Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2004 19 KÍ misti sigurin á stokkinum, tá ið púra óneyðugt brotsspark varð dømt ímóti teimum í øllum mjørkanum á Svanga- skarði B68–KÍ Jóannes Hansen Hóast tað framvegis var kjaft svart í mjørka, so sást væl, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, hvørjir fóru undir brúsu við sigurskensluni, og hvørjir teir vóru, sum bóru kensl- una av, at teir høvdu tapt. Hvørgin parturin hevði fingið fult, og hvørgin hevði tapt alt. Klaksvíkingar mistu sig- urin á stokkinum. Tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, legði KÍ seg á odda. Umleið á mið- strikuni tøvdi B68 miðverj- an við at rudda burtur. Jac- ob Bymar smeyg sær ímill- um tveir toftamenn, setti ferð ímóti málinum, var nóg skjótur at halda mót- støðumenninar aftanfyri seg og var nóg kaldur, tá ið málverjin kom út ímóti, at seta framvið honum. Hesa løtuna heevði KÍ gott tak á spælinum. Teir funnu hampuliga væl hvønn annan, og tað var ikki nógv, sum bendi á, at heimaliðið skuldi koma afturíaftur. Men síðani gekk tað, sum tað so ofta plagar at gera. B68 útskift- ingar bendu á, at teir spentu álopsbogan. Alt meiri gekk fyri seg á KÍ helvtini, og í einum føri var um reppið, at B68 fekk mál. Øssur Hansen legði innfyri úr vinstru, og Jóhan Petur Poulsen stútaði úr góðari og uppum. At B68 flutti alt meiri fólk fram hevði við sær, at KÍ í skjótálopum fekk fleiri møguleikar. Innskifti Julian Samuelsen fekk kanska tann besta, tá ið hann úr eitt sindur í høgru lyfti upp um málverjan, sum var komin út ímóti, men bólturin fór dygst uttanfyri stólpan. Í aðrari støðu vóru tveir klaksvíkingar leysir undir málinum, men innleggið var ikki nóg neyvt, og so spurdist einki burturúr. Tá ið KÍ ikki megnaði at fáa fleiri mál, vórðu teir dyggiliga sektaðir, tá ið teir fingu mál ímóti sær. Atli Danielsen tamdi og spark- aði burtur, og so hevði linjuverjin flaggið á lofti. Hann segði dómaranum, at liðformaðurin hjá KÍ hevði brúkt armin at temja bóltin við, og so peikaði dómarin á brotssparksblettin. Ander- son, sum var einsamallur brasiliumaður á vøllinum, var tryggur úr ellivu metr- um. So var 1–1. B68 spælararnir stór- fegnaðust um, at tað hevði eydnast teimum í fyrstu royndini eftir summar- steðgin at tvífalda úrtøk- una, sum teir fingu í øllum teimum níggju royndunum undan summarsteðginum. Avfallið var nógv, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og áskoðararnir trilvaðu seg í mjørkanum fram til bilar og bussar. Smyril í mjørka Myndin er tiltikin, tá ið søldfirðingurin sýndi máln- ingin, sum hann segði var av Smyrli (tá var tað Smirli) í mjørka. Nakað soleiðis var tað á Svangaskarði týs- kvøldið. Fyri áskoðararnar er tað rættuliga ørkymlandi og lítið hugaligt at royna at fylgja við, tá ið so lítið sæst av vøllinum. Tað kundi hugsast, at spælararnir høvdu somu kensluna, men teir skulu eiga, at teir spældu av lívsins kreftum. Leikliga var fyrra umfar- ið lakari, men tá vóru ein- stakir góðir málmøguleikar. Tann besta hjá heimalið- num fekk Anderson. Røttu megin rangstøðumarkið gjørdist hann púra leysur, fór framvið Jákupi Mikkel- sen, sum kendi seg noydd- an at leypa út, men tá ið tað gjørdist heldur spískt, legði Anderson aftur til ein av viðspælarunum, sum smekkaði til, men tá stór- bjargaði Jákup Mikkelsen. Besta KÍ møguleikan fekk Jacob Bymar, sum sendi í stólpan. B68–KÍ 1–1 (0–0) 0–1: Jacob Bymar 56. 