hósdagur 15. oktober 2015síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
47
list í BankNordik
upp verkini í stásiliga bygninginum
varð latin upp í hendurnar á listaum
mælara, kurator v.m., Kinnu Poulsen.
Kurator í fokus
Tess meiri merkiligt var tað, at tað
var kurator sjálvur sum trein fram á
sjónvarpsskíggjan, tá bygningur og
innrætting skuldu umtalast seinasta
fríggjadag. Her fór Kringvarpið ann
ars frá armslongdarregluni, sum er
galdandi fyri øll ummæli, og sum
jú eisini varð brúkt í førinum við
arkitekturinum, nevniliga at um
mælari og tann sum gjørt hevur, ikki
er ein og sami persónur.
Til tað ber til at siga, at tað í Kinnu
Poulsensa føri meira snúði seg um
eina umtalu enn eitt ummæli, men
soleiðis gjørdust fortreytirnar í
innslagnum ógreiðar og gruggutar.
Antin vísir tú fram, og her er tað
nátúrligt, at tann sum hevur staðið
fyri ger tað. Ella eisini ummælir tú –
og so er tað fakfólk uttan í frá, sum
fær orðið.
Og hvussu er so uppheingingin,
sum Kinna Polsen hevur staðið fyri?
Ja, fyri tað fyrsta má sigast, at minni
pláss er, enn tað var fyrr. Tí saknast
sjálvandi fleiri av týdningarmestu
verkunum í savninum. Tað er kort
ini løgið, at ikki var pláss fyri einum
einasta málningi hjá Ruth Smith, og
harafturat, at ein av seinnu strand
armyndunum hjá Mikines á la Jens
Søndergaard kundi verið skift út við
eina betri. Kanska skift út við einum
øðrum listafólki – har er ríkiligt at
velja burtur úr.
Kinna Poulsen hevur skrivað eina
stóra bók um Steffan Danielsen, og
fleiri av hansara verkum eru eisini
hongd upp. Tá hon er best, er listin
hjá Nólsoyarmálaranum dragandi við
blandinum av strangleika, góðvarni
og tí hugtølandi. Men verkini eru
ógvuliga ymisk til dygd, og tað verður
váttað til fulnar av fleiri vánaligum
myndum, sum eru hongdar upp, og
sum ikki tæna listamanninum til
æru.
List og gongir
Í nýggja høvuðssætinum er trupult
at heingja upp tí veggirnir ganga
út frá »torginum«, sum sum gongir.
Har eru kortini veggir sum síggjast
burtur frá og sum kunnu síggjast
í einum breiðum vinkli. Tað eru
veggir, sum avgerandi bjóða til ein
stóran málning, men her hevur Kinna
Poulsen ferð eftir ferð sett ein størri
málning saman við einum minni og
enntá við felags undirkanti. Úrslitið
verður, at eyguni hálast upp ella
niður eftir vegginum og tískil burtur
frá myndini. Eina ferðina hendir tað
enntá við einum óviljaðum skemti
ligum úrslitið, sum tá ein málningur
hjá Ingálvi av Reyni fer í samrøðu við
eina illa hvítabjørn frá Den Kongelige
Porcelænsfabrik.
Kinna Poulsen hevur fleiri ferðir
í orði og gerð lagt sjógv millum seg
og eina klassiska uppheingingar
aðalreglu, men tað kann altso eisini
gerast ov smart. Til dømis er ein stór
mynd eftir Ingálv av Reyni kroyst
inn í eina myrka gong. Hóast gongin
tó víðkast seg, rópar tann sterki
málningurin eftir meira plássi at
síggjast í, og har er eisini ein stórur
veggur við góðum ljósi aðrastaðni í
húsinum.
Gongir eru ringar at heingja list
upp í. Ikki minst tí at myndirnar á
veggjunm síggjast, meðan tú flytir
teg og síggjast frá síðuni, og tað er
við til at gera tær til reina prýðing. Tí
er tað heldur ikki eitt gott hugskot
at heingja tey fyrru verkini hjá
Mikines júst í slíkar gongir. Myrk og
lagnutung, sum tey eru, krevja tey
frið og pláss uttanum og egna seg
avgjørt ikki til at verða upplivað við
ferð eftir gongini.
Tað er kortini eitt annað meira
ítøkiligt vandamál við gongunum.
Tær eru trongar, og tískil ber meira
enn so til at renna seg í myndirnar
og skamfíla tær. Tað er at síggja til
eitt vilkor, sum Kinna Poulsen ikki
hevur hugsað um í uppheingini. Eitt
hættisligt dømi eru tríggir málningar
eftir Thomas Arge. Teir hanga tó ikki
í einari gong, men millum teir og ein
skivu ganga umleið 170 starvsfólk
hvønn dag til og úr arbeiði. Og tey
koma álvarsliga tætt at málningunum,
sum eg legði til merkis, tá eg fylgdist
við nøkrum starvsfólkum gjøgnum
starvsfólkaatgongdini. Myndirnar
hjá Thomasi Arge er ógvuliga við
breknar, tí tær eru málaðar við centi
metratjúkkum lagi av máling. Flyt
myndirnar!
Einshátting
Í »ummælinum« av sínari egnu upp
heinging rósti Kinna Poulsen serliga
útskiftingini av rammunum, sum
er framd í stórum tali. Tær nýggju
rammurnar eru ein smalur blágráur
listi, og tað kann saktans vera, at
tær gomlu ikki allar hava verið so
vakrar ella í góðum standi. Tað eru
heldur ikki øll listafólk, sum geva
rammunum gætur, sum verða settar
uttanum verkið. Men Thomas Arge
gæv teimum gætur, og í tí førinum
er tað ivasamt at skifta rammurnar
út, sum tað nú er gjørt.
Ein góð ramma skal bæði halda
fast við og ríka málningin innanfyri.
Og tað er ivasamt, hvussu væl tær
nýggju rammurnar gera tað, til dømis
á einum gráum betongveggi. Hartil
kemur, at mong lørift eru lin og bukla
út og inn. Tað sær mishátt og fesjut
út. Tað hevði verð eitt gott hugskot
at spent málnigarnar upp, nú teir
kortini skuldu hava nýggjar rammur.
Tað ringasta við nýggju ramm
unum er kortini, at tær taka burtur
sermerkið í einstaka verkinum. Tað
sama hvussu stór tey eru, stílur og
persónligur listabúni, verða verkini
einsháttað sum eitt hermannalig.
Og hvør er so einsháttingin? Jú, tað
er ein, sum fær málningarnar at laga
seg til vanliga skrivstovulandslagið
og serliga laga seg til flatskíggjarnar,
sum teir ofta hanga undir liðini á.
BankNordik hevur fingið eina
»smarta« uppheinging, har farvegurin
eftir kuratorin er alt ov týðiligur. Tað
er ein framvísing, sum ikki er nóg góð
fyri listina og ei heldur fyri bankan.
Týðing: Malan