mánadagur 19. oktober 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Gunnar og Jóan
Sambært spælarametingunum hjá ítróttarSosialinum,
so eru Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson
okkara bestu spælarar í hesi EM undankappingini
Tróndur Arge
EM 2016 undankappingin
er komin at enda. Vit hava
spælt tíggju dystir og fingið
seks stig. Øll stigini komu
móti Grikkalandi. Aftaná
hvønn landsdyst ger Ítróttar
Sosialurin spælarametingar,
har hvør spælari fær eina
meting millum 1 og 6, har
1-talið er tað lægsta, meðan
6-talið bara verður givið í
heilt serligum førum.
Gunnar og Jóan
Símun bestir
Nú kappingin er komin at
enda eru allar spælaramet
ingarnar lagdar saman, í
mun til hvussu nógvar dystir
spælararnir hava spælt. Her
sæst, at Gunnar Nielsen og
Jóan Símun Edmundsson
standa sterkastir í myndini.
Báðir hava 4,5 í miðal.
Gunnar fyri tíggju dystir,
meðan Jóan Símun sat yvir í
Helsinki í Finnlandi. Gunnar
Nielsen var eisini spælarin
við hægst meting HM 2014
undankappingini. Tá høvdu
hann og Viljormur Davidsen
4,2 í miðal.
Ymiskar fortreytir
Sum við øllum slíkum met
ingum, so eru fortreytirnar
ymiskar hjá spælarunum.
Eitt nú hevur Bárður J.
Hansen hægsta miðaltalið,
men
spældi
bara
móti
Grikkalandi í Føroyum, har
hann fekk eitt 5-tal. Hetta er
tó ikki nóg mikið, til at fáa
heiðurin sum besti lands
liðsspælarin í hesi undan
kappingini.
Aðrir
eru
við
ávísar
dystir, tá tað hevur gingið
væl, meðan aðrir eru komnir
inn í dystum, har tað kanska
ikki hevur gingið so væl. Tá
ber illa til at lasta einstøkum
spælarunum fyri samlaða
avrikið, men tað ávirkar met
ingina júst tann dystin.
Tí sigur samlaða metingin
ikki altíð alla søguna, so
hetta skal takast fyri tað tað
er, ein meting út givnum um
støðum.
Her kann leggjast afturat,
at í ovarakáti fingu allir
spælararnir, sum komu á
vøllin í Pireus í Grikkalandi
eitt 6-tal. Hetta var í størri
mun fyri samlaða avrikið.
trondur@sosialurin.fo
Gunnar Nielsen
Dystir: 10
Minuttir: 900
Avleveringar: 257
Rættar avleveringar: 128 (50%)
Bjargingar: 51 (Mest av øllum í
undankappingini)
Gul kort: 0
Reyð kort: 0
Miðal meting: 4,5
Gunnar Nielsen hevur aftur
hesa undankappingina spælt
á einum høgum stigi. Hann
er í altjóða flokki, tá hann
hevur sínar góðu dagar. Tvær
ferðir fekk hann hægstu
metingina. Tó eru onkur mál,
sum málverjin iðrar seg um
í dag.
Jónas Tór Næs
Dystir: 8
Minuttir: 720
Avleveringar: 160
Rættar avleveringar: 123 (77%)
Gul kort: 2
Reyð kort: 0
Miðal meting: 3,25
Er farin eitt vet niður í met
ing í mun til seinastu undan
kapping, tá hann fekk 3,6 í
miðal. Hevur verið sannfør
andi í verjupartinum, men
við øktu framrættaðu evn
unum á liðnum, hevur hann
ikki klárað heilt at fylgt við.
Hevur eisini seinnu tvey ár
ini spælt í føroysku kapping
ini, umframt at verið nakað
skaddur.
Atli Gregersen
Dystir: 7
Minuttir: 634
Avleveringar: 192
Rættar avleveringar: 177 (92%)
Gul kort: 5
Reyð kort: 1
Miðal meting: 4,3
Er ein av teimum við hægst
miðal meting. Hevur verið
stýrimaðurin í verjupart
inum, og fyrsta lið í upp
byggjandi spælinum, har
hann hevur høgt støðið í av
leveringunum. 92 av avlever
ingunum eru rættar. Kom
ongantíð fleiri enn tvey mál
ígjøgnum, tá hann spældi.
spælarametingar