1–1: Anderson br 88. Dómari: Odmar Andrea- sen B68: Jazek Przybylski – Ronnie Svalbard (Kristian Anton Andreasen, 75.), Oleif Joensen, Kári Sig- vardsen, Øssur Jacobsen – Jóhan Petur Poulsen, Bogi Petersen (Ovi Magnussen, 87.), Øssur Hansen, John Heri Dam – Stanislav Stan- kov, Anderson (Jóhan Dáv- ur Højgaard, 90.) Gult kort: Øssur Jacob- sen, John Heri Dam, Stani- slav Stankov KÍ: Jákup Mikkelsen – Jan Andreasen, Ovi Nysted, Niclas Niclasen, Marek Wierzbicki – Leon Bjarta- líð, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein (Anhold Joensen, 60.), Símun Joensen – Er- ling Fles (Julian Samuel- sen, 67.), Jacob Bymar Gult kort: Ovi Nysted B68 tvífaldaði sína úrtøku Brasilumaðurin Anderson skýtur her sítt fyrsta mál fyri B68, tá ið hann í seinasta minutti javnar til 1-1 og tryggjar hervið toftamonnum sítt næsta stig í landskappingini. mynd: Maria Olsen Greytasvart var í mjørka á Svangaskarði týskvøldið, og trupult var hjá bæði áskoðarum og leikarum at síggja, hvat fór fram á vøllinum. Mynd: Maria Olsen 19 18 Nr. 146 - 5. august 2004 Við tveimum málum innan fyri ein góðan minutt stutt fyri hálvleik avgjørdi eitt munandi broytt B36- lið dystin móti EB/Streymi á Eiði týskvøldið EB/STREYMUR-B36 Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Venjarin hjá B36, Jóannes Jakobsen, hevði gjørt mun- andi broytingar á liðnum hjá sær, áðrenn farið varð á vøllin til dystin móti EB/Streymi á Mølini týs- kvøldið. Havnarfelagið hevur mangan havt tað trupult av felagsliðnum, men hesaferð hevði B36 tamarhald á støðuni at kalla allan dystin. Tróndur avsettur Mest óvæntaða broytingin á liðnum hjá B36 mundi óivað verða, at vanligi mál- verjin, Tróndur Vatnhamar, var koyrdur út á beinkin, og í staðin stóð Magnus Poulsen millum stengurnar. Magnus hevur áður vart málið hjá B68, men hevur sínar røtur í B36. Haraft-ur- at var Klæmint Matras við millum teir fyrstu ellivu fyri fyrstu ferð í ár, meðan menn sum Bárður Mortans- son, Arnbjørn Danielsen, Ronnie Samuelsen og Jens Erik Rasmussen ikki vóru við í hópinum, tí at teir antin vóru skaddir ella burturstaddir. Sundalagsmenn vóru at kalla fullmannaðir, burtur- sæð frá at miðverjin Fróði Clementsen, ið er uppvaks- in í júst B36, ikki var við vegna skaða. Fyrstu løtuna av dystin- um vóru teir á felagsliðnum sera ágrýtnir. Sundalags- menninir løgdu trýst á B36 langt uppi á vøllinum, og tá ið farið í álop, gekk tað sera skjótt fyri seg sum oftast. Bróðurparturin av álops- spælinum hjá heimaliðnum fór umvegis teir báðar vongspælararnar, Hans Paula Samuelsen og Bárður Olsen, men tað gekk striltið hjá EB/Streymi at fáa sent nøkur líkinda innlegg inn í brotsteigin hjá B36. Tað skal eisini sigast, at verjan hjá B36 stóð seg sera væl, og soleiðis sum hon var mannað týskvøldið, kann ikki sigast annað, enn at tað var ein sera roynd verja. Pól Thorsteinsson og Johannus Joensen mannaðu miðverj- una, og úti á bakkunum vóru ávíkavíst Allan Mørk- øre í høgru og Jens Kristian Hansen í vinstru síðu, og hesir fýra loyvdu ongantíð EB/Streymi at koma til nakran upplagdan mál- møguleika. B36 tók yvir So hvørt sum fyrri hálv- leikur gekk, gjørdist tað sjónligt, at gestirnir úr Havn settu seg meiri og meiri á dystin. Spælið hjá havnarliðnum hekk betur saman enn hjá vertunum, og tá ið teir báðir Niels Joensen og Klæmint Mat- ras á sentrala miðvøllinum høvdu fingið glið á sam- starvið, fekk B36 yvirvág á miðvøllinum, og tað gjørdi góðan mun. Tað var tí ikki heilt óvæntað, at árstalsfelagið legði seg á odda, tá ið knappir 10 minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálv- leiki. Ein langur bóltur bleiv sendur úr vinstru síðu inn í brotsteigin hjá EB/- Streymi, og eftir at hava ferðast eitt sindur tilvildar- ligt aftur og fram í brots- teiginum endaði hjá Kenn- eth Jacobsen, sum hevði lætt við at senda bóltin framvið Gunnari á Steig í málinum hjá sundalags- monnum, og so var 1-0. Hetta kom allarhelst sum ein ordans hvøkkur fyri heimaliðið, og teir høvdu nóg illa givið bóltin upp aftur, so var enn einaferð vandi á ferð framman fyri málinum hjá EB/Streymi. Fríspark bleiv dømt til B36 einar 25 metrar frá málin- um hjá EB/Streymi nakað úti í vinstra borði. Brasiliu- maðurin Alex Jose dos Santos var settur at skjóta, og skotið hjá honum rakti ein mótstøðumann og snýtti tískil fullkomiliga Gunnar á Steig, og so hevði B36 skorað tvær ferðir innan fyri ein góðan minutt. Hetta var vorðið sum váttur vøttur hjá felagsliðn- um at fáa stutt undan steðg- inum, men teir góvu tó ikki skarvin og royndu at fáa minkað um munin. Tað var eisini nær við lítla løtu seinni, tá ið Bárður Olsen, ið royndist væl í høgra borði fyri steðgin, sendi ein bólt móti málinum hjá B36. Um talan var um eitt inn- legg ella eitt skot upp á mál, var ilt at meta um, men bólturin fór framvið bæði vinum og fíggindum, áðrenn hann brast í handara stólpa og fór út í spæl aftur. Hetta var tað nærmasta, ið sundalagsmenn nakrantíð komu einum máli í dystin- um. Heimaliðið megnaði ikki at hótta Eftir steðgin var ongantíð vandi á ferð hjá gestunum úr Havn. Roynda verjan hjá B36 var ongantið av álvara sett undir trýst, og havnar- menninir høvdu ovmikið av tíð og spældu bóltin skila- gott sínamillum. EB/Streymur hevði hin- vegin skund, men teir megnaðu tó ongantíð at hótta gestirnar. Tað styrkti heldur ikki um álopsspælið hjá heimaliðnum, at kanska vandamiklasti álopsleikari teirra, Sorin Anghel, fleiri ferðir noyddist sjálvur aftur á miðvøllin eftir bóltinum, tí uppspælið gekk so strilt- ið. Tá ið heimaliðið hinveg- in royndi seg við langum bóltum niðan móti álops- monnunum, gjørdist tað heldur ikki vandamikið, tí tær allarflestu sendingarnar vóru alt ov óneyvar. Tó skal sigast, at EB/- Streymur áttu ein gyltan møguleika fyri at fáa mink- að um munin, tá ið 10 min- uttir vóru eftir at leika. Heimaliðið var í álopi, og øll sóu, at ein skotroynd hjá EB/Streymi bleiv steðgað av hondina hjá einum B36- leikara. Dómarin, Dagfinn Olsen, ið annars dømdi ein fínan dyst, lat tó ikki við seg koma, og spælið helt tí fram. Hetta fekk øði í leik- ararnar á heimaliðnum, og tað endaði við, at Dagfinn noyddist at finna gula kort- ið fram. Um so er, at heimaliðið hevði fingið brotssparkið og minkað um munin, høvdu teir óivað lagt eitt ávíst trýst á B36 síðstu løtuna, men ivasamt er, um teir høvdu fingið nakað burtur úr tí. Gestirnir úr Havn vóru snøgt sagt væl betur, og sigurin hjá teim- um var fult uppiborin. Komandi sunnudagin skal EB/Streymur aftur spæla ein truplan dyst, tá ið teir skulu í Gundadal at spæla móti oddaliðnum HB. Eisini B36 hevur trupl- an dyst sunnudagin, tí teir skulu til Klaksvíkar at vitja KÍ. B36 avgjørdi upp á ein minutt EB/Streymur-B36 0-2(0-2) 0-1 Kenneth Jacobsen 38. 0-2 Alex Jose dos Santos 39. EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl Høgnesen(Esmar Eiðisgarð 80.), Knút Vesturtún, Andrej Pacek, Gert Hansen - Bárður Olsen(Johan á Stongum 86.), Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen liðsk.(Hallur Jacobsen 67.), Hans Pauli Samuelsen - Sorin Anghel, Sonni L. Petersen B36: Magnus Poulsen - Allan Mørkøre, Johannus Joensen, Pól Thorsteinsson, Jens Kr. Hansen - Kenneth Jacobsen(Bergur Midjord 81.), Niels Joensen, Klæmint Matras, Alex Jose dos Santos(Johan Gunnarsson 89.) - Egil á Bø(Jørgin Meitilberg 85.), John Petersen liðsk. Gul kort: Marni Djurhuus 48, Sorin Anghel 82. - Allan Mørkøre 53. Dómari: Dagfinn Olsen Tað gjørdi góðan mun á miðvøllinum hjá B36, at stríðsmaðurin Klæmint Matras aftur var á liðnum savnsmynd C M Y K 18