mánadagur 19. oktober 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
BAKTERIUR
ferðast langt. Men teir fara
ikki út um alt rúmið. Hevur
tú tannbustina beint við
kummuna, so kanska tú
flytur hana, sigur William.
Hann vísir á, at innan júst
hendan
spurningin
um,
hvørt bakteriurnar floyma
runt
á
vesinum
hvørja
ferð vit skola niður, verða
kanningar gjørdar.
– Summi meina tað er
meira vandamikið at halda
lokinum afturi, men enn
vita vit ikki við vissu, sigur
William.
Og tá umræður brúsuna,
so er eingin ivi um, at staðið,
har vit vaska okkum rein, er
merkt av bakteriunum. Men
sambært William eru tær
ikki vandamiklar.
– Vit tola ivaleyst bakter
iurnar í brúsuni, so tað skal
man ikki stúra fyri, staðfestir
William.
Hav reinar hendur
áðrenn tú fert
í køliskápið
Hóast flest allar vørur í køli
skápinum eru væl pakkaðar
inn í eitt hvørt, so er kortini
gott at hava í huga, at kuldin
í skápinum ikki drepur bak
teriur – tær fara bert í dvala.
– Bakteriurnar fáa ikki
formerað seg í kuldanum
í køliskápi ella frystara.
Men tað merkir ikki, at tær
doyggja. So skjótt hiti kemur
til tær aftur, so fara tær at
formerað seg aftur, greiður
William Smith frá.
Mangan verða ymisk køli
skáp marknaðarførd við, at
tey hava eitt serstakt bak
teriufyltur, sum drepur allar
bakteriurnar. Men man tað
verða so?
– Nei. Tað er eitt stuttligt
søluargument, men tað rigg
ar ikki nakrastaðni. Tá tú
fert inn við hondini í køli
skápið, so ger tað ongan mun
um tú hevur fyltur ella ikki,
sigur William.
Tá tú skalt ansa tær eftir
smittuvanda í køliskápinum
eru ráðini frá smittuverju
frøðingunum greið. Vaska
tað javnan við vatn og sápu,
og tryggja tær, a tað er turt
áðrenn tú brúkar tað aftur. –
So skal tað nokk ganga, held
ur William fyri.
Ringar eru ótespiligir
Mangan hoyra vit ymiskar
søgur um, at ting, sum vit
koma í samband við hvønn
dag, í veruleikanum eru bak
teriubumbur. Men hvat pass
ar og ikki?
Ringar eru helst tað mest
ótespiliga, sum rennur Will
iami til hugs hesa løtuna.
– Undir ringum sita ein
ørgrynna av bakterium. Tað
kann vera tarmbakteriur,
bakteriur frá høsnarungum
ja, hvat veit eg. Tað verður
bara liggjandi har, sigur
William.
Ert tú ein teirra, sum ong
antíð tekur ringarnar ella
aðra smúkku av - heldur ikki
tá tú skalt vaska tær, so er
tað ein bakteriubumba, sum
tú helst skal fáa bilbugt við
beinan vegin.
– Eltir tú deiggj ella fæst
við annan mat, har tú skalt
nýta hendurnar, so er tað
heldur ótespiligt, at tú ert
ílatin smúkkur meðan. Tað
góða við tí er so, at mangar
matvørur verða settar í
ovnin áðrenn nýtslu, og tað
drepur bakteriurnar. Men
verri er, tá vit fara í gongd
við slíkar matvørur, sum ikki
verða kókaðar ella stoktar,
greiður William frá.
Tøknin er nú
ikki so galin
Ræðusøgur
um
smittu
vandan við farteldum ella
fartelefonum er javnan at
síggja í útlendskum miðlum,
og mong eru tey, sum halda
júst knappaborðið á telduni
vera tann størsta syndaran.
Men veruleikin er heilt ein
annar, sambært smittuverju
frøðingunum.
– Vit kundu sett sama
spurning um tær gomlu
fastnettelefonirnar. Men tað
eru sjálvandi ikki telefonir,
sum eru smittuberar, men
persónarnir, sum eiga tele
fonirnar, sigur William.
Hann vísir á, at tað er
eingin munur á einum ílati
av livurpostei og einari far
telefon. Bakteriur koma á alt,
sum vit nerta við, og soleiðis
er sjálvsagt eisini við nýggj
astu tøknini.
– Munurin er bara tann,
at vit eta ikki okkara mat
av knappaborðinum ella av
fartelefonina. Tað, sum vit
ikki beinleiðis eta, taka vit
ikki skaða av, sigur William
Smith, smittuverjufrøðingur
í Heilsuverkinum
Sprittdunkar
óneyðugir
Mong eru tey, sum hava
sprittdunkar nærhendis, og
taka teir fram í tíð og ótíð,
fyri at minka um vandan við
bakteriusmittu. Men tað er
nakað nógv av tí góða, heldur
William Smith.
– Spritt er ógvuliga gott,
bæði til útvortis og innvortis
nýtslu
í
heilsuverkinum.
Men at nýta spritt heima?
Nei, tað haldi eg ikki er neyð
ugt, sigur William.
Í einum húsarhaldi, har
fólkini eru frísk, er ikki neyð
ugt at hava spritt nærhendis.
Eru vit í sama umhvørvi, ja
so deila vit bakteriur.
– Fólk í einum húsarhaldi
er ógvuliga tætt at hvørjum
øðrum hvønn dag. Har fer
spritt ikki at gera nakran
mun. Og at taka spritt við í
SMS ella hvar tað skal vera,
tað er eisini óneyðugt eftir
mínum tykki, sigur William.
Hvussu er og ikki, so er
smittuverjufrøðingur
hjá
heilsuverkinum sannførdur
um, at reinleiki í køkinum
er tað mest avgerandi, tá ið
umræður at sleppa undan
smittu frá ymsum bakter
ium. Køkurin er hjartað í
heiminum, verður mangan
sagt, og tað er tað eisini fyri
bakteriurnar. Hagreiðir tú
matin við nøktandi reinleika,
skáldar tú træskeribrettið
hvønn dag, vaskar tú køli
skápi av og á, og tekur ring
arnar av áðrenn tú fert í
gongd við matin, ja so skuldi
tað gingið.
barbara@sosialurin.fo
William Smith, smittuverjufrøðingur í heilsuverkinum