Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 119 45 MERKISDAGAR 80 ára føðingardagur 31. oktober fylli eg 80 ár. Dagurin verður hildin í Eiriksgarði í Dali frá kl. 12-23. Tey, sum ynskja at halda dagin saman við mær, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 231115 ella 217901 innan hósdagin 22. oktober. Bussur koyrir frá Teist– anum úr Skopun kl. 10:45 og aftur til Teistan úr Dali kl. 21:30. Vilhelmina Larsen í Dali 65 ára føðingardagur Sunnudagin 25. oktober fyllir Ruth Midjord, Hvalba, 65 ár. Dagurin verður hildin heima á Tofta­vegi 20 frá kl. 14:00 til 19:00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Leygardagin 24. oktober verður Lis Djurhuus á Sandi 80 ár. Opið hús verður á Koytureyni frá kl. 14:00 til 20:00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Serlæknaprógv Súsanna Petersen, dóttir Áku og Pállfríðu Petersen, Fuglafjørður, bleiv serlækni í organkirurgi 1/3- 2015. Hon starvast nú á Odense Universitetshospital. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 23. oktober verður Josvein Hovgaard í Porkeri 75 ár. Dagurin verður hildin í Húsinum við Á frá kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. 50 og 70 ára føðingardagar 22. oktober fylla Sólfríð Petersen 50 ár og Margith Jacobsen 70 ár. Dagin halda vit 24. oktober í Eldra­felagnum Nón Torvgøta 2 í Saltangará frá kl. 18.00, har øll eru vælkomin til ein góðan bita. 70 ára føðingardagur Fríggjadagin 16. oktober verður Áku Petersen, Fuglafjørður, 70 ár. Dagurin verður hildin sama við børnum og abbabørnum. Brúdleyp Leygardagin 17. okt. giftast Maibritt Olsen, Toftir og Jónreid Dalheim, Norðragøta. Vígslan verður í Gøtu kirkju kl. 15.00. Gullbrúdleyp 20. november hava Sanna og Jens Christin Mortensen úr Vági verið gift í 50 ár. Gullbrúdleypið verður hildið í VB húsinum, Leygarkvøldið 21. november kl 18. Tey ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum verða vinarligast biðan um at siga frá á telefon 373 716 ella á teldupost heri.mortensen@gmail. com, í seinasta lagi 15. nov. Silvurbrúdleyp Týsdagin 27. oktober hava Anne og Jan Tausen Zachariassen verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd. Gullbrúdleyp Góðu familja og vinir 27/11-2015 hava vit verið gift í 50 ár. Vit fara at hátíðarhalda hesa stór­ hending í Húsmøðra­felags­hús­un­ um í Sørvági leygardagin 28/11-15 millum kl 12 og 17, og vilja fegin bjóða tykkum við. Tað hevði glett okkum um tit kundu sagt okkum frá, at tit koma, áðrenn 18/11 á tel 332090. Vinarliga Hallgerð og Jóhannes Gullbrúdleyp 23. okt. hava hjúnini Marianna og Knút Gudjonsson, Klaksvík, gull­ brúd­leyp. Dagurin verður hildin sam­an við børnunum Gullbrúdleyp & 75 ára føðingardagur 19. november hava Anna og Thom­ as Arabo verið gift í 50 ár. 20. november fyllir Thomas Arabo 75 ár. Gullbrúdleypið og 75 ára føðingardagurin verður hildið á skúlaheiminum hjá Tekniska Skúla í Havn leygarkvøldið 21. no­ vember klokkan 19.00. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okk­ um verða vinarliga biðin at siga frá á 421180, 224524 ella 214524 ella skriva til annaarabo@hotmail.com í seinasta lagi 14. november Diamantbrúdleyp Hósdagin 22. okt. hava hjúnini Súsanna og Meinhardt Jacobsen av Argjum verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 24 okt. kl.18 í róðrarneystinum á Argjum, øll eru hjartaliga vælkomin. Tey ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 315864 / 276769 / 316643 ella senda teldupost til: oj.d@hotmail.com ella hildibjorg@ hotmail.com í seinasta lagi 10. okt. Brúdleyp Leygardagin 17. oktober giftast Beinta Andreasen og Sandri Færø, Tórshavn. Vígslan verður í Eben­ ezer kl. 12. Aftaná vígsluna verður bjóðað til receptión í niðara sali í Ebenezer,  har høvið verður at heilsa uppá brúðarparið.  Veitsla verður fyri innbodnum kl. 18.30. Konfirmantur í Elduvíkar kirkju kirkju sunnudagin 18. oktober kl. 12 Gestur Hansen, á Flat 8, Funningsfjørður. Opið hús frá kl 15 Brúdleyp Leygardagin 17. oktober giftast Anna Maria Nattestad, Miðvágur, og Bárður Fróði á Kinn, Strendur. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl 14. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.