Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Grannakríggj og norskt dreyma­ lutakast Ið hvussu er tvey norðurlond verða at síggja til EM-endaspælið í Fraklandi komandi ár. Ísland hevur vunnið sær pláss í endaspælinum, og Danmark og Svøríki møtast í Play Off dystunum. Í Noregi fegnast tey um at hava fingið Ungarn, sum mótstøðulið Heri Simonsen Evropeiska fótbólts­sam­ gong­an, UEFA hevði ígjár luta­kast, um hvørjir trý­ arar í teim­um ymisku EM- undan­kapp­ingar­bólk­unum møtast í Play Off dystum, har vinn­arar­nir í teimum fýra upp­gerð­unum sleppa til EM-enda­spælið í Frak­landi kom­andi summ­ar.  Luta­ kastið gjørdist, at Ukraina og Slovenia møtast. Bosnia- Hersogovina møtir Írlandi, Noreg møtir Ungarn, og í stórari grannauppgerð møt­ ast Svøríki og Danmark. Dystirnir verða spældir hóskvøldið 12. novemb­er klokk­an 19.45, og sunnu­ kvøld­ið 15. november klokk­ an 19.45. Lítil ivi er um, at nógvir fótbóltshugaðir før­ oy­ingar fara at fylgja upp­ gerðunum millum Svøríki og Danmark. Tó kann fyrri dysturin millum Svøríki og Danmark verða fluttur, tí eitt stórt tiltak er á Friends Arena í Stokkhólmi, hóskvøldið 12. november. Sannlíkt er, sum í EM-undankappingini, at dystirnir helst verða lagdir ymisk kvøld, so evropiskir fót­bólts­fjepparar fáa møgu­ leikan at fylgja fleiri dystum. Ein leistur, sum hevur verið sera heppin og væleydnaður seinastu tvey árini. Nógvir føroyingar hava verið fegnir um at hava havt møguleikan at fylgt við dystunum hjá granna­ lond­um okkara, ikki minst Íslandi í hesari EM-undan­ kapp­ingini. Lagt er upp til grannakríggj  Stór og søgulig granna­upp­ gerð verður millum Svøríki og Danmark. Sæð við norður­ lendskum eygum er tað ein uggi, at minst eitt norður­ land aftrat saman við Íslandi verður at finna í EM-enda­ spæl­inum komandi summar. Í stóra svenska blaðnum »Expressen« undrast tey um hamskiftið hjá donsku miðlunum, sum skrivaðu fyrr í vikuni, at teir ynsktu ikki, at Danmark møtti Svøríki í tveimum Play Off dystum um rættin at taka lut í EM-endaspælinum í Fraklandi komandi summar. Nú tosa donsku miðlarnir um "dreymalutakast", og tað undrast Expressen á. Danskir miðlar nevna javnt og samt Zlatan Ibrahimovic, sum eina stóra hóttan, og serfrøðingar uttanfyri Danmark og Svøríki eru skjótir at peika á Zlatan, sum tann lítla munin millum liðini, sum á pappírinum standa til at verða sera jøvn. Ítróttarredaktørurin hjá BT er tó sera fegin um lutakastið. Morten Crone Sejersbøl staðfestir, at Svøríki er tað liðið, sum Danmark kennir nógv best, og tað er ein avgjørdur fyri­ munur fyri Danmark. Stórur lands­ liðsklassikkari Talan er um ein tann størsta landsliðsklassikkaran í Evropa. Frá 15. mai í 1913 hava Danmark og Svøríki spælt 103 landsdystir. Dan­ mark hevur vunnið 40 dyst­ ir, 18 dystir eru endaðir við javnleiki, og Svøríki hev­ur vunnið 45 dystir. Í goml­um døgum varð árligi dyst­urin ímóti Svøríki tann størsta landsliðshendingin í Dan­ mark. Teir allarflestu dyst­ ir­nir millum Danmark og Svøríki hava verið venjingar­ dystir. Tó so, avgerandi HM og EM dystir hava verið mill­um londini. Til HM- undan­kappingina