mánadagur 19. oktober 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
LÍV søkir eftir
tryggingarnæmingi
Til Kundadeildina á Lív sóknast vit eftir
tryggingarnæmingi at byrja skjótast gjørligt
LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir.
Starvsøkið
Sum tryggingarnæmingur á Kundadeildini
verður tú partur av toyminum, ið stendur
fyri umsitingini av eftirlønum og samskiftinum
við viðskiftafólk okkara. Í tøttum samstarvi við
tínar starvsfelagar verður tú við til at tryggja
bestu tænastuna og loysnina til viðskiftafólkið.
Um teg
Vit vænta, at tú ert framsøkin, íðin og hevur
sjálvstøðugt arbeiðslag. Harumframt vænta
vit, at tú hevur góð samstarvsevni. Tú fert
at samskifta við kundar, og tí vænta vit, at
tú ert væl fyri í talu og skrift. Útbúgvingin
tekur tvey ár og gevur breiðan førleika innan
trygging og pensjón. Eftir lokna útbúgving
sum tryggingarnæmingur er møguleiki fyri
framhaldandi útbúgving innan tryggingarøkið.
Tú skalt hava students-, HF-, ella HH-prógv.
Umsóknir og umsóknarfreist
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og
øðrum skjølum skulu sendast til:
LÍV
Stjórnarskrivstovan
Kopargøta 1
Postsmoga 206
110 Tórshavn
ella liv@liv.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 20. oktober 2015.
Meira at vita?
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við Bartal Kass, kundaleiðara, bartal@liv.fo
ella 231113.
Kopargøta 1
P.O. Box 206
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tlf. +298 31 11 11
Fax. +298 35 11 10
www.liv.fo
Vælkomin í høllina á Hálsi til jólasøluna
hjá Føroya Heimavirkisfelag.
Her finnur tú alskyns heimavirkaðar vørur, eins
og forkunnugar jólagávur til tíni kæru.
Eisini er møguleiki at njóta okkurt gott til matna,
eins og drekkamuður verður til keyps.
Opið er:
Leygardagin 22. nov. frá kl. 10.00 – 19.00
Sunnudagin 23. nov. frá kl. 14.00 – 19.00
Ókeypis atgongd
GG: Til ber ikki at gjalda við korti
Føroya HeimavirkisFelag
Jólasølan 2015