hósdagur 15. oktober 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
46
Kroyst list:
NILS OHRT, STJÓRI
LISTASAVN FØROYA
F
ríggjadagin 2. oktober, lat
BankNordik sítt nýggja
høvuðssætið upp við stórari
almennari samkomu og við
veitslu fyri starvsfólkunum.
Sama kvøld hevði »Dagur & vika«
eitt innslag, har ein arkitektur og ein
listakønur komu við viðmerkingum
til nýggja bygningin og uppheinginina
av listini hjá bankanum.
Arkitekturin var Ósbjørn Ja
cobsen, og hann hevði vøkur orð at
mæla um tann nýggja bygningin.
Tað var galdandi fyri opna og vina
liga »torgið« í miðjuni og um var
liga litavalið, sum fer afturum í
mun til umhvørvið uttan fyri, sum
teir stóru glasveggirnir bjóða væl
komnum innum. Eisini var róst tí,
at bygningurin er brúkaravinaligur,
hevur góð ljóðviðurskifti og at starvs
fólkini eru sjónlig, sum styrkir felags
skaparkensluna.
Sært tú nýggja høvuðssætið í
mun til býin uttanum, sær alt øðrvísi
út – sæð við mínum brillum. Sum ein
annar UFO hevur bygingurin sett seg
ovast á ein heyggj omanfyri Havnina,
sjónligur úr øllum ættum og langt frá.
Tað er ein staðseting, sum í meira
siðbundnum eygum hevði hóskað seg
betur til eina kirkju, eitt parlament,
eitt unversitet – ella enntá eisini eitt
savn.
Um ein høvuðsstaður skal skal
tala fyri landsins virðum, er tað eftir
mínari fatan ivasamt, at ein banki
verður settur ovast á »tempulfjallið«,
soleiðis sum tað er hent í hesum
førinum. Tað er ikki BankNordik,
sum hevur mistikið seg, men tað
hevur tann lóggáva og politiska rað
festingin, sum loyvir einum privatum
virki at seta seg á eitt stað í býnum,
sum í avgerandi mun bjóðar til sym
bolska tulking.
Bankin og listin
Sum Føroya Banki hevur BankNordik
annars eina søgu, sum umframt
bankavirksemið eisini snúði seg um
andaligu og mentanarligu virðini
í felagsskapinum. Í 1950 unum og
60 unum var bankin við stjóranum
Sv. Aage Nonnegaard-Pedersen ein
ógvuliga íðin keypari av føroyskari
list. Ongin ivi er um, at tann fíggjarligi
og moralski stuðulin, sum tá varð
veittur nýkomnu myndlistini, hevur
verið avgerandi fyri, at hon kundi
festa røtur og blóma í Føroyum.
Bankin eigur sostatt í dag eitt stórt
listasavn, sum telur meira enn 800
verk, av teimum eiga mong at teljast
millum høvuðsverk í føroyskari
list. Í einari tíð við afturlating av
bankadeildum, sum eisini hevur
rakt BankNordik, er samlaða veggja
plássið tódnað. Seinnu árini hevur
tískil ein stórur partur av savninum
staðið á goymslu, við tað at tey
týdningarmestu verkini hava hingið
í fyrrverandi høvuðssætunum í
Steinatúni og í R.C. Effersøesgøtu.
Og sjálvandi skuldi listasavnið við
yvir í nýggja bankahøvuðssætið til
fragd fyri viðskiftafólk og starvsfólk.
Her hevur BankNordik ynskt at hava
øll segl fyri, og uppgávan at heingja
Um nýggju uppheingingina av
UMMÆLI