mánadagur 19. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Ungu menninir í HM-kapping
Føroyska U21-landsliðið stendur fyri síni kanska størstu avbjóðing nakrantíð.
Mikudagin byrjar endaspælið í HM-kappingini fyri smátjóðir
Jákup Mørk
Tað er ikki hissini avbjóðing,
sum føroyska U21-landsliðið
vann sær rætt til, tá teir í fjør
vunnu Challenge Trophy-
kappingina hjá EHF.
Landsliðsvenjarar
eru
Kári
Nielsen
og
Birgir
Hansen, og teir dylja ikki fyri,
at tað er við spenningini, at
kuffertini nú verða pakkað.
– Hetta er jú ein HM-
kapping. Gott nokk er tað
fyri smátjóðir, men hetta
er avgjørt tað størsta, sum
vit hava roynt, sigur Birgir
Hansen.
Mótstøðuliðini í kapp
ingini eru Cap Verde, Tahiti,
Columbia og Usbekistan.
Kappingin er skipað sum
bólkaspæl, har liðið við
flestu stigunum er vinnari.
Talan er um heilt eksotisk
nøvn, og Birgir sigur, at tað
er rættiliga avmarkað, hvat
teir vita um mótstøðuna.
– Vit hava sjálvandi roynt
at fingið fatur á video-tilfari,
men út frá hesum einsamøll
um er ikki so lætt at meta
um styrkina hjá liðunum.
Einamest, tí vit vita mest
sum púrt einki um tey lið,
sum tey spæla ímóti í hesum
dystum.
– Hinvegin hjálpir hetta
okkum við at fáa eina fatan
av
teirra
spælistíli.
Her
hava vit fyrr sæð asiatisk
og afrikons lið dekka sera
offensivt, men skal eg døma
eftir tí, sum vit hava sæð, so
verður talan ikki um slíkar
verjur, heldur Birgir.
– Annars haldi eg meg
tora at siga, at Tahiti helst
verður tað veikasta liðið í
kappiningi, men teir hava
okkurt samstarv við franska
hondbóltssambandið, so tað
kann væl hugsast, at fram
gongdir er stór har um leiðir.
– Cap Verde tykist eisini
vera rættiliga spennandi.
Teir eru fyrrverandi portu
gisisk hjáland, og eg havi lisið
meg fram til, at venjarin hjá
FC Porto Handball, sum jú
er við í Champions League,
hevur havt fleiri skeið har
um leiðir. Eisini hava teir
tveir spælarar, sum eru í
Porto. Teir eru kanska ikki á
besta liðnum, men tú sleppur
so ikki framat í slíkum felag,
uttan at tú dugir at kasta og
lofta, so tað borgar nokk fyri
eini ávísari góðsku, heldur
Birgir.
Hava vant við
feløgunum
Tað eru ikki tær heilt nógvu
venjingarnar, sum føroyski
hópurin hevur havt saman,
men hetta hevur verið rætt
iliga tilvitað, sigur Birgir
Hansen.
– Vit renna okkum jú
beint í tíðina, har føroysku
feløgini fyrireika seg til
kappingina. Tí hava vit gjørt
av, at fysiski parturin av
venjingunum er tann, sum er
úti í feløgunum. Skuldu vit
eisini staðið fyri tí partinum,
høvdu vit helst órógvað fyri
reikingarnar úti í feløgunum
meira enn gott er.
– Ístaðin høvdu vit so eina
samling í august, tá vit eisini
høvdu tveir venjingardystir
móti U18-liðnum hjá týska
Flensburg-Handewitt,
og
síðani hava vit so ikki verið
saman fyrr enn í farnu viku.
Sjálvandi kundu vit ynskt,
at spælararnir høvdu vant
meira saman, men hinvegin
kennast teir flestu rættiliga
væl, so hóast alt eru vit
hampuliga samanspældir.
Fýra dagar á rað
Føroyska ferðalagið kemur
til Bulgaria týsdagin. Miku
dagin er okkara frídagur,
og síðani verður spælt fýra
dagar á rað. Tað er kanska
ein lítil vansi, tí flestu av
hinum liðunum hava ein
hvílidag ímillum onkrar av
dystunum, men tað er tó ikki
nakað, sum tekur móti frá
landsliðsvenjarunum.
– Vit hava áður spælt
nógvar dystir upp á fáar
dagar. Spælararnir eru væl
fyri, so tann partin ræðist eg
ikki, sigur Birgir, sum annars
vónar, at Føroyar fáa eitt
gott úrslit í kappingini.
– Nú veit eg ikki, um støð
ið er hækkað síðani sein
ast, men ta ferðina vann
europiska umboðið, sum var
Moldova.