til HM- endaspælið í Suðurafrika í 2010 vann Danmark báðar dystir­nar á Svøríki. Báðir dystirnir endaðu við 1-0 sigri til Danmark, sum vann seg í HM-endaspælið í Suður­ afrika, meðan Svøríki mátti sita heima. EM-uppgerðir í nýggjari tíð Liðini vóru í bólki saman til EM-undankappingina til EM-endaspælið í 2008. Tá varð Danmark dømt at tapa 0-3 ímóti Svøríki, tí ein dansk­ur áskoðari – sum búði í Skåne – fór út á vøllin. Á mál­talv­uni stóð annars 3-3, men UEFA gav Danmark eina harða revsing, og Svøríki fekk tillutað ein 3-0 sigur. Tá liðini møttust í Stock­holm endaði tað við javnleiki 0-0. Liðini møttust til ein minn­ iligan bólkadyst í EM-enda­ pælinum í Portugal í 2004, har tey spældu javn­leik 2-2. Eitt úrslit, sum gjørdi, at Italia varð sent úr kapp­ing­ ini. Italskir miðlar høvdu úr at gera at koma við kon­spira­ sjóns­teorium um, at norður­ lendsku brøðra­lond­ini høvdu avtalað ein javn­leik, sum gjørdi, at Italia ikki kom í fjórðingsfinaluna. Londini vóru eisini í bólki saman til EM-endaspælið í Svøríki í 1992. Svøríki vann bólka­ dyst­in ímóti Dan­mark 1-0, men tað gjørd­ist Danmark, sum vann tann stóra prísin tá. Svøríki tapti 2-3 ímóti Týsk­landi í hálvfinaluni. Í final­uni full­førdi Danmark sensa­sjón­ina við at vinna 2-0 á Týsk­landi.  Svøríki vann eisini í OL-høpi Í 1948 møttust Danmark og Svøríki í olympisku hálv­ final­uni á summarleikunum í London. Svøríki vann 4-2 á Dan­mark tá, og vann 3-1 á Jugoslavia í final­uni. Dan­ mark vann bronsu aftaná ein minn­iligan 5-3 sigur á Stóra­bret­landi.  Dan­mark hevur vunn­ið eitt enda­spæl í søg­uni, nevn­liga EM-enda­ spælið í 1992. Svøríki hevur ongan­tíð vunnið eitt HM ella EM-enda­spæl í søguni, men teir hava vunnið HM-silvur í 1958, og HM-bronsu í 1994, og í 1950. Danmark hevur ongan­tíð skipað fyri einum enda­spæli, meðan Svøríki hevur skipað fyri bæði HM og EM-endaspølum. Svøríki varð vertur fyri HM-enda­ spæl­inum í 1958, tá teir vunnu silvur, og teir skipaðu eis­ini fyri EM-endaspælinum í 1992, tá Danmark vann EM- enda­spælið.  Hamrén ynskti ikki Danmark Sakligi svenski landsliðs­ venj­arin, Erik Hamrén, sum vísti Føroyum virðing, tá vit vóru í bólki saman til HM- undan­kappingina seinast, er ikki serliga fegin um, at Svøríki og Danmark skulu møtast í Play Off dystunum. – Um vit hugsa um úrs­lit­ ini ímóti Danmark tær sein­ astu fýra ferðirnar, har vit hava tapt allar fýra dystirnar, so hevði eg fegin vilja sloppið undan Danmark, staðfestir Erik Hamrén í samrøðu við Expressen. – Eg havi møtt Danmark á tveimum sinn­ um, sum svenskur lands­liðs­ venjari, og vit taptu væl og virðiliga í báðum dystunum. Erik Hamrén heldur tó møgu­leikarnar hjá Svøríki ímóti Danmark verða 50/50. Morten Olsen heldur ikki fegin Í samrøðu við danskar ítróttar­miðlar ígjár vísti danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen góðan norður­ lendskan anda: – Tað ergrar meg á ein hátt, at vit møta Svøríki. Nú tá Ísland hevur vunnið seg í EM-endaspælið hevði tað verið stuttligt, um bæði Danmark, Svøríki og Noreg eisini høvdu kunnað vunnið seg í EM-endaspælið. Men tá tað er sagt, so gleðir tað