnis, bæði her heima og uttanlanda, eftir einum venjara, og eg vóni, at vit hava eina loysn heilt skjótt, men eg tori ikki at lova nakað, sigur Jón Krage- steen. Ivasamt við leikarum Tað er ikki bert á venjara- økinum, at allar súður ikki eru syftar enn hjá neista- monnum. Tað hevur ljóðað, at fleiri av leikarunum eru á veg úr felagnum, og nøvn sum Áki Mørk, Ári Rouch og Ragnar Stakksund hava allir verið settir í samband við H71. Um hesir høvdu farið úr Neistanum hevði tað verið ein stórur smeitur hjá felagnum, serliga tá ið havt verður í huga, at hetta eru tríggir leikarar, ið allir eru uppvaksnir í felagnum. Costin segði nei til Neistan Formaðurin í Neistanum, Jón Kragesteen, harmast um, at tað glapp á stokkinum við at fáa Costin Dumitrescu til at venja Neistan komandi kappingarár. savnsmynd Fyrrverandi leikandi venjarin hjá StÍF, Costin Dumitrescu, ið her er avmyndaður í dysti fyri strandingar, var um reppið at gerast nýggjur venjari hjá Neistanum. Savnsmynd Ítróttarstubbar 15 14 Nr. 146 - 5. august 2004 VW við í OL í Kina VW hava gjørt sátt- mála við fyrireikarar- nar av Olympisku Leikunum í Beijing í Kina í 2008. Avtalan inniber, at allur flutn- ingur í sambandi við leikirnar verður í VW bilum, sum umboða 23,5 prosent av kines- iska marknaðinum Kelda: Motor Magasinet Peugeot sølumet Í ár vænta Peugeot at sláa sítt egna sølumet frá 2002, tá teir seldu 1,95 milliónir bilar. Ein av orsøkunum er at nýggi Peugeot 407, sum júst nú er komin á marknaðin, er sera nógv eftirspurdur Kelda: Motor Magasinet Kia í Slovakia Kia gera eina íløgu upp á 8,2 milliardir krónur í eina bilverksmiðju í Slovakia, sum skal framleiða 300.000 bil- ar árliga. Hyundai bilar skulu eisini framleiðast á somu verksmiðju Kelda: Motor Magasinet Tá núverandi Peugeot 307, sum kom á marknaðin í 2001, fær sín avloysara, verður tað ein nýggjur 308. Bilurin líkist nógv nýggja Peugeot 407 framman BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hóast Peugeot 307 hevur hann staðið seg væl í hørðu kappingini í sokallaða Golf-klassanum, verður longu nú arbeitt við einum avloysara. Nær tann bilurin kemur á marknaðin, vita vit ikki enn. Talan verður um ein 308, sum ikki verður heilt ólíkur nýggja Peugeot 407. Peugeot 308 verður gjørdur í samstarvi við Citroën C4, sum kemur á marknaðin seinni í ár. Kelda: FDM / Motor Audi TT, sum fyrstu ferð kom á marknað- in í 1998, kemur í aðru generatión í 2006. Hóast bilurin likist sær sjálvum, er designið meira smart og ágangandi við t.d. einum spoilara aftan, sum kemur upp auto- matiskt, tá ferðin økist BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hesi 6 árini Audi TT hevur verið á marknaðinum, hev- ur bilurin vunnið sær heiðurin sum eitt flott "design-ikon", tí verður av- loysarin ikki so nógv broyttur í útsjónd. Eins og forgangarin verð- ur nýggi Audi TT bygdur yvir sama plattform sum Audi A3. Servostýringin verður elektrohydraulisk, og bak- hjólsupphangini verða av nýggja multilink systemin- um, bæði á tvey- og fýra- hjólsdrivnu útgávunum. Í standard útgávuni verð- ur motorurin ein 2,0 litur FSI-turbo við 200 hk, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á 7 sek., og toppferðin verður úti við 250 km/t. Eisini verður ein 3,2 litur VR6 við 250 hk á skránni. Audi TT, ið kappast við bilar sum t.d. Nissan 350Z og BMW Z4, kemur fyrst sum coupé og hálvt ár seinni sum cabriolet. Bil- urin kostar millum hálva og eina millión krónur at keypa - alt eftir útgerð og motorstødd. Peugeot 308 avloysir 307 Nýggjur Audi TT í 2006 Nakað soleiðis kemur Peugeot 308 at síggja út, tá hann kemur á marknaðin. Allir Peugeot koma nú við stórum kølaragittari í kúfangaranum Aftan minnir Peugeot 308 nakað um aðrar kappingarneytar sum t.d. Opel Astra Audi TT er vorðin eitt flott "design ikon", tí verður designið á 2006 modellinum ikki so nógv broytt, men hesin sær munandi meira smartur og ágangandi út Spoilarin aftan kemur upp automatiskt, tá ferðin økist C M Y K 14