Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120 ítróttur fótbóltur meg, at vit kunnu avgera alt á heimavølli í tí seinna dyst­ inum. Eg havi sum lands­ liðvenjari upplivað tríggjar ferðir, at vit hava spælt okkum í eitt endaspæl á heimavølli í Parkini, eisini ímóti Svøríki. Hvør minnist ikki dystin ímóti Svøríki í Parkini í 2009, tá Jakob Poulsen við sínum avgerandi máli sendi okkum víðari til HM-endaspælið? Tað er nakað serstakt, tá tú kanst av­gera tingini frammanfyri tínum heimaáskoðarum, stað­festi Morten Olsen úr heimi sínum í Belgia ígjár. Frøði í Noregi Í Noregi stórfegnast ítróttar­ pressan um tað, sum tey nevna eitt »dreymalutakast«, nú Noreg fekk Ungarn, sum ikki uttan hepni og dóm­ara­ avgerðir vann tveir teprar sigrar á Føroyum í EM- undan­kappingini. Fót­bólts­serfrøðingarnir hjá norsku sjónvarpsrásini, TV2 staðfestu áðrenn luta­ kast­ið, at Ukraina fór at verða eitt marrulutakust, Svøríki og Bosnia Hersogovina fóru at verða eitt liviligt lutakast, meðan Ungarn hevði verið eitt dreyma­luta­kast. Og Noreg fekk sítt dreyma­luta­kast. Tó er stórt trýst á bæði Noreg og Ungarn. Ungarn, sum er ein gomul, stolt fótbóltstjóð hevur ikki vunnið seg í eitt endaspæl, síðani HM- endaspælið í Meksiko í 1986, og Noreg hevur ikki vunnið seg í eitt endaspæl, síðani EM-enda­spælið í Niðurlondum og Belgia í 2000, so taparin av hes­ari upp­gerðini fer veruliga at standa eftir við svartaperi. Ungarsku spælararnir sóu eisini út, sum teir høvdu vunnið HM, aftaná tepra 2-1 sigurin á Føroyum, tá teir fingu eysturríkska dómara­ hjálp í avgerandi støðum. Nakað, sum ungarskir miðlar eis­ini viðgingu blankt. Norski venjarin er vónríkur Per Matthias Høgmo, norsk­ ur lands­liðsvenjari er so sigurs­vísur, at hann í sam­ røðu við norska TV2 sær møgu­leikar fyri, at Noreg kann vinna báðar Play Off dystir­nar ímóti Ungarn. Norski lands­liðsvenjarin heldur, at tað er ein fyri­mun­ ur fyri teir, at Noreg hevur heima­dyst fyrst á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Per Matthias Høgmo gleðir seg til ein full­ settan leikvøll, har Noreg kann tryggja sær eitt gott útgangsstøðið áðrenn retur­ dystin niðri í Buda­pest. Per Matthias Høgmo undir­ strikar tó, at ung­arska liðið hevur nógvar royndir, og talan er um eitt lið, sum hev­ ur ein gjøgnum­snitts­aldur, sum liggur um 29 ár. Her at enda kann leggjast aftrat, at royndir dómarar plaga at døma EM-Play Off dystirnar, so eigur Noreg brotsspark í tí seinna Play Off dystinum niðri í Budapest, so er sann­ líkt, at teir fáa tað tillutað. heris@sosialurin.fo Grannarnir úr Danmark og Svørríki hava leikt mangan góðan og spennandi dyst