Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 Aftur í vetur fer Parkinsonfelagið at halda limafundir runt landið fyri fólk við parkinson, teirra av­varðandi og onnur áhugað. Fundirnir vera: • í Klaksvík á Heiminum við Vágna týskvøldið 20. okt. kl. 19.00 • í Runavík í Løkshøll mána­kvøld­ið 26. okt. kl. 19.00 • í Vági á Hamragarði leygardagin 21. nov. kl. 14.00 • í Havn í MBF-húsinum - nærri kunning seinni Parkinsonfelagið á rundferð kring landið KJAK Jógvan í Dali 8 fólk á gongini á G4, einans við at­gongd til wc, sum eis­ini verður brúkt av starvsfólki og gest­um, og sjúklingur sum fær sterk­an heili­ vág verður sendur til Klaks­víkar, tí Lands­sjúkra­húsið hevur stongt A3 vegna sparingar. Eg var so óheppin at hava brúk fyri bráfeingishjálp mána­kvøld­ið. Kom tá at upliva høga pro­fessio­ nella støðið hjá teim­um, sum a­r­ beiða á Landssjúkrahúsinum. Tá tey høvdu tryggjað sær at eg fekk neyðuga hjálp, varð eg koyrdur upp á G4 fyri náttina. Komin upp á deildina bað sjúkra­ røktarfrøðingurin, sum tók í móti, orsaka at eg mátti liggja á gongini, tí har var onki pláss á seingja­ stovunum. Vaknaði týs­morg­un­in tá røktarstarvsfólkið gjørdu klárt til dagin, eg var komin at liggja beint út fyri vaktarstovuna, og kundi á tann hátt fylgja við í tí, sum skuldi takast hond um. Við at liggja har væl ballaður í songini, fekk ein knappliga fyrsta floks innlit í órímiligu arbeiðsumstøðunum, sum hava ført til so stóra ónøgd á Lands­sjúkrahúsinum. Starvsfólkið verður sett í eina arbeiðsstøðu, har tey ikki hava møguleika til at veita eina tæn­ astu og umsorgan, sum tey kunnu standa inni fyri. Økta talið av sjúklingum leggur eitt stórt trýst á starvsfólkini, tí tey skulu taka sær av munandi fleiri fólk­um innan trongar karmar, og yvir­beleg­ning­ urin hevur til dømis ført til, at tey eru noydd til at hava viðgerð av sjúklingum, eisini av persónligum slagi, í hospitalsgongini, og hetta er hvørki nøktandi fyri sjúklingar ella starvsfólk. Eg kundi tíbetur koma heim týs­ kvøldið, og vónaði at tað mink­aði um plásstrotið fyri hinar sjúk­ling­ arnar. Onnur vóru ikki so heppin, eg frætti meira ella minni av tilvild at ein eldri maður, sum gongur móti teimum 90 árunum, bleiv sendur til Klaksvíkar Sjúkrahús, hetta meðan hann fekk sterkan heilivág, sum gjørdi at hann ikki var klárur í høvdinum. Kona hansara royndi at gerða starvsfólkunum greitt, at tað bar ikki til at senda hann norður, tí har hevði hon ikki møguleika fyri at vitja hann, og hann hevði heilt greitt brúk fyri hennara stuðuli. Har var bara onki at gera, maðurin, sum ikki var førur fyri at tala sína sak sjálvur, bleiv sendur norður til Klaksvíkar líka mikið hvat hon segði. Tað er greitt, at neyðugur pen­ ingur ikki verður játtaður til rakst­ ur, tá sjúkrahúsið ár um ár noyð­ist at steingja deildir í fleiri vik­ur fyri at spara, og tað er ein stór ábyrgd á herðunum á nýggju lands­stýris­ kvinnuni fyri heilsu­mál, at fáa hetta í rætt lag, so har verða nøktandi umstøður á landssjúkrahúsinum. Virðismikil starvsfólk á so at siga øllum deildum siga upp, tí tey ikki longur kundi standa inni fyri um­ støðunum, sum tey noyðast at ar­beiða undir. Tey sum eftir eru mugu fáa eina vón um at støðan bat­nar. Tí vil eg heita á lands­stýris­ kvinn­una í heilsumálum um at taka hetta álvarsmál upp skjótast gjør­ligt. Støðan á Landssjúkrahúsinum má takast í álvara