Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SUMMAR FESTIVALUR 2004 16 C M Y K 17 16 – Eitt, tvey, trý, bakarí. Fýra, fimm, kom inn... Soleiðis ljóðar tað, tá ið Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags venja á Bis- kupstøð í Klaksvík undan Summar Festivalinum. Bólkurin, sum kom und- an kavi fyri meira enn 30 árum síðani á Klaksvíkar Beat Festivali, tekur upp- gávuna á fyrsta festivalinum í Klaksvík størsta álvara. Bólkurin hevur dúgliga, og teir ætla sær at vera væl fyri, tá teir fara á pallin í Klaksvík. – Eg haldi, at vit eru við at blíva gamlir, tí nú venja vit langt áðrenn, vit skulu spæla, vit stemma ljóðfør- ini, og vit spæla í sama duri, sigur Rudolf Joensen, sum spælari bass í bólki- num. Ja, teir ivast kanska í, um teir hava gloymt, hvussu tá átti og skuldi verða fyrr í tíðini. – Eg haldi, at vit hava fingið Alzheimers, heldur Sonhard Johannesen, trummuspælari í bólkinum. FIMM ÁR SÍÐANI SEINAST Gloym alt um nútíðar rock, rapprock, grunge, punk og hiphop. Einki kann mátast við Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags – Føroya svakasta orkestur, sum onk- ur kallaði teir. Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags hava síðani 1972 staðið fyri nøkrum at teimum mest minnuligu framførslunum á føroyskum tónleikapalli. Tað er tiltikið, tá ið Ólavur Presley í rætta lagnum sang, skríggjaði og skrálaði, og onkuntíð læt seg úr klæðum á pallinum. Teir reypa ikki av at vera stórir tónleikarar, men eitt duga teir, og tað er at undir- halda. Tað er lív í, tá ið bólkurin spælir, og teir spara seg ikki. Tað eru liðin fimm ár, síð- ani teir seinast spældu. Tað var til ólavsøkukonsertina, tá ið teir fingu alt at kóka í Kommunuskúlagarðinum. Tey mongu fólkini stóðu púra býtt og gløddu, tá ið bólkurin kom á pallin, tí eingin visti rættiliga, hvat tey skulu væn- ta, men tá ið Ólavur Pres- ley og hans- ara menn fyrstu høvdu sett gongd í, vóru hvørki teir ella áhoyrararnir til at steðga aftur. EITT ORDANS SHOW Bólkurin hevur sín uppruna á tí, sum varð kallað Klaksvíkar Beat Festivali í 1972. Tá spældu teir í Atlantis Bio, og seinni spældu teir eisini til aðrar konsertir. Men hvat skulu fólk so vænta frá bólkinum anno 2004. – Vit eru kendir fyri at hava eitt gott show, og tað ætla vit okkum at liva upp til, sigur Ólavur Klakk, sum í hesum samanhangi gong- ur undir navninum Ólavur Presley. Bólkurin hevur nógvar stuttligar sangir at taka – t.d. Mín Dingeling, Lambið sigur mæ, Ein nátt við tær og Fepur. Alt hetta og annað gott verður at hoyra, tá bólkurin fer at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. GEKKUR SPÆLIR BASS Menninir, sum manna Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags, eru kendir og royndir tónleikarar. Ólavur Klakk er tann lív- ligi oddamaður, sum við sínum sangi og skráli hevur sett nýggjar normar fyri framførslu á føroyskum palli. Afturat sær hevur hann Rudolf Joensen, sum tey flestu munnu kenna sum vertin í Gekkinum, Sonhard Johannesen, sum er roynd- ur trummuspælari, Eliesar í Pálsstovu, sum er gittar- spælari, Hanus G. Johan- sen, sum fólk helst kenna sum framúr vísusangara, og so yngsta mann í bólkinum, Johannes Poulsen, sum spælir klaver. Og so er at vóna, at fólk verða heit – um ikki fáa fep- ur – tá Ólavur Presley og hansara menn fara at spæla lívligan rock ´n roll á Summar Festivalinum. Ólavur Presley og hansara menn eru teir orginalu orginalarnir í føroyskum tónleikalívi. Teir spæla lívligan rocktónleik, og teir hava gjørt sínar egnu sangir, sum teir framføra við lív og sál Teir orginalu orginalarnir ÓLAVUR PRESLEY AND HIS DIRTY RAG RAGS Eliesar í Pálsstovu spælir gittar, meðan Ólavur Klakk syngur, skríggjar og skrálar Sonhard Johannesen spælir trummur, og Rudolf Joensen er maðurin, sum leggur botn í við bassi Ólavur Presley og hansara menn til eina av sínum sermerktu framførslum