Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 C M Y K 19 18 18 SUMMAR FESTIVALUR 2004 SUMMAR FESTIVALUR 2004 Sigrið & Gunnar Inniligur gospel- tónleikur Sigrið Rasmussen og Gunnar Gutte- sen hava rúnar- bundið, tá tey bæði hava fram- ført gospeltónar eina á palli. - Tað er ikki lætt, men hinvegin gerst tónleikurin skjótt vakur, tá bert tvey ljóðføri eru at taka til, sigur Sigrið – Talan er um eina gospel event, har eisini t.d. ein av tiltiknu Samuelson brøðrunum er við, sig- ur Sigrið Rasmussen fegin og bilsin, tá eg spyrji, um tað ikki kann sigast, at Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen kunnu roknast sum eitt av høvuðsnøvnunum til hesa hending á Summar- festivalinum í Klaksvík. Sigrið, sang, og Gunnar, klaver, hava bergtikið og havt fullsett hús, tá tey í eini 4 - 5 ár hava havt hendinga konsertir í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Og á Summarfestivalinum verður aftur ein av hesum ráru konsertum við teimum báðum, sum í løtuni fyrireika seg til konsertir í Danmark. –Talan verður um løg sum »Joshua«, og »Rock of my Salvation«, sigur Sigrið um skránna á Summarfestivalinum. Men hvussu byrjaði henda duettin? – Ja, tað byrjaði við, at eg jú helt tað vera stutt- ligt at framføra saman við dugnaligum tónleikar- um, sigur Sigrið, sum í Noreg og Europa kom langan tein innan gospel og populeran tónleik annars. – Men nú eg hugsi meg um, so byrjaði tað veru- liga, tá eg og Gunnar høvdu eitt innlegg í einari konsert, sum United Voices hevði í 1998. Síðani hava vit framført í 2002 og í 2004, og vit halda fram, sigur Sigrið Rasmussen, sum umframt at hava framúr rødd, eisini leikar fiól. – Fólk hava sagt, at tey veruliga njóta, at tað bert eru tvey ljóðføri at lurta eftir, rødd og klaver, men tað er eisni sera krevjandi, at tað bert eru hesi ljóðføri, sigur Sigrið, sum tó leggur afturat, at júst hetta, at tónleikurin er so berur, skjótt ger løtuna vakra. – Tað kann vera strævið og krevjandi, haldi eg, men Gunnar tykist ikki at hava nakran trupul- leika hesum viðvíkjandi, flennir Sigrið Rasmus- sen. Arnfríð Lützen Arnfríð Lützen er ein fan- tastisk songkvinna, sum seinnu árini hevur verið við á ymiskum útgávum og hevur sungið til konsertir. Arnfríð var blaðung, tá ið hon vann sangkappingina Ársins Songrødd, og síðani hevur hon verið nógv brúkt í studio, umframt at hon hevur sungið á konsertum og til ymisk tiltøk. Arnfríð hevur sungið sangir hjá eitt nú Kulum Rótum, sum hava staðið fyri nakað av tí best umtókta føroyska barna- og ungdómstónleiki- num seinnu árini, men hon syngur eisini á fleiri øðrum útgávum – eitt nú á føroysku Afzelius- fløguni, á Valskapt Brek og onkrari útvarpsfløgu. Hennara framúr evni sum sangari gera hana føra fyri at syngja nógvar ymsikar stílar, og tað fer framførsla hennara á Summar Festivalinum eis- ini at verða prógv um. Petsi Tvørfoss Mest når det er regn. Soleiðis kallaðist sangurin, sum Petsi Tvørfoss sang í danska Grand Prixnum fyrr í ár. Petsi stóð seg sera væl, og hesi sangurin hevur ver- ið nógv spældur í Føroyum síðani. Nú verður hetta ein av sangunum, sum Petsi fer at syngja í Klaksvík. Hvat ein sangur um regn skal gera á Summar Festivalinum í Klaksvík er ein góður spurningur, men vónandi fær hann einki við veðrið at gera. Petsi Tvørfoss hevur búð í Danmark í meira enn ellivu ár, og tað er helmingurin av lívi hennara. Hon hevur seinastu árini gingið á tónleikaskúla, og tað er ikki av tilvild, at tað er tónleikurin, sum hevur ført Petsi fram – og enn einaferð til Føroya. Seks ára gomul sá hon Sissel