Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BAKTERIUR VESIBRETTIÐ REINARI ENN SKERIBRETTIÐ – Skeribrettið hevur munandi fleiri bakteriur enn vesibrettið. Serstakliga um tú nýtir plastik skeribrettið. Bakteriurnar stórtrívast á plastik skeribrettinum, og setir tú tað ikki í uppvaskimaskinuna hvørja ferð tú nýtir tað, so klistra bakteriurnar til plastikkið, sigur William Smith, smittuverjufrøðingur í heilsuverkinum Barbara Holm Ert tú ein teirra, sum held­ur vesið er tað staðið í heim­ inum, sum hevur størstan tørv­in á títtleika innan rein­ gerð, so fert tú skeiv/ur. Vesið er ikki eins fult bakterium sum køkurin. William Smith, smittu­ verju­frøðingur hjá heilsu­ verk­inum, heldur at køkurin er tað staðið, har flest bak­ ter­iur eru, og har størsti vandi er fyri smittu. – Tað, sum fólk mest blíva sjúk av í heiminum, er bakterium frá høsnarungum ella dálkaðum kjøti, sigur William. Hann vísir á, at tvøgur, klútar og annað, sum vit nýta at gera reint við, verður mangan ikki vaskað nóg ofta, og tí verða bakteriur frá eitt nú høsnarungum og kjøti drassaðar kring alt heimið. – Aftur her er tað skeri­ brettið, sum er stóri syndarin. Fæst tú við høsnarungar ella kjøt á einum skeribretti og síð­ani setur tað í ovnin, so doyggja bakteriurnar á kjøtinum. Men verri er við skeribrettinum. Nýtir tú tað so til at skera grønmeti ella annað við, ja so er galið, greiður William frá. Onkrastaðni verður rátt til at nýta plastik skeribretti, tí hesi hava lættari við at tola hitan í uppvaskimaskinum. Tað er rætt, men brúkar tú skeribretti uttan at vaska tað væl, so er plastikkið ikki gott. – Hóast plastik er lættari at hava við at gera, so eiga fólk at velja træ. Bakteriur trívast munandi verri á træi, og tú kanst altíð skálda tað yvir vaskinum, um tú ikki vilt seta tað í upp­vaski­ maskin­una, sigur William Smith. Vesið er ein estetiskur spurningur Hugsar tú um reinleikan á vesinum, so er størsta bak­ teribumban eisini tann tú hevði væntað - vesikumman. Og hóast kumman er fylt við bakterium, so er okkara ótti fyri skitna vesinum nakað óneyðugur. – Summi hava lyndi til at gera spurningin um reinføri til ein estetiskan spurning, heldur enn til ein spurning um, hvussu okkara atburður er, sigur William. Hann sipar til tann veru­ leika, at mangur føroyingur hevur lyndi til at gera meira burturúr reinførinum á ves­ inum enn aðrastaðni í heim­ inum. – Tað er ein skeiv uppfatan, at vesið er tað vandamiklasta staðið, tá ið umræður bakteriur. Veruleikin er, at har sum tú etur og drekkur, har er størsti vandi fyri at blíva smittaður, sigur William. Men kortini eru nøkur viðurskifti á vesinum, sum vit skulu hugsa um. Er vesikumman tætt við vaskið, so er helst skilabest at lata vesilokið aftur, tá ið tú skolar niður. – Tá ið tú skolar niður, so kunnu einstakir dropar