mánadagur 19. oktober 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
Árni Gregersen
Í mars í ár legði Høgni Hoy
dal, Tjóðveldi, uppskot fyri
tingið, sum skal tryggja at
allar
persónsupplýsingar
hjá føroyskum borgarum
verða umsitnar og goymdar
í Føroyum.
Uppskotsstillarin segði tá,
at tað als ikki er rætt, at allar
hesar
persónsupplýsingar
verða goymdar í øðrum landi
og at føroyskir myndugleikar
als onga ávirkan hava á hes
ar upplýsingar.
Uppskotið kom fram í vár
í sambandi við, at peninga
stovnarnir boðaðu frá, at fyri
at kunna nýta heimabankan,
so var neyðugt at hava
danskt persónsnummar og
atgongd til Nem-id í Dan
mark.
Frammanundan eru allar
hesar upplýsingar fluttar til
Danmarkar, tá ið peninga
stovnarnir valdu at skifta
frá Elektron til eina danska
fyritøku.
Fleiri ferðir áður er roynt
at forða fyri at upplýsing
arnar fóru av landinum og
seinni at fáa tær aftur til
Føroyar, men í tinginum
hevur enn ikki veirð meirluti
fyri hesum.
Uppskotið í vár fekk
heldur ikki meira enn seks
atkvøður fyri í Løgtinginum,
men tað hendi eftir at lands
stýrismaðurin við fíggjar
málum, Jørgen Niclassen,
hevði samráðst við peninga
stovnarnar.
Peningastovnarnir
játt
aðu undir hesum samráðing
um, at fyribils er ikki alneyð
ugt at brúka persónnummar
og Nem-id fyri at sleppa at
brúka heimabankan, men
avtalan var tó, at hetta helst
bert var fyribils.
Nýggj støða
Málið um at føroyskir per
sónsupplýsingar verða latnir
av landinum og goymdir í
Danmark hevur áður fingið
viðgerð í tinginum.
Á vári í fjør legði Høgni
Hoydal, Tjóðveldi sama upp
skot fyri tingið og tá fekk tað
nýggju atkvøður fyri.
Nú er støðan broytt.
Nú situr Tjóðveldi í sam
gongu saman við Framsókn,
sum eisini hevur arbeitt sera
hart fyri at fáa persónsupp
lýsingarnar heimaftur til
Føroya.
Poul Michelsen, lands
stýrismaður fyri Framsókn,
segði herfyri við Sosialin, at
hann fer at brúka nógva orku
at syrgja fyri, at virðismiklu
persónsupplýsingar
koma
heimaftur til Føroyar.
Tjóðveldi og Framsókn
sita nú í samgongu við Javn
aðarflokkinum.
Spurning
urin er tí, um nýggja sam
gongan fer at taka málið upp
av nýggjum.
– Ja, tað fara vit. Hetta er
eitt av teimum málum, sum
vit arbeiða við. Vit vita væl,
at hetta ikki kann gerast eftir
fáum døgum, men vit halda
at hetta er eitt ómetaliga
prinsipielt mál, sigur Annita
á Fríðriksmørk, forkvinna í
tingbólki Tjóðveldisins.
Annita á Fríðriksmørk
vísir á, at tá ið tað snýr seg
um persónsupplýsignar, so
eiga hesar at verða goymdr í
Føroyum. Hetta er ómetaliga
avgerandi.
Málið hevur sum nevnt
fleiri ferðir verið fyri í Løg
tinginum og undir orða
skiftum hevur verið nevnt,
at tingfólk ogserliga limir í
fíggjarnevndini, halda seg
ikki altíð hava fingið rætt
ar upplýsingar frá peninga
stovnum, tá ið hesir hava
verið til hoyringar í nevndini.
Annita á Fríðriksmørk
sigur, at hetta er eitt mál,
sum liggur frammalaga hjá
Tjóðveldi.
Tað var tá ið peninga
stovnarnir vildu hava, at
føroyingar
skuldu
hava
nem-id fyri at sleppa inn á
heimabankan at málið aftur
vaknaði.
Eitt sindur av politiskum
rumbli var, tá ið peninga
stovnarnir valdu at flyta
persónsupplýsingarnar frá
Elektron til SDC í Danmark,
men málið gjørdist uppaftur
meira aktuelt, tá ið broyt
ingar komu í við heimabank
anum.
– Í veruleikanum er talan
um tvey mál. Annað er, at vit
fingu ein netbanka, sum ikki
riggar so væl – og hitt, at vit
nú ikki sjálvi goyma okkara
persónsupplýsingar í Før
oyum, sigur Annita á Fríð
riksmørk.
Nær málið kemur fram
aftur veit hon ikki, men hon
undirstrikar, at málið hevur
høga raðfesting hjá Tjóð
veldi.
TØKNI
Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, sigur, at
málið um persónsupplýsingar framvegis er
aktuelt og er raðfest hjá Thóðveldi
Poul Michelsen, landsstýrsmaður, segðiherfyri
við Sosialin, at hann fer at nýta nógva orku fyri
at fáa hesar upplýsingar aftur til Føroyar
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, legði samauppskot fram á vári
í fjør og í vár um at fáa upplýsingarnar heimaftur
MÁLIÐ UM PERSÓNS
UPPLÝSINGAR
AFTUR TIL FØROYA
VERÐUR RAÐFEST
Flokkar, sum nú sita í samgongu, vilja ger alt fyri at fáa málið um persónsupplýsingar aftur til Føroya á skrá