Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 146 - 5. august 2004 KÍ liðformaðurin heldur, at hann og liðfelagarnir áttu at havt syrgt fyri tryggum sigri, áðrenn teir í síðstu løtu fingu brotsspark ímóti sær og harvið mistu sigurin B68–KÍ Jóannes Hansen KÍ liðformaðurin, Atli Danielsen, var serliga harmur, eftir at mjørka- stríðið var liðugt. – Vit mugu staðfesta, at vit hava ikki marginalirnar við okkum í ár. Henda dyst- in áttu vit at havt vunnið. Vit áttu at havt skorað í hvussu so er eitt mál aftur- at. Vit kendu okkum ikki hóttar, men tá ið vit so fingu brotssparkið ímóti okkum, var so lítið av tíð eftir, at vit ikki høvdu møguleika at koma aftur- íaftur. Brotssparkið varð dømt ímóti tær? – Eg helt meg temja bólt- in við økslini. Tað geri eg so ofta, og tað plagar ikki at verða dømt ímóti tí. Tá ið eg hevði sparkað bóltin burtur, kom flaggið spaku- liga upp hjá linjuverjanum, sum frammanundan hevði verið sera ótryggur. Mest harmuligt er tað, at eg nýtt- ist yvirhøvur ikki at havt tamt bóltin. Aftaná havi eg fingið at vita, at eingin av mótstøðuspælarunum var í nánd av mær, so eg kundi bara havt latið bóltin farið aftur til Jákup Mikkslen, staðfestir Atli Danielsen, sum er fluttur av framrætt- aða og á verjukenda mið- vallarplássið, eftir at veter- anurin Jan Joensen orsaka av skaða í lærkrikanum er givin at spæla. Eftir sovorðið úrslit ásannar Atli, at tað er minni hugaligt at fara undir fyri- reikingarnar til B36 dystin á heimavølli, enn tað hevði havt verið, um KÍ hevði havt vunnið. – Vit mugu royna at toga okkum uppaftur. Um vit høvdu havt vunnið á Toft- um, høvdu vit kanska havt møguleika at blanda okkum í toppin. Nú skal nógv ganga við, um tað skal eydnast. Men vit eiga nógvar marginalar til góða. Tað eru bara vit og HB, sum bara hava tapt ein dyst. Hjá okkum hevur tað verið kostnaðarmikið, at vit so sjey ferðir hava spælt javnt, og soleiðis var tað aftur hesa ferð. Nú mugu vit vóna, at tað fer at koppa okkum til fyrimunar. Tað var óivað royndasta verjan í føroyskum fótbólti í mong ár, sum B36 mynstraði í dystinum á Eiði týskvøldið ROYND VERJA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað man verða ógvuliga sjáldsamt, at eitt føroyskt lið stillar við fýra leikarum í verjuni, sum tilsamans hava leikt ikki færri enn 148 dystir á føroyska A- landsliðnum, men hetta var tó veruleiki týskvøldið, tá ið B36 vitjaði EB/Streym á Eiði. Teir fýra í verjuni hjá B36, Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Johannus Joensen og Jens Kristian Hansen eru millum roynd- astu leikararnar í bestu føroysku deildini, og allir fýra hava teir í mong ár verið trúgvir í føroyska l a n d s l i ð s h ó p i n u m . Royndastur av teimum fýra er Allan Mørkøre. Klaks- víkingurin hevur leikt 54 landsdystir, men nú er nak- að síðani, at hann leikti tann seinasta av hesum. Fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum, Jens Kristian Hansen, hevur 44 ferðir umboðað Føroyar í altjóða a-landsdysti. Miðverjarnir báðir, Pól Thorsteinsson og Johannus Joensen, hava leikt ávíka- vist 32 og 18 landsdystir, men hesir báðir eru fram- vegis fastur partur av lands- liðshópinum og fáa tí óivað økt um sítt dystartal. Liðskiparin hjá KÍ, Atli Danielsen, iðraði seg eftir dystin móti toftamonnum um, at sigurin hjá KÍ glapp á stokkinum savnsmynd Trygvi Mortensen heldur, at tað vóru ikki umstøður at spæla á Svangaskarði týskvøldið, og at tað fyri royndina at sleppa undan niður- flyting var rættuliga týdningarmikið, at teir fingu stig B68–KÍ Jóannes Hansen Tað vóru ikki líkindi at spæla. Dysturin átti at havt verið útsettur. Sum venjari havi eg ongantíð upplivað at verið so hjálparleysur, sum eg var hesa ferð. Eg sá bara helvtina av vøllinum, og tískil visti eg ikki, hvat gekk fyri seg í hinum borð- inum, og hvat vit møguliga skuldu broyta. Hetta sigur B68 venjarin, Trygvi Mortensen, sum av- gjørt einki hevði havt ímóti, at tað dysturin varð útsettur til mikukvøldið. – Tá ið alt kom til alt, so eri eg sera fegin um, at tað eydnaðist at fáa stig. Eg haldi, at vit sýndu rættan hugburð og stóðu einki aftanfyri klaksvíkingarnar, og fyri næstu ferðirnar hevði tað rættuliga stóran týdning, at vit fingu nakað burturúr. Væntar tú at sleppa undan niðurflytingini? – Tað fer at vísa seg. Undir venjingunum og aftur ímóti KÍ sýndu spæl- ararnir avgjørt hugburð, sum ber møguleikar í sær. Men tað er greitt, at tað verður neyðugt at stríðast samstundis, sum eg haldi, at tað leikliga gongur rætta vegin. Á B68 liðnum týskvøldið var bara ein av trimum nýggjum brasiliumonnum. B68 venjarin sigur, at teir høvdu roknað við, at annar av hinum báðum eisini skuldi havt verið við, men at pappírini vóru ikki komin úr Brasilia. Í kvøld fer B68 at spæla venjingardyst á Svanga- skarði ímóti U–19 lands- liðnum. Tá er ætlanin, at nýggju brasiliumenninir skulu fáa høvi at vísa, hvat teir eru førir fyri á vøllin- um. So fæst at síggja, hvussu tað verður, tá ið B68 í vikuskiftinum skal til Gøtu at spæla. Atli iðrar seg 148 landsdystir í B36-verjuni B68 venjarin hevur gott mót Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 9 6 - 2 - 1 22 9 13 20 2 B36 10 5 - 3 - 2 21 12 9 18 3 Skála 9 5 - 2 - 2 20 10 10 17 4 KÍ 11 3 - 7 - 1 16 12 4 16 5 NSÍ 9 4 - 3 - 2 14 11 3 15 6 EB/Streymur 11 4 - 2 - 5 17 15 2 14 7 GÍ 10 4 - 2 - 4 15 20 -5 14 8 VB 9 3 - 4 - 2 13 10 3 13 9 ÍF 10 1 - 1 - 8 14 34 -20 4 10 B68 10 0 - 2 - 8 7 26 -19 2 Pól Thorsteinsson mannaði saman við Allan Mørkøre, Johannus Joensen og Jens Kristian Hansen verjuna hjá B36 móti EB/Streymi týskvøldið, og tað man óivað verða royndasta verjan í føroyskum fótbólti í mong ár savnsmynd C M Y K 20 Nr. 146 - 5. august 2004 21 21