Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hitaveltan í Kollafirði gav sjey fold Sundakórið sá dagsins ljós á vári í 2003, og kórið hevur verið virkið síðan tá. Nú kórið byrjar at venja aftur, eru øll sangáhugaði vælkomin at vera við. – Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sálarsjúku, sigur Tormóður Stórá Í samband við virksemið hjá Øki­spsykiatriini í Norð­ s­treymoy, fer Psyki­atr­iski Depilin næstu mán­að­ir­nar at skipa fyri eini røð av fyrilestrum í Fe­lags­skúl­ anum á Oyrar­bakka. Ætlanin er at hava fimm fyrilestrar, har fokus verð­ur sett á sálarheilsu og sálar­ sjúk, hvørji eyðkennini eru, hvar fólk kunnu venda sær, og hvør hjálp er at heinta. Fyrsti almenni fyrilest­ ur­in í røðini verður í Felags­ skúl­anum á Oyrarbakka hós­ kvøldið 22. oktober klokkan 19. Tað verður Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska Deplinum, sum fer at røða um evnið. Høvið verður eisini at seta spurningar. – Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjør­ ligt, um talan er um sálar­ sjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð, sigur leiðandi yvirlæknin og serlæknin innan psykiatri, Tormóður Stórá. vilmund@sosialurin.fo Ymiskt er, hvussu seyður verður merktur, so eigarin kann kenna seyðin aftur. Her á rættini gongur ein ær við einum lyklaringi og lykli í vinstra oyra Oggi í Løkshøll í kvøld Í kvøld fer Oggi Lam­ hauge, listamaður, at greiða frá før­ oyskari listasøgu í Løkshøll í Runavík. Oggi hevur mál­að málningin »Reins­ djóra­skav«, ið prýðir plakat og faldara til mentanar­vik­ una Skýming. Hetta er ein frásøgn og myndaframløga fyri øll, sum hava hug at verða við. – Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Løks­høll í kvøld klokkan 19.30, siga tey sum standa aftanfyri mentanar­ vikuna í Runa­ víkar komm­unu. vilmund@sosialurin.fo Sálarheilsa á Oyrarbakka Vilmund Jacobsen – Tú ert í so knappur við avtrekkjaranum! Tað helt Bjarni Petersen, skipari í Kollafirði, tá In.fo herfyri skrivaði, at hita­ veltan í Kollafirði ikki hevði fruktað serliga væl, men at eplini vóru bæði stór og góð. Herfyri var øll veltan tik­ in upp, og nú úrslitið fyri­ liggur sær kortini ikki so galið út. Sonevnda hitaveltan, sum Bjarni Petersen í Kolla­ firði hevur havt í summar, hevur havt slangur liggjandi við heitum vatni úr holinum, sum borað varð í Kollafirði fyri eini tíð síðan. Sjey fold Herfyri vórðu tey seinastu eplini tikin upp úr veltuni, og nú tá alt kemur til alt, hevur fruktin slett ikki verið so galin. – Úrslitið er 11 sekkir av góðum eplum. Vit settu 1,5 sekk niður, so hetta er umleið sjey fold í nøgd, sigur Bjarni Petersen. Hann heldur, at hetta er heilt á góðari leið - ikki minst, tá hugsað verður um, at fleiri tepurt hava fingið setuna aftur. Gróðurin kom seint í ár, og hetta vísir seg eisini aftur í færri og verri lombum, nú fjall og fletting hevur verið fyri. – Sum heild verður ikki latið væl at eplagrøðini í ár, so eg eri bara væl nøgdur við grøðina í hitaveltuni. Seyðagonga Bjarni Petersen sigur, at eplini í hitaveltuni ikki vóru so nógv í tali, men tey eru stór og góð. – Vit settu eplini niður 20. mai, men ein heil seyða­ gonga gekk í veltuni líka til endan av mai mánaði, sigur skiparin í Líðini í Kollafirði. - Vit settu eplini niður 20. mai, men ein heil seyðagonga gekk í veltuni líka til endan av mai mánaði, sigur skiparin í Líðini í Kollafirði, Bjarni Petersen, sum í summar hevur gjørt royndir við sonevndari hitaveltu