mánadagur 19. oktober 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Hetta er eitt talandi dømi
um, at tá ið viljin er til staðar,
ber alt til.
Tað
søgdu
teir
báðir
brøðurnir,
John
Hendrik
og Dennis Holm, tá ið teir
bjóðaðu eini stórari manna
múgvu vælkomnari til hátíð
arhald í Vági í morgun, í sam
bandi við, at ein svimjihøll
við Føroya fyrsti 50 metra
svimjihylur nú er liðug og
tikin í nýtslu.
Teir báðir eru tveir av
stigtakarunum til at byggja
Pálshøll,
sum
høllin
er
nevnd eftir okkara fremsta
svimjara nakrantíð, Pál Joen
sen, sum eisini er úr vági.
Men teir leggja dent á, at
høllin er ikki bara til ein ein
stakan svimjar, ella til nakr
ar fáar úrmælingar. Talan er
um eina høll til øll, ikki bara í
Suðuroy, men til allar føroy
ingar.
Í høllini er nevniliga ikki
bara ein 50 metra langur
svimjihylur, har er eisini
hylur til børn, umframt væl
verudepil við venjingarút
gerð, sauna, heitum potti og
massasju.
Fimm ár
- Tað byrjaði í august í 2010,
eftir at Pál Joensen hevði
vunnið silvur á 1500 metrum
í EM, at tankin um at byggja
ein 50 metra hyl í Vági, av
álvara fór at spíra.
Sostatt eru tað nú góð
fimm ár síðani, at hugskotið
til verkætlanin spratt, og teir
báðir ásannaðu, at talan hev
ur verið um ein tungan burð.
Flest
allar
kommunur
í
Suðuroy
hava
stuðlað
verkætlanini,
serstakliga
Vágs Kommuna, men eisini
SEV hevur havt ein avger
andi leiklut við at vísa væl
vild til at lata avlopshita
frá Vágsverkinum til at hita
høllina við.
Men teir leggja eisini dent
á, at ikki minst hava lokalir
arbeiðstakarar gjørt nógv ar
beiði fyri tað, sum má kallast,
serprís.
Løgtingið hevur eisini
stuðlað ætlanini, men tað
hevur eisini verið avgerandi,
at tað hevur ikki staðið á at
fáa sjálvbodna arbeiðsmegi
til alt handa slag, tá ið tað
hevur staðið á.
- Hetta hevði ikki borið til
uttan dyggan stuðul frá fólki,
fyritøkum í stovnum í Vági, í
allari Suðuroy og í landinum
sum heild.
Halda fólk til rukku
Men teir báðir ásannaðu
eisini, at tað vóru nøkur, sum
ikki trúðu upp á, at ætlanin
at byggja ein langhyl fyri
teir pengarnar, tey høvdu til
taks, fór at eydnast.
- Tað vóru nøkur, serliga
serfrøðingar í Havn, verk
frøðingar og arkitektar, sum
tvíhildu um, at tað bar ikki
til at byggja ein langhyl fyri
hasar pengarnar, siga teir
- Teir førdu enntá fram,
at hetta var at halda fólk til
rukku at siga, at ein høll við
langhyli kundi byggjast so
bíliga, sum ætlanin var.
- Vit vórðu kallaðir fyri
”glaðir amatørar”, sum ikki
høvdu skil fyri bygging, legg
ja teir afturat.
Teir vita eitt dømi um, at í
Danmark eru tey í ferð við at
byggja eina høll við langhyli,
og hon kostar 35.000 krónur
fermeturin at byggja.
Í Havn hevur verið arbeitt
við einum langhyli, sum verð
ur mettur at kosta 38.000
krónur fyri fermeturin.
Pálshøll er 2.240 fermetrar
til støddar og skuldi sostatt
kosta onkustaðni ímillum 80
Hevði ikki borið til
uttan dyggan stuðul
FØROYA FYRSTI LANGHYLUR Tað eru nógv, sum eiga
æruna av, at Føroya fyrsti langhylur nú er veruleiki