mánadagur 19. oktober 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Tað verður Bárður á Steig
Nielsen, sum skal fáa Sam
bandsflokkin aftur á rætta
kós.
Á
eykalandsfundinum
komandi vikuskiftið verður
43 ára gamli tingmaðurin úr
Vestmanna fluttur úr næst
formansstólinum í formans
stólin í Sambandsflokkinum.
Tá ið freistin at stilla upp
var úti, var Bárður Nielsen
einasti, sum var skotin upp
av tveimum limum í lands
nevndini til valevni til for
mann.
Og sostatt er hann valdur
uttan nakað mótvalevni.
Báður Nielsen hevur sitið
sum næstformaður í flokk
inum síðani í vár, tá ið hann
tók yvir eftir Jóhan Dahl,
táverandi landsstýrismann.
Undan, at uppstillingar
freistin var úti, segði nývaldi
tingmaðurin fyri flokkin,
Magnus Rasmussen, at var
heitt á hann um at gerast
formaður, so fór hann ikki
at bera seg undan.
Men innanhýsis politiska
kabalin gekk upp soleiðis, at
ongin stillaði upp móti Bárði
Nielsen og heldur ongin
móti Magna Laksáfoss, sum
verður nýggjur næstformað
ur.
– Eg má siga, at hetta gekk
sum eg vónaði. Serliga, at
flokkurin er samdur um at
velja meg til formann, taki eg
til mín, sigur Bárður Nielsen.
Rætta kumpass
Bárður Nielsen tekur við
sum
formaður
eftir
at
Sambandsflokkurin
hev
ur havt tvey vánalig val.
Fyrst misti flokkurin um
boðanina á Fólkatingi í juni
og 1. september misti flokk
urin tríggjar av nýggju ting
sessum.
Harafturat misti flokkur
in trý landsstýrisfólk, tá ið
samgongan var skipað uttan
at flokkurin er ein partur av
henni.
– Ein slík afturgongd
ger sjálvandi, at vit mugu
eftirmeta og seta út í kortið
av nýggjum. Eg veit at vit
mugu taka hetta í størsta
álvara, tá ið vit hava mist
seks av 12 politikarum. Tá má
kósin rættast, sigur Bárður
Nielsen.
Hann er rættuliga greið
ur, tá ið talan er um nýggju
kósina hjá Sambandsflokk
inum.
– Vit eru einasti veruligi
sambandsflokkur í Føroyum,
tí Javnaðarflokkurin er far
in saman við Tjóðveldi og
Framsókn, sum báðir eru
loysingarflokkar, sigur Bárð
ur Nielsen.
Hann sigur, at flokkurin
fer at reka ein veruligan
sambandspolitkk,
har
ríkisrættarliga støðan fær
hægstu raðfesting.
Fiskivinnan
Tað hevur leingi verið tosað
um at skipa fiskivinnuna av
nýggjum. Nýggja samgong
an hevur eisini sett sær fyri,
at eitt uppskot skal leggjast
fyri Løgtingið í seinasta lagi
á ólavsøku.
–
Sjálvandi
vilja
vit
fegnir
verða
ein
partur
av nýskipanini, men tað
krevur, at fiskivinnan verður
liberaliserað, men tað krevur
eisini, at alt ikki verður vent
á høvdið í einum, sigur Bárð
ur Nielsen.
Hann hevur sjálvur fleiri
ferðir áður nevnt, at ein
fiskivinnunýskipan
eigur
at verða gjørd í 2015. Nú let
ur til, at hetta í fyrsta lagi
verður á ólavsøku í 2016.
–
Fáa
vit
sambands
politikk við í nýskipanina, so
eru vit eisini ein møguligur
samstarvspartnari á hesum
øki, sigur hann.
Ríkisrættarliga støðan
Nýggi
formaðurin
legg
ur stóran dent á, at Sam
bandsflokkurin
fer
at
halda fast í gomlum sam
bandsvirðum. Hann sigur,
at flokurin einsamallur er
eftir sum samríkis- og sam
bandsflokkur.
– Javnaðarflokkurin er
farin saman við tveimum
flokkum, sum vilja hava
nýggja, føroyska grundlóg
ella stjórarskipan. Vit eru
framvegis ein sambands
flokkur, sum heldur fast
um ríkisfelagsskapin, sigur
hann.
Hann vísir á, at flokkurin
hevur mist nógvar atkvøður.
– Eg vil siga, at tær at
kvøður, sum vit hava lænt
Javnaðarflokkinum,
tær
vilja vit fegin hava aftur og
tað fáa vit við veruligum
sosial-liberalum sambands
politikki, sigur Bárður á Steig
Nielsen.
RÁÐSTEVNA
NÝGGI FORMAÐURIN
VIL REKA VERULIGAN
SAMBANDSPOLITIKK
Eftir valósigrarnar snýr tað seg um at fáa atkvøðurnar aftur, sum Javnaðarflokkurin tók á valinum seinast
Bárður á Steig Nielsen verður nýggi formaðurin í Sambandsflokkinum. Hann
avloysir Kaj Leo Holm Johannesen, sum legði frá sær eftir løgtingsvalið
Magni Laksáfoss verður næstformaður í flokkinum. Onki mótvalevni var -
hvørki til formann ella næstformann