hósdagur 5. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALUR 2004
SUMMAR FESTIVALUR 2004
12
13
C
M
Y
K
13
12
Summar Festivalur 2004
Søgan
handan
sangin
»Marita« er sonn. Vit kenna
hann á føroyskum, har Kim
Hansen syngur um Mariu
og syrgiligu rúsevnislagnu
hennara.
Hans Inge Fagervik eigur
sangin Marita, og sangurin
er ikki íspunnin, men er úr
veruleikanum.
Hans Inge Fagervik er
maður, ið vil nakað. Hann
vil skriva sínar sangir og síni
løg. Hann vil framføra tey á
palli, men umframt, so hev-
ur hann eitt hjartamál, og
tað er bardagin ímóti rús-
evnismisnýtslu.
Troubadoururin úr Noreg
er millum hægst mettu
tóna- og orðasmiðir í heim-
landi sínum. Men hetta tek-
ur ikki Hans Inge Fagervik
av fótum. Hann missir ikki
jarðarsambandið. Tá hann
er á tónleikaferð, so er ikki
altíð, at hann er at finna,
har ein skuldi hildið, at
hann helt til. Tað er hinveg-
in gerandiskostur at finna
tónaskaldið á gøtuni mill-
um misnýtarar og á hita-
stovum, har fólk á skugga-
síðu lívsins kenna ein fløva
og har hjarta- og húsrúm er
fyri teimum. Har fólk hava
stundir til teirra og vísa
teimum ans.
VERKÆTLAN
Og júst sangurin »Marita«
er úr hesum kalda veru-
leika. Hans Inge kendi
ungu gentuna, nevnd Mar-
ita, sum vøkur og evnarík
sakk longur og longur í mis-
nýtsluna, til feigdardagin, tá
deyðsboðini at enda frætt-
ust.
Hans Inge Fagervik hevur
eina verkætlan, har hann
vitjar skúlar. Í »Rock mot
Rus« verkætlan síni, kemur
hann í samband við ung-
fólk, bæði í Noreg, men eis-
ini í grannalondunum.
- Fyri stuttum hevði eg
konsert fyri 500 næmingum
og eg legði til merkis eina
gentu, ið táraði. Vit hugdu
hvør í eyguni á øðrum og
hon hugdi beint í eygu
míni, meðan eg sang. Tá
konsertin var liðug, fór eg
yvir til hennara fyri at tosa
við hana. Eg spurdi, um
hon hevði brúk fyri at tosa
við onkran og spurdi, um
hon fekk hjálp. Jú, hon fekk
ta hjálp, ið hon skuldi hava.
Men støðan var tann, at
mamma hennara var deyð
av ovurnýtslu av rúsevnum
eina viku innan konsertina,
greiðir Hans Inge Fagervik
frá.
Um Rock mot Rus kon-
sertirnar sigur hann:
- Konsertirnar eru ikki
bara fyribyrgjandi, men
innihalda eisini ein positivi-
tet og eini boð um gleðina
við at liva, og tað er umráð-
andi at duga at liva og at
finna gleðina við lívinum,
sigur Hans Inge Fagervik.
GLEÐIR SEG
Hans Inge Fagervik hevur
vitjað í Føroyum 3 ferðir áð-
ur, men hann fegnast um, at
hann aftur fær møguleikan
at vitja oyggjarnar, ið hava
henda hugtakandi grøna
litin, sum hann tekur til.
Um sangir sínar sum
heild sigur hann, at teir eru
samfelagsrevsandi og at
tekstirnir eru um næstra-
kærleika, men annars metir
tónaskaldið, at tað er um-
ráðandi at liva í tíðini.
– Men annars kann sigast,
at talan er um »det nære og
kjære«, sigur Hans Inge
Fagervik, sum verður rokn-
aður sum fjøltáttað skald.
Hann hevur verið á tón-
leikaferð síni í 32 ár og
hevur útgivið eini 25 fløgur.
Hjá okkum er sangurin
Maria best kendur. Einar
Olsen føroyskaði við kønari
hond og Kim Hansen syng-
ur so meistarliga.
Við sær á Summarfesti-
valinum í Klaksvík hevur
Hans Inge Fagervik dugna-
ligan norskan tónleikara, ið
leikar fleiri ljóðføri, og um-
framt fara føroyskir tónleik-
arar at leika við honum.
Hans Inge Fagervik fegn-
ast um, at føroyingar kenna
løg hjá honum og var bilsin
og fegin, tá hann fann útav,
at føroyingar duga og skilja
so væl norskt og at eitt lag
hjá honum er týtt til før-
oyskt.
HANS INGE FAGERVIK
Ferðaskald á lívsins skuggasíðu
Hans Inge Fagervik er royndi maðurin, sum við
rødd og ljóðføri hevur verið á ferð í 32 ár.
Sum yrkjari og tónaskald er hann tikin úr
leikum og er høgt í metum. Virksemið á
pápírinum, á palli og í gerandisdegnum snýr
seg tó í stóran mun um at berjast ímóti
rúsevnismisnýtslu og maðurin, sum yrkti
sangin "Marita", er ofta at finna á gøtuni
millum tey, sum ferðast á lívsins skuggasíðu
Í døgunum frá 12. til 15.
august verður fyri fyrstu
ferð Summar Festivalur í
Klaksvík. Hetta er ivaleyst
størsta tónleikatiltak, sum
nakrantíð hevur verið í
Norðoyggjum, og tónleik-
urin fer at ljóma í fýra sam-
fullar dagar. Tað verður ein
ørgrynna av tónleiki á
skránni - nógv gott føroyskt
og ymiskt spennandi út út-
landinum - og vónandi fáa
allir norðoyingar, eins og
gestir úr øllum Føroyum,
eina góða og minniliga
uppliving saman við vinum,
familju og kenningum eitt
langt og gott vikuskifti her á
staðnum.
Fasta sambandið millum
Norðoyggjar og meginøkið
nærkast alsamt, og Summar
Festivalurin kann frøðast
um, at tað gerst lættari hjá
fólki at koma til Klaksvíkar í
framtíðini. Umráðandi er, at
Norðoyggjar eisini vilja
bjóða seg fram við spenn-
andi mentanartiltøkum, og
hetta er ein roynd at gera
nakað nýtt, sum allir føroy-
ingar vónandi fáa gleði av.
Tí vóna vit eisini, at øll fam-
iljan fer av húsum fyri at
uppliva teir frálíku bólkar
og solistar, sum vit kunnu
bjóða fram longu á palli.
Her er nógv ymist at fara til,
og øll eiga at finna okkurt,
sum teimum dámar.
Tað hevur í fleiri ár verið
ein tanki at skipa fyri einum
festivali í Klaksvík. Fyri
nøkrum árum síðani var
ætlanin at hava hetta tiltak-
ið Úti í Grøv, men tað var
ikki hildið at vera ráðiligt.
Síðani lá hugskotið í dvala
eina tíð, men tað var ong-
antíð gloymt, og fyri góðum
ári síðani vóru fyrstu tank-
arnir um ein festival í mið-
býnum í Klaksvík kveiktir.
Havandi í huga at tað er
eitt stórt arbeiði og váði í at
fara í holt við eitt tiltak av
slíkum slag, so hevur tað
eisini verið ein sonn fragd
at skipa fyri Summar Festi-
valinum og uppliva, hvussu
góð undirtøkan hevur verið,
og hvussu stóran áhugin
borgarar í býnum og tón-
leikarar nær og fjar hava
havt fyri tiltakinum.
Klaksvíkar Kommuna var
fyrst at stuðla undir tiltaki-
num og tað hevði alt at
siga! »Vit eru við, farið í
gongd«, vóru boðini frá
kommununii, og soleiðis
hevur tað verið frá byrjan til
dagin í dag.
Høvuðsstuðulin Norðoya
Sparikassi eigur saman við
sponsorum
og
stuðlum
annars eisini sín stóra part
av æruni, at Klaksvík næstu
dagarnar fer at royna at liva
upp til heitið sum Tónleik-
ans høvuðsstaður.
Tað hava verið og eru
nógv góð fólk við í arbeið-
num at skipa fyri festivali-
num, og tað er hugaligt, at
fólk eru so beinasom og
positiv mótvegis hesum
tiltakinum. Ein arbeiðsbólk-
ur hevur samskipað fyri-
reikingarnar, og hesin bólk-
ur vil við hesum fáum orð-
um takka øllum, sum hava
gjørt Summar Festivalin til
veruleika. Nú fara vit at lata
tónleikin tala og veðurgud-
arnar ráða. Gott vikuskiftið
og góðan festival øll somul!
Steintór Rasmussen
Erik Biskopstø
Tummas Pauli Mýri
Eyðun Klakstein
Dúgvan siglir eykatúrar
Dúgvan siglir eykatúr í sambandi við stóru útikonsertina á Summar Festivalinum
leygarkvøldið 14. august. Ein løtu eftir at konsertin er liðug, fer Dúgvan av Klaksvík
til Leirvíkar. Túrurin verður kl. 01:15. Bussamband verður úr Leirvík til Havnar og
bygdir í Eysturoynni.
Sunnudagin í sambandi við gospelkonsertina verður seinasti túrurin hjá Dúgvuni av
Klaksvík fluttur til kl. 23.00, so at øll fólk, sum skulu úr Klaksvík eftir konsertina,
sleppa tað.
Vælkomin á Summar Festival
Hans Inge Fagervik er mest
kendur fyri sangin um
Mariu, sum vit eisini kenna á
føroyskum. Søgan um Mariu
og hennara rúsevnismis-
nýtslu er ein sonn søga
Hósdagur 12. august
Kl. 21.00
Konsert við Pætur við Keldu í Atlantis
Fríggjadagur 13. august
Kl. 21.00
Workshop við Ken Hensley (UK) í
Atlantis
Kl. 23.30-04.00
Konsert og dansur í KÍ-høllini:
Gunnar Mikkelsen (DK), Terji
Rasmussen og DJ Cool.
Leygardagur 14. august
Kl. 10.00-12.00
Norðoya Sparikassi bjóðar til morgun-
matarborð í miðbýnum.
Tónleikur verður at hoyra av
Sparikassapallinum.
Kl. 15.00-00.30
Stór útikonsert í miðbýnum. Við Ken
Hensley (UK), Boney M (D), Frændur,
Hjarnar, Guðrun Sólju Jacobsen,
Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags
og nógvum øðrum spennandi
nøvnum. Sí nærri skrá aðrastaðni á
síðuni
Kl. 00.30-04.00
Dansur í KÍ-høllini: Showmenn, Elton
John Jam og DJ Cool.
Sunnudagur 15. august
Kl. 20.30
Gospelkonsert í KÍ-høllini: Kjell
Samuelson (SE), Hans Inge Fagervik
(NO), Torkil Mørkøre og Sigrid
Rasmussen & Gunnar Guttesen.
Skrá fyri Útikonsertina leygardagin 14. august
Bólkarnir spæla á tveimum pallum. Á tí stóra pallinum á Vágsbøi og á tí hugnliga
Sparikassapallinum, sum stendur á økinum uttanfyri Norðoya Sparikassa.
Vágsbøur
Sparikassapallurin
Kl. 15.00
Trølla Pætur og Angela
Kl. 15.45
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri setir
Summar Festivalin
Kl. 16.00
Credo
Kl. 16.30
Brandur Enni
Kl. 17.00
Týr
Kl. 17.45
Petsi Tvørfoss
Kl. 18.15
Hjarnar
Kl. 19.00
Guðrun Sólja Jacobsen
Kl. 19.30
Frændur
Kl. 20.20
Hanus G. Johansen
Kl. 21.00
Ken Hensley (UK)
Kl. 22.00
Johan í Kollafirði
Kl. 22.30
Ólavur Presley and his
Dirty Rag Rags
Kl. 23.30
Boney M (D)
Heimasíða við upplýsingum og tíðindum: www.summarfestivalur.fo