hósdagur 15. oktober 2015síða 48
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
48
V
illir jubill: Skansin fær
frið. Tað hevur hann altíð
fingið. Uttan tá Brillu
maðurin sjálvur annar
ein blíðan summardag í 1808 tók hann,
hóast hann gloymdi brillurnar eftir um
borð á skipi sínum.
Gamaní vóru bretar har eisini og
vendu í øðrum heimsbardaga.
Hetta var einasta ferðin, at Skansin
vardi føroyingar.
Annars var einans endamálið
hjá Skansanum at verja danskar
embætismenn og teirra fólk móti
rebelskum og bannsettum før
oyingum. Skansin var eitt
fongsul meira enn ein verja.
Her vóru tó færri enn
fáir rebellar, men danir
vistu tá ikki betur enn,
at øll kúgað fólk gera
uppreistur.
Tjóðskaparfólk
fegnast, nú størsti
minnisvarðin
til
minnis um danska kúgan í Før
oyum fer at síggjast úr Nólsoynni
í allari framtíð.
Men allar bingjur eru ikki
syftar í land enn.
Nú fara tey, sum missa
útsýnið úr fínustovu
glugganum
ella
køksvindeyganum, at mótmæla, tí
turistar, sum koma siglandi oman
móti Havnini, ikki síggja Tinganes
fyri bingjum og nøvnum á heimsins
skipafeløgum.
Og kærur koma, eru tær ikki longu
komnar, eingin ivi um tað. Og býráðið
noyðist aftur at bíða í eitt ár eftir lands
stýrinum og aðrari øvrigheit.
Men Skansin fær frið. Eingin roynir
at taka hann, heldur ikki spákandi við
stovuhundi í ongum bandi.
Dronumyndirnar, sum vóru í Degi
og viku, siga meira enn 10.000 mótmæli
og broytingar í byggisamtyktum.
Hóast tiknar seinnapart ein sunnu
dag, er ikki eitt menniskja at síggja á
Skansanum. Heldur eingin í slipsi og
skansaklædningi. Har er bara grønt
(grasið fær frið) og steindeytt.
Skansin fær frið, og Nólsoyggin
sæst, øll síðan, sum vendir móti vind
eygunum í Havnini.
Skansabáturin er langt síðani
sokkin, so honum nýtist ongan báta
hyl við trivnaði ella flótandi brúgv eitt
yvirfriðað gleiv úr Skansafjøruni.
Onkur eigur at savna undirskriftir
móti tí at savna undirskriftir.
Ósíðurin at savna undirskriftir móti
øllum hvørvur annars so líðandi av
sær sjálvum. Nú fáa børnini teldlar og
snildlar í vøggugávu og telefonnummar
í dópsgávu. Og so fara tey ikki at duga at
skriva, heldur ikki sítt egna navn. Skal
nakar savna undirskriftir um nøkur
ár, vera tær talgildar, undirskriftirnar,
og muna líka lítið sum tær gomlu við
blýanti og påholden pen.
Tað er so strævið at ganga (verða
koyrd) í skúla, at eftir hvørjar tveir
mánaðir í skúlaárinum, sum er styttri
enn árini hjá øllum øðrum, er neyðugt
at hava frí í minst eina viku.
Hendan vikan, nummar 42, var
tann fyrsta avstreingjandi í hesum
skúlaárinum. Og tá skularnar hava
frí, noyðast øll onnur eisini at hava
frí, hóast teirra gerandisyrkadagur
er verri enn so líka strævin sum hjá
skúlafólkinum. Nú ganga tveir mán
aðir, og so er aftur frí, tá í nakrar vikur.
Eg tori ikki at skriva meira um
teldur, tí tær hevna seg. Tær eru mill
um tey fáu, sum lesa hetta tvætlið her.
So nú fara vit at happa sosialu miðl
arnar.
Hví eita teir sosialir miðlar? Er
nakað meira asosialt enn øll hasi fólkini,
sum alla tíðina stara í ein skíggja, alla
tíðina alla staðni. Fólk, sum eru sosial
upp á gamla mátan og vilja tosa, hava
ogna kjans. Tey fáa ikki samband.
Móttakararnir eru langt síðani sløktir.
Og eingin deletenertil er til at finna
tónan aftur.
Hava hoyrt, men ikki fingið tað vátt
að, tí eg eri ikki har, men havi hoyrt, at
Feysbukkan er full av svartari skræpu.
Onkur forbarmar seg kanska og tømir
hana langt úti á streymasjógvi, haðani
Havnar skansi ikki sæst.
Verður ein sannleiki sagdur nóg ofta,
endar hann sum ein lygn.
Allar bingjur ikki syftar
Rólant Waag Dam
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Journalistur (Kringvarp Føroya)
Bústaður: Bústaður: Norðskáli
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Eg vildi hvørki verða fótbóltsspælari ella rokkstjørna. Sum
smádrongur var dreymurin at gerast gullsmiður.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At vit ikki hugsa á sama hátt, heldur ikki líka nógv, men at
júst tað kann vera ein styrki.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
– At tað er einki at skunda sær við, men at »Tann lítli prinsurin«
eftir Antoine de Saint-Exupéry bara verður betri við árunum.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Eg droymi ikki, men fegnist um stórar og smáar hendingar
í gerandisdegnum. At flyta heim til Føroya. At fáa starv í
Kringvarpinum. At hava fingið báðar bøkurnar um Karitas eftir
Kristín Marja Baldursdóttir. At eta morgunmat á Mirabelle,
frokost á Schønnemann og so framvegis.
Um eg tordi, hevði eg…
... farið á eftirskúla sum unglingi og fingið mær eina tatovering,
tá eg bleiv 18. Eg gjørdi hvørki, men havi tað praktfult kortini.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um vit øll lærdu okkum at lurta eftir øðrum. Um
tú hevur eitt svar klárt í tí løtu, at tann, tú tosar við,
er liðugur við ein setning, so hevur tú ikki lurtað. Tá
hevur tú hugsað um títt svar, ikki um tað, hin hevur
sagt. Lurtið!
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá vinmaður mín Rúni Weihe las egnar yrkingar á G!
Tað var einastandandi – og tað var eg ikki einsamallur
um at halda í Tøting henda dagin.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at…
… tað er munur á fólki. Til dømis lúgva vanlig
fólk, og tingfólk siga ósatt. Men ert tú løgmaður,
hvørki lýgur tú ella sigur ósatt, tá gevur tú órættar
upplýsingar. Eg havi bara ikki lært, hvør munurin er.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at
eg…
… ikki nýti nóg nógva tíð saman við familjuni.
Enda setningin: Føroyar áttu at...
… steðga síni nalvaskoðan og hugt út í heim.
BAKSÍÐAN