Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grimsson, var tann, sum tók stig til Artic Circle og í ár má sigast, at hendan ráðstevnan um viðurskiftini í Arktis hevur sligið seg fasta, sum ein verulig altjóða ráð­ stevna. 54 lond sendu umboð til ráðstevnuna við høgt­stand­ andi politikarum og vís­inda­ fólki á odda. Fyri Føroyar var millum annað Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini helt røðu. Hann tosaði um, hvørj­ ar møguleikar menn­ingin kring Arktis gevur Føroyum. Løgmaður helt, at Føroyar skulu gerast meira sjónligar í arktiskum høpi, so føroyskar vinnulívsfyritøkur fáa bestu møguleikar at bjóða seg fram við teirra tænastum til teirra, sum virka í Arktis.. – Samgongan hevur sett sær fyri at føra ein virknan uttanríkispolitikk hetta val­ skeiðið. Vit hava sett okk­um fyri at gagnnýta møgu­leik­ar­ nar í arktiska samstarvinum. Sum partur av Arktis, hava Føroyar somu avbjóðingar sum aðrar arktiskar tjóðir við nógvum umfatandi og grund­leggjandi broytingum, sigur Aksel V. Johannesen, løg­maður. Løgmaður vísti á, at tær broytingar sum hendan í Arktis eisini geva nógvar nýggj­ar møguleikar til lond­ ini í Arktis og til føroyskt vinnu­lív: – Samgongan hevur sett sær fyri at føra ein virknan uttanríkispolitikk hetta val­ skeiðið. Vit hava sett okk­um fyri at gagnnýta møgu­leik­ar­ nar í arktiska samstarvinum. Sum partur av Arktis, hava Føroyar somu avbjóðingar sum aðrar arktiskar tjóðir við nógvum umfatandi og grundleggjandi broytingum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Grøn orka hjá SEV Millum mongu luttakararnar á ráðstevnuni var eisini før­ oyska elfelagið SEV. Stjórin Hákun Djur­huus bar fram røðu, har hann greiddi frá stóru broyt­ing­ unum og umlegg­ingum, sum eru gjørdar á eløkinum í Før­ oy­um seinastu árini. Hann nevndi, at í 2030 er meiningin, at øll orka á landi skal koma frá vatni og vindi, sjóvarfalli ogsóorku. Føroyska avbjóðingin er í løtuni at fáa sum mest av óstøð­uga vindinum til høld­ar, sam­stundis sum elveit­ing­in er støðug, og tað skal m.a. gerast við nýggju battarí­skip­anini í Húsa­haga, ið skal javna óstøð­uga vindin út á elnetið. Ein onnur avbjóðing hjá Føroyum í elorkuhøpi er, at ov lítið av vatni og vindi er um summarið, og tí verður arbeitt við loysnum, sum kunnu goyma vindorkuna í longri tíð – t.d. pumpuskipan og møguleikanum at gera vetni (brint) úr vatni. Útnorðurráðið Eisini Útnorðurráðið luttók á ráðstevnuni í Reykjavík. Mill­um teirra sum hildu røðu, var eisini formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørg­en Nicla­sen, limur í Útn­orður­ ráð­n­um. Føroyski politikkarin tos­aði um fíggjarligu broyt­ ing­arnar í sam­bandi við tær stóru veður­lags­broyt­ingar­ nar. Hann segði: – Millum annað íløgurnar í grønari orku, vatnorka í Grøn­land, vindorka í Før­ oyum og jarðhita í Íslandi. Hesar broytingar hava ikki einans hjálpt veðurlagnum, men peningur er eisini spard­ ur. Steinøldin helt ikki uppat, tí eingir steinar vóru. Tøknin fer at vinna á dálking, segði Jørgen Niclasen. Altjóða luttøka Íslendska forsetanum er eydn­ast at gera Artic Circle- ráð­stevnuna í ár ómeta­liga um­fatandi. Hann hevur fing­ ið ein hóp av leið­arum kring heim­in at koma til Íslands – mill­um onnur franska for­ setan og kin­verska uttan­ ríkis­ráð­harran. Teir leiðarar, sum ikki sjálv­ir eru komnir til Reykja­ víkar, hava í stain sent per­ són­ligar sendinevndir. Tað hevur til dømis Angela Merk­ el, týski kanslarin gjørt. Umframt føroysku politik­ararnar, luttóku eisini aðrir føroyingar á ráð­stevn­ uni í Reykjavík – bæði fólk úr vinnulívinum,. Gransk­ ing­ar­umhvørvinum og frá før­oysku umsitingini. RÁÐSTEVNA STÓRUR ALTJÓÐA ÁHUGI FYRI ARTIC CIRCLE Í REYKJAVÍK Føroyingar vóru eisini umboðaðir millum tey meira enn 2000, sum luttóku á Artic Circle-ráðstevnuni í Reykjavík Ólafur Ragnar Grimsson, íslendski forsetin, er stigtakarin til altjóða ráðstevnuna Artic Circle Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt, at Føroyar eiga at gerast uppaftur meira sjónligar í sambandi við Arktis. Hákun Djurhuus, stjóri, SEV, greiddi frá, hvussu føroyingar hava lagt um seinnu árini og at øll orka á landi í 2030 skal koma frá vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku