mánadagur 19. oktober 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
- 85 milliónir krónur at bygt.
Men
hon
kostar
20
milliónir, nú hon er liðug, ella
9.000 krónur fyri fermeturin,
sum er ein fjórðingur av tí,
slík bygging vanliga kostar.
Góður stuðul
Teir staðfestu kortini, at
hetta hevði ikki borið til,
uttan við góðum stuðuli frá
lokalum
arbeiðstakarum,
sum hava bygt fyri serprís.
Og ikki minst hevur tað
ikki staðið á at fáa sjálv
bodna arbeiðsmegi tá ið brúk
hevur verið fyri tí til arbeiði
av øllum handa slagi, bæði
til planera, fylla út, bjálving,
máling, gólv, hillar, listar,
klædning, reingerð og mangt
annað.
- Men tey hava eisini havt
ein grótharða byggileiðslu,
har allir smálutir hava verið
endavendir í eini roynd
at gera tað bíligari, uttan
at gera seg inn á dygdina í
verkætlanini, siga Dennis og
John Henrik Holm.
Samstundis hava tey eisi
ni hugsað øðrvísi, tí nógv,
sum er keypt til høllina, er
keypt á uppboði ymsastaðni,
eitt nú innbúgv og útgerð,
har sumt er nýtt, annað er
brúkt.
Hinvegin halda teir eisini,
at alt hetta merkir so eisini,
at høllin hevur eitt ógvuliga
trygt, lokalt kjølfesti, tí tað
munnu vera mong, sum føla
seg at eiga ein part av æruni
fyri, at hon er vorðin til veru
leika.
Áki Bertholdsen
- Vit hava brúk fyri vinnar
um.
Tað heldur Henrik Old,
landsstýrismaður úr Vági,
nú eisini hann fegnast um,
at vit hava fingið Føroya
fyrsta langhyl.
- Eitt land, ein oyggj, og
ein bygd hava brúk fyri
vinnarum, tí tað vísir seg, at
ofta roynast teir drúgvari,
eisini seinni í lívinum, enn
hjá okkum vanligu.
Hann staðfestir at vit
eru komin langt síðani
lærarar í Vági fóru vestur
á Vatnið at royna at læra
børnini at svimja.
Men Sára Nysted í Vági
er seinasta dømi um, hvat
ber til, bara viljin er tilstað
ar, hóast umstøðurnar ikki
eru av teimum bestu.
- Vit eru nógv, sum
vænta okkum nakrar heilt
serligar vinnarar, nú vit
hava hava fingið 50 metra
hylin, og tað eru vinnarar,
vit so hjaraliga hava brúk
fyri, segði Henrik Old.
Í góðum hondum
Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna í Vági sigur, at tað er
fantastiskt at vit hava fólk,
sum tora at hava stórar
dreymar, sum nú eru.
- Tað er eingin ivi um, at
góðar fyrimyndir kveikja
aðrar, og tað er við til at
flyta okkum fram á leið,
bæði sum fólk, og sum tjóð.
-
Hetta
sæst
aftur
arbeiðnum, sum verður
gjørt í Svimjifelagnum í
Suðuroy, og í ætlanunum
um ein ítróttarskúla í Vági.
So framtíðin er í góðum
hondum,
heldur
lands
stýriskvinnan.
Pálshøll hevur bjóðað
nútíðini av, og hon hevur
vunnið, tí hon hevur víst, at
tíðarrákið, har øll hava nóg
mikið í sær sjálvum, er gjørt
til skammar. Tvørtur ímóti
er høllin ímyndin av eini
sterkari felagskenslu og
viljanum til at hvør gevur
sítt íkast til felagsskapin.
Hetta vísir, hvussu langt,
djarvir og framfýsnir fyri
reikarar, sjálvboðið arbeiði,
góðir stuðlar og góðar fyri
myndir, kunnu røkka í
felag, sigur Sirið Stenberg.
- Hetta er ein verkætlan
sum hevur savnað og sam
eint fólk í øllum aldur
sbólkum og øllum sam
felagsløgum, tí her hava
bæði smábørn og pensjón
istar arbeitt.
- Pálshøll er ikki bara
ein bygningur, men ein
savnandi hugmynd, sum er
nógv størri enn tað, sigur
landsstýriskvinnan.
Vit hava brúk
fyri vinnarum
FØROYA FYRSTI LANGHYLUR
Góðar fyrimyndir keikja aðrar
Pálshøll er ikki bygd
bara til Pál Joensen og
Sáru Nysted, ella aðrar
úrmælingar. Hon er bygd
til øll, eisini hesi, sum bíða
eftir at hylurin er opin
fyri almenninginum