Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Heðin er framvegis aktuellur í Runavík Hóast Heðin Askham hevur avvíst at hann fer at vera venjari hjá nøkrum liðið komandi kappingarár, so er Heðin Askham framvegis toppkandidatur hjá NSÍ til at yvirtaka venjarastarvið. Og tí er ikki óhugsandi, at Heðin Askham kann enda við at vera NSÍ venjari í komandi kappingarárið André Olsen / Neli Heldarskarð NSÍ er framvegis uttan venj­ ara til komandi kappingarár. Men sambært keldum hjá Miðlahúsinum, verður tað arbeitt dúgliga fyri at av­ greiða venjaraspurningin til kom­andi kappingarár. Úr Runavík tykist eingin ivi at vera um, at Heðin Askham er toppkandidaturin hjá teimum í felagnum til at yvir­taka venjarastarvið eftir Trygva Mortensen í NSÍ. Tað ljóðaði annars fyri nøkrum vikum síðani, at Heðin Askham hevði takka nei til NSÍ, tí at hann ikki ynskti at vera venjari komandi ár. Men sum skilst, er hetta ikki so víst allíkavæl. Samband er fram­vegis millum NSÍ og Heðin Askham, og tí er fram­vegis ikki óhugsandi, at hann kann enda sum nýggj­ ur høvuðsvenjari hjá NSÍ. Hóast tað hevur ljóða at Sigfríður Clementsen hevur verið millum topp­kandi­dat­ arnar til nýggjan NSÍ venjara, so er nakað sum bendir á, at ein annar toppkandidatur er, um Heðin Askham ikki verður venjari hjá NSÍ kom­ andi kappingarár. Tað er hjálparvenjarin á lands­lið­ num, Jóannes Jakobsen, sum enn ikki hevur skrivað nýggj­an sátt­mála sum hjálpar­venjari á lands­lið­ num. Seinast hann var høvuðs­venjari í føroyskum fót­bólti var í 2006, tá hann var venj­ari hjá granunum hjá NSÍ úr B68. Hópurin hjá NSÍ er ann­ ars so gott sum komin uppá pláss til komandi kappingar­ ár. Andras Gango og Jónhard Fredriksberg fara at spæla fyri uppflytararnar av Skála, meðan Símun Rógvi Hansen er komin til felagið úr B71. Teir flestu av hinum leik­ arunum hava longt sín sátt­ mála til komandi ár. Ein­astu leik­ararnir sum ikki hava longt sín sáttmála eru mið­ verjin Per Langaard, og mið­ vall­arin Michal Przbylski. Súni Olsen fram­vegis ikki tikið avgerð Ein av stóru profilunum í føroysku deildini, sum fram­ vegis gongur uttan sátt­mála til komandi kapp­ingar­ár, er fyrrverandi lands­liðs­leik­ar­ in, Súni Olsen. Súni hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri barndómsfelagið Víking, men tað er ikki heilt víst, at hann verður verandi í felag­ num. Søgur vilja nevniliga verða við, at Súni Olsen verð­ ur nýggjur leikandi hjálpar­ venjari hjá KÍ. Súni Olsen spældi í trý ár í B36 undir Mikkjal Thomassen, umframt at teir báðir eisini hava spælt saman á landsliðnum. Tí er ikki óhugsandi, at Súni Olsen kann enda í Klaksvík. Súni Olsen boðaði fyri eini tíð síðani frá, at ein av­ gerð kom at liggja heilt nær, tá hann kom aftur úr heyst­ frí­tíð. Heystfrítíðin er nú liðug, og tí verður avgerðin heilt skjótt almenn. KÍ leitar uttanlands KÍ hevur higartil í ár kunngjørt eitt nýtt navn í hópin til komandi kapp­ ingar­ár. Teir hava heinta lið­skiparan hjá EB/Streymi, Niels Paula Danielsen. Frágongdin hevur tó verið størri á liðnum hjá KÍ. Ndende Adama Gueye spælir komandi kappingarár við TB, Heðin á Lakjuni hevur lagt skógvarnar á hillina, meðan Kenan Hajdarevic ikki heldur fram í felagnum. Av føroyskum styrki, er KÍ fleiri ferðir sett í samband við Súna Olsen. Tað tykist fram­vegis sannlíkt. Men úr Klaksvík verður annars sagt, at KÍ eisini hyggur uttanlands eftir nýggj­um styrki til felagið. Høvuðs­venjarin, Mikkjal Thomas­sen, er í løtuni staddur uttan­lands, og sum skilst hevur hann eisini eyg­ uni eftir onkrum nýggjum út­lendsk­um leikarum til KÍ kom­andi kappingarár. Tað er tó alt ov tíðliga at siga, hvat fyri leikarar, ið talan er um. Víkingur hevur fingið sín profil Tað var fleiri ferðir borið fram í ár, at Víkingur mangl­ aði sín profil fyri at felagið kundi vinna FM heitið. Teir høvdu ikki teir somu pro­ fil­arnir sum B36, so sum Lukasz Cieslewicz og Hans Paula Samuelsen. Men fríggjakvøldið boð­ aði Víkingur frá, at felagið nú hevur fingið tann profilin, sum felagið hevur mangla. Hans Pauli Samuelsen spælir nevniliga komandi kapp­ingarár við Víkingi. Hetta er annars styrkurin hjá Víkingi til komandi kapp­ingarár. Fyrr í seinastu viku, boðaði Víkingur eisini frá, at felagið hevði heinta Jón Krosslá Poulsen inn. Sum skilst kann væntast, at Víkingur heintar ein leik­ara inn afturat. Finnur Justinussen er farin uttan­ lands í lestrar­ørindum, og tað ljóðar úr Víkingi at felagið ynskir at avloysa Finn Justinus­sen við einum veruligum álops­profili. Tað er tó ringt at fáa fatur á tí mann­inum í Føroyum, og tí er væl hugs­andi at Víkingur heint­ar ein útlendskan áleyp­ara afturat hópinum. B36 manglar avloysara fyri Hans Paula? Hjá meistarunum í B36 hevur eitt sindur av aktiviteti verið í vetur. Felagið hevur verið noytt til at gjørt ávísar broyt­ingar í hópinum til kom­andi kappingarár. Trígg­ ir av lyklaleikarunum frá hes­um kappingarárinum, halda nevniliga ikki fram í felag­num. Teir eru miðverjin Odmar Færø, miðvallarin Eli Effo-deildin 2016 Ein av stóru profilunum í føroysku deildini, sum fram­ vegis gongur uttan sátt­mála til komandi kapp­ingar­ ár, er fyrrverandi lands­liðs­leik­ar­in, Súni Olsen.