Kirkjubø í sjón- varpinum og fann út av, at tað ber at liva av at syngja, og líka síðani hevur hon droymt um at sleppa at liva av at syngja – Eg kundi gott hugsað mær at flutt aftur til Før- oya. Men skal eg menna meg innan tónleikin, so má eg verða verandi í Danmark. Tað eru ikki teir somu møguleikarnir í Føroyum sum í Danmark, heldur Petsi Tvørfoss. Hon fer at spæla saman við føroyskum tónleik- arum á festivalinum. DJ Cool Martin Kjærbo er maðurin, sum vendir plátum undir navninum DJ Cool, og hann er ein tann best umtókti føroyski plátuvendarin nógvu seinnu árini. Hann hevur verið í markini síðani 1992, og hann er framvegis sera virkin. Tað fer næstan ikki eitt vikuskiftið afturum, uttan at DJ Cool er onkrastaðni og undirheldur fólki á dansigólvi. DJ Cool hevur havt nógvar spennandi uppgávur hesi 12 árini, hann hevur verið virkin. Hann hevur hitað upp fyri nøvn sum Nik & Jay, S.O.A.P., DJ Aligator, og so hevur René Dif úr Aqua eisini vent plátir saman við honum til eitt tiltak í Havn. DJ Cool spælir sera fjølbroyttan tónleik. Alt frá stillum føroyskum tónleiki til pumpandi techno úr europeiska dansiheiminum. Tónleikurin, sum DJ Cool velir, skal passa til fólkini, sum eru í dansi, og tað dugir hann sera væl at finna fram til. So tað verður einki latið upp til tilvildina, tá ið fólkini í dansi á Summar Festivalinum skulu undirhaldast! Guðrun Sólja Jacobsen Tað var eitt fantastiskt avrik, tá ið tann ókenda songkvinnan av Tvøroyri fyri næstan tveimum ár- um síðani gjørdi bart í sangkappingini Stjørna í eitt kvøld, sum Dan- marks Radio skipaði fyri. Guðrun Sólja Jacobsen var tikin út millum hundraðtals sangarar, og hon vísti seg bæði at duga at syngja og at hava rættiligt fólkatekki. Dómarunum dámdu hana sera væl, og fólkið flokkaðist um hana, tá ið tað skuldi atkvøðast í kappingini. Tá ið finalan varð hildin fyri opnum skíggja, var Guðrun í einum flokki fyri seg, og hon vann við sanginum «Promise Me«. Hetta gjørdist byrjanin til eina yrkisleið sum sangari, og Guðrun hevur síðani givið eina fløgu út í Danmark, sum seldi sera væl, og hon hevur sungið nógv á konsertum og til ymiskt tiltøk. Nú er hon í holt við næstu fløguna hjá sær, sum skal koma út í heyst, og umframt framførslurnar, sum hon hevur í Danmark hesa ársins tíð, verð- ur hon sjálvtsagt við á fyrsta Summar Festivali- num í Klaksvík. Brandur Enni Føroyska tannáringa- idolið hevur verið nógv frammi seinastu tvey ár- ini. Brandur hevur givið tónleik út á fløgu, hann hevur spælt á konsertum og í útvarps- og sjón- varpssendingum, og hann hevur eisini verið nógv frammi uttanlands. Brandur er ein sera gávaður performari, sum dugir at syngja, dansa, spæla og undirhalda fólki í øllum aldri. Tónleikurin hjá honum verður framleiddur av kendum framleiðarum, og sangirnir verða skriv- aðir av okkara fremstu poppkomponistum - tá Brandur altso ikki sjálvur skrivar. Brandur er ein trygd fyri einum góðum showi, tá ið hann er á pallinum. Á Summar Festivalinum verður fangandi popptónleikur fyri ung sum gomul á skránni, og kenna vit Brand rætt, so liggur hansara partur ikki eftir á festivalinum. Trølla Pætur og Angela Børnini fáa sjálv- sagt eisini gott undirhald á Summar Festivali- num. Leygardag- in verður stóra útitiltakið sett í gongd við barna- showi, har Angela, Trølla Pætur og Trølla Omman fara at undirhalda. Tá ið Trølla Omman er blandað uppí nakað, so er futtur í, og soleiðis verður tað eisini hesaferð. Trøllini hava verið í rættiligum stevnuhýri í summar, og tey hava ferðast kring landið og sett sín dám á nógvar summarstevnur. Hetta hevur verið sera væl umtókt av børnunum, og nú leggja trøllini leiðina fram við í Klaksvík. Saman við trøllunum hevur Angela, sum er kend frá barnasendingunum í sjónvarpinum, eisini verið við, og hon roynir sítt frægasta at halda stýr á teimum óstýriligu trøllunum, sum altíð hava onkur góð hugskot – ja, kanska í so góð hugskot. Stuttliga undirhaldið við Angelu og Trølla Pæturi er nakað av tí besta, sum børn kunnu fáa av før- oysku barnaundirhaldi, og tey vaksnu nýtast heldur ikki at smæðast, tí tey fáa við vissu eisini okkurt at flenna eftir. Elton John Jam Bretski tónasmið- urin og tónleikar- in Elton John er ein legenda innan popptónleikin, og hann hevur í fleiri ártíggjund havt stór hitt kring heimin. Sangir sum Yellow Brick Road, Nikita, Candle in the Wind, I'm Still Standing og nógvir, nógvir aðrir sangir hava eisini verið tráspældir í Føroyum. Nú hevur ein føroyskur tónleikabólkur sett sær fyri at spæla sangir hjá Elton John, og tað gera teir framúr væl. Elton John Jam hevur bara havt eina framførslu áður, og tað var ein brakandi succes. Sangarin Kim Hansen hevur Elton John sum eina av sín- um stóru fyrimyndum, og hann er eisini ein framúr tulkari av sangum hjá Elton John. Nú hava hann og restin av manningini í Show- menn vant sangir hjá Elton John, sum teir fara at spæla á Summar Festivalinum. Talan er um góð- ar og kendar sangir hjá tí fantastiska bretska tónasmiðinum. Elton John Jam: Kim Hansen (Sang og ljómborð), Johannus á Rógvu Joensen (bass) Jens Marni Hansen (gittar) og James Olsen (trummur) Credo Credo er spenn- andi gospelbólk- ur úr Klaksvík, sum spældi fyri fyrstu ferð alment á Gospel Prix- num í 2003. Tón- leikararnir í bólkinum hava eisini spælt við øðrum bólkum og gera tað lutvíst enn. Eitt av endamálunum við Summar Festivalinum er at geva lokalum tónleikarum í Klaksvík møgu- leikan at standa á einum stórum og spennandi palli, og á tann hátt at stimbra tónleikalívið, og hesaferð eru boð eftir Credo. Teir fara at spæla saman við teimum stóru før- oysku og útlendsku stjørnunum á festivalinum. Credo hevur spælt til ymisk tiltøk hetta seinasta árið, og teir skriva tónleik sjálvir. Talan er um melodiøsan popptónleik. Credo er: Hans Andrias Olsen (sang), Leivur Vi- talis (bass og kór), Jóel Bringsberg (trummur), Al- vin Ellebye Andersen (keyboard) og gestatón- leikarin Johan Magnus Olsen (akk. gittar) Showmenn Bólkurin Showmenn er helst best spæl- andi føroyski dansi- bólkurin í løtuni. Nakrir av teimum mest royndu før- oysku popp- og rock- t ó n l e i k a r u n u m manna bólkin, og tað er ein fragd at hoyra, hvussu væl samanspældir teir eru. Kim Hansen er oddamaður í bólkinum, men hinir tónleikarar hava allir stóran týdning fyri tónleikin og framførslurnar, og teir duga sera væl at supplera hvønn annan á pallinum. Her er veruliga talan um dygd, og bólkurin spælir bæði sangir, sum limirnir í bólkinum hava skrivað, og sangir hjá øðrum. Teir fevna sera breitt, og teir duga altíð at máta hitan millum fólkið og geva teimum tað, sum tey næstan bara kunnu droyma um at fáa frá øðrum bólkum. Showmenn: Kim Hansen (Sang og ljómborð), Johannus á Rógvu Joensen (bass), Jens Marni Hansen (gittar) og James Olsen (trummur) Torkil Mørkøre Torkil Mørkøre er evnaríkur gospeltónleikari úr Klaksvík. Hann hevur sungið nógv til gospel- tiltøk, møti og onnur tiltøk kring landið, og í 2000 gav hann út eina fløgu. Hendan fløgan var lutvíst tikin upp í USA, og á fløguni, sum kallast »A Matter Of Time«, er framúr góður gospeltón- leikur. Torkil hevur verið virkin í samkomuni Betesda í Klaksvík, og har hevur hann millum annað verið við í øllum tiltøkunum við Yngru Kvartettini, sum hann er ein partur av. Tá ið Torkil fer at spæla á Summar Festivalinum verður góður og fangandi gospeltónleikur á skránni. Johan í Kollafirði Tað er trupult at skulu lýsa persónin Johan í Kollafirði í einum stuttum teksti sum hesum, ja, tað er næstan vónleyst. Johan í Kollafirði er ein føroyingur, sum eingin annar før- oyingur er. Hann er multikunstnari, politikari, pápi, undirhaldari, útvarpsmaður og mangt annað. Á Summar Festivalinum er tónleikurin í mið- deplinum, og her kann Johan í Kollafirði verða við uttan at smæðast. Hann hevur havt fleiri sangir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Kendasti sangurin er sjálvandi »Í Kollafirði er ikki so galið«, men í summar hevur Johan ligið ovast á 15 teimum bestu við sanginum »Eg sá ein mann í Hirts- hals«. Hann hevur eisini gjørt annan tónleik, sum føroyingar kenna. Johan í Kollafirði var rættiliga í andglettinum undir valstríðnum til seinasta løgtingsval, og tá vísti hann enn einaferð, at hann dugir at venda teimum flestu málunum á høvdið – á ein undir- haldandi og skemtiligan hátt – og fáa fólk at hugsa seg um. Johan í Kollafirði verður eitt frískt og stuttligt innslag á Summar Festivalinum. Terji Rasmussen Klassikarar og minni kent tilfar á skránni Tá Terji Rasmussen fer á pall í KÍ-høllini í samband við Summarfestivalin, so verður talan um eitt tyssi av øllum teim klassikarum, ið hann hevur prýtt føroyska lagalandslagið við í mong ár. Men eisini minni kent og spælt tilfar verður at hoyra, tá Terji fer at blaða í sangbløðunum frá tíðini við Føstufressum, Moirae og Eyðun & Terja Tá Terji saman við Showmonnum trínur á pall á Summarfestivalinum, so verður talan um klassikarar og dygd. Terji fer at blaða í sangbløðum frá tíðini við Føstufressum, Moirae og tíðini, tá fløgan hjá honum og Eyðun kom út. Teir báðir hava annars spælt saman meira og minni øll hesi ár. – Talan verður um kent tilfar, men eisini nakað av tilfari, sum ikki hevur verið at hoyra so ofta á palli, sigur Terji. Hann nevnir frá Føstufressum løg sum »Lívið er okkara gáta«, »Á ferð til dreymaland«, »Ljóð- mynd« og »Kvøld á Tinganesi« og frá Moirae ikki so ofta spæld løg á palli, sum t.d. »Oman- eftir og Niðaneftir« og »Myndugleikin«, men so eru eisini tey ofta spældu á palli, so sum »Eg flýggi til tónleikin« og onnur og frá fløguni við Eyðun og Terja verða »Handan mjørkan« og onnur kend løg at hoyra. Terji hevur í stóran mun verið við til at myndað føroyska tónleikapallin í eini 20, ella moirae(!), og eisini á palli hevur hann sermerkt seg við dugnaligari framførslu. Útgávan við Føstufress- um hevur verið kosin sum ein hin stinnasti varð- in í føroyskum útgávuhøpi og Terji hevur verið við í so mongum samansetingum á palli og á út- gávum, t talan í veruleikanum er um ein tónleik- ara, sum ikki er atbkoma uttanum, tá tað ræður um føroyskt tónleikalív í fremstu røð. Og talið av sangum, ið eru vorðnir fólkaogn, tal- ar eisini sítt klára mál. Her er ein tónleikari og sangari, sum hevur fólki við sær og væntandi verður tað júst hetta, ið kemur at merkja kvøldið við Terja og Showmonnum í KÍ-Høllini. Um Eyðun Nolsøe kemur á pall hesaferð, nú hann er í Klaksvík saman við Frændum ís sam- band við Summarfestivalin, veit Terji eini um. – Nei, eg veit einki um nakra slíka ætlan og tað er eisini nakað síðani eg havi tosað við Eyðun, men hann er samanm við Frændum á Summar- festivalinum, so óivað fara vit at hugan okkum saman aftaná, sigur Terji.