Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 ítróttur fótbóltur Falkvard Nielsen og offensivi profil­urin, Hans Pauli Samuelsen. Higartil hevur B36 avloyst Eli Falkvard Nielsen á miðvøllinum og part­vís eisini Hans Paula Samuelsen í álopspartinum. Høgni Madsen er nýggur á mið­vøll­inum, meðan Jógvan Skeel Nolsøe er nýggjur áleyp­ari í felagnum. Tað er tó hugsandi, at B36 heintar ein offensivan leik­ara inn afturat sum bein­leiðis avloysara fyri Hans Paula Samuelsen. Tað er tó alt ov tíðliga at siga, hvat fyri leikara, talan kann vera um. Flestu profil­ arnir í føroyskum fót­bólti, hava longu skriva sátt­mála til komandi ár. Tað er tó uppá tal, at danski áleyp­ ari, Philip Lund, fer at halda fram í felagnum í kom­andi kappingarárið. Um hann heldur fram, verður hann nokk tann beinleiðis av­ loys­aran fyri Hans Paula Samuelsen, tí danski leikarin kann dekka øll tey offensivu pláss­ini, og eisini tað kreativa í vinstru síðu. Sjúrður skal hjálpa Paula? Uppflytararnir av Skála eru millum tey liðini higartil, sum hava verið mest aktiv, tá tað kemur til at avdúka nýggj­ar leikarar. Flestu leik­ arar á verandi liðið hjá Skála halda fram komandi ár, og so eru fýra nýggir leik­arar knýttir afturat hóp­inum higartil. Teir eru Pauli G. Hansen, Jónhard Fredriks­ berg, Fritleif í Lambanum og Andras Gango. Tað ljóðar eisini, at Skála er nær við at knýta fyrr­ verandi ÍF og NSÍ leik­aran, Sjúrð Jacobsen afturat hóp­ inum. Hann skal sum skilst vera partur av einum venj­ ara­toymið hjá Skála, sum skal hjálpa høvuðs­venj­ara­ num, Paula Poulsen. Pauli Poulsen og Sjúrður Jacobsen hava áður sam­ starvað saman. Sjúrður spældi í 2007 við NSÍ, tá Pauli Poulsen var hjálparvenjari hjá Jóhan Nielsen. Og í 2010 og 2011 var Sjúrður Jacobsen ítróttarstjóri hjá NSÍ, tá Pauli Poulsen var høvuðs­venj­ ari. Tí er sannlíkt at hugsa, at Sjúrður Jacobsen verð­ur næsti maðurin sum verð­ur kunn­gjørdur hjá upp­flyt­ar­ unum av Skála. Ongin nevnd í B68 Saman við Skála var tað B68, sum flutti upp í Effodeildina. Støðan í felagnum er tó held­ ur margháttilig í løtuni, tí at tað ljóðar, at í løtuni er ongin nevnd í felagnum. Nevndin, ið hevur stýrt í hesum kapp­ ingarárinum, ætlaði at fara frá eftir kappingarlok, men enn hevur tað ikki eydnast felagnum at funnið nakran nýggjan at yvirtaka í nevndar­virkseminum. Av tí sama manglar eitt sindur av skipan og stýring í felagnum, tí at í løtuni hevur ongin av leikarunum, ið fluttið liðið upp í ár, sáttmála fyri kom­ andi kappingarárið. Tískil kunnu onnur feløg í roynd og veru lokka leikarar úr B68 uttan nakað kostnaðargjald fyri leikaran. Venjarin, ið flutti B68 upp í ár, Súni Fríði Barbá, heldur ikki fram í komandi kapp­ ingarári. Orsøkin er, at hann ikki hevur neyðugu venjara­ prógvini fyri at vera venjari í bestu deildini. Tað sigst, at tríggir venjarar eru upp á tal at taka yvir eftir Súna Fríða. Teir eru Páll Guðlaugsson, Kári Reynheim og so lokali Øssur Hansen. Vanligt er, at feløg, ið flyta upp, plaga at styrkja seg við nøkrum leikarum. Tvey góð boð upp á styrkir til B68 eru Evrard Blé og Ibrahima Camara. Báðir hesir leik­arar­ nir spældu við B68 í 2014, tá ið felagið seinast var í Effo­ deild­ini, og hava teir spælt fót­bólt í Føroyum í ár, so tískil skuldi eitt slíkt skifti ikki verið heilt óhugsandi. Meinhardt til ÍF? Nógvir av álopssinnaðu leik­ arunum hjá ÍF hava longt um sáttmála sín. Leikarar sum Clayton Soares, Adeshina Lawal, Andy Olsen, Ari Ellings­gaard og Dánjal á Lakjuni spæla allir í Fugla­ firði næsta ár. Á miðuni er tó heldur tunt. Hvørki Fritleif í Lambanum ella Sjúrður Jacobsen halda fram í felag­ num, og tí stendur Karl Løkin mestsum eftir sum einsa­mallur sentralur mið­ vallari hjá ÍF. Ein av veikleikunum hjá ÍF í júst undanfarna kapp­ ingar­ári var, at tað var so skift­andi, hvør vardi málið hjá fuglfirðingum. Heili fýra mál­menn sluppu at royna seg sum aftasti skansi hjá ÍF, og tað má sigast at vera dekan ov nógv. Tískil skuldi verið fyri vist, at nú ætlar ÍF sær nýggjan málmann, sum skal standa fast. Her er Meinhardt Joensen hjá KÍ eitt gott boð, tí at hann missir væntandi sítt pláss til Kristian Joensen, ið fer at spæla við KÍ í komandi kapp­ ingar­ári. Jógvan Martin Olsen er blivin kunngjørdur sum nýggj­ur venjari, og í gjár­ kvøldi kunngjørdi ÍF eisini, at tað verður Jákup Mikkelsen, ið verður hjálparvenjari í Fugla­firði. AB skal hava nýtt fólk Á Argjum er greitt, at bæði Jógvan Skeel Nolsøe og Tróndur Jensen ikki halda fram í felagnum, tí at teir fara at spæla við ávíkavist B36 og HB. Samstundis ljóð­ ar, at HB er sera áhugað í at fáa Kristin Restorff Mouritsen heimaftur til barn­dóms­felagið, og so byrj­ ar at mangla gott fólk hjá AB. Felagið hevur framvegis ikki kunn­gjørt nakran nýggj­an leik­ara fyri komandi kapp­ ingar­árið. Venjaraspurningurin er eisini framvegis ósvaraður. Danski Jesper Fredberg hevur verið í landinum og kannað umstøðurnar á Argjum, men tað er fram­ vegis ógreitt, um hann kemur at standa við stýrisvøllin í kom­andi kappingarári. Nógvar útskiftingar í HB HB hevði eitt misjavnt kapp­ ingarár, har tað á ein­um hangandi hári eydn­að­ist felag­num at enda numm­ar fýra og tryggja sær evrope­ iska luttøku til kom­andi kapp­ingarár. Mis­jøvnu úrs­ litini fara helst eis­ini at síggjast aftur á hóp­inum, ið skal umboða felagið í 2016. Tað ljóðar, at Alex José dos Santos, Levi Hanssen, Gunnar Haraldsen og Andrew av Fløtum ikki fáa nýggj­an sáttmála við reyð­ svarta havnarfelagið, men hetta er tó ikki váttað enn. Van­liga plaga sambondini ímill­um HB og AB at vera heilt góð, og tí er ikki óhugs­ andi, at summir av hesum leik­arum enda á Argjum. HB hevur longu tryggjað sær Trónd Jensen til kom­ andi kappingarár, og sum skrivað stendur aðrastaðni, so er eisini væl møguligt, at Kristin Restorff Mouritsen fer aftur til HB at spæla. Gamal kenningur styrkir TB Fyrr í vikuni varð staðfest, at Ndende Adama Gueye aftur spælir í TB í 2016. Ndende, sum hevur spælt í føroyskum fótbólti síðani 2008, var eisini í TB í 2013, og tá royndist hann væl. Afturat Ndende er eisini blivið kunn­gjørt, at næsta ár verð­ur tað hálendski Robert Roelofsen, ið skal standa á síðu­linjuni og vera venjari hjá TB. Annars vita vit ikki heilt nógv um, hvat hendir hand­ an leiktjøldini við Stórá í løtuni, men sum minst má væntast, at TB fer eftir at varð­veita sama hóp sum í fjør. Hópur teirra er als ikki tann breið­asti, og tí er heldur ikki óhugsandi, at felagið fer út um landoddarnar at leita eftir styrki. Eisini skal TB finna nýggj­an málmann, tí sum skilst, so hevur garvaði Ivan Stojkovic staðið sín sein­asta dyst fyri TB. Tríggir venjarar eru upp á tal at taka yvir eftir Súna Fríða hjá uppflytarunum úr B68. Teir eru Páll Guðlaugs­ son, Kári Reynheim og so lokali Øssur Hansen Samband er fram­vegis millum NSÍ og fyrr­ verandi HB venjaran, Heðin Askham, og tí er fram­vegis ikki óhugsandi, at hann kann enda sum nýggj­ur høvuðsvenjari hjá NSÍ Myndir: Álvur Haraldsen Ndende Adama Gueye spælir aftur í TB í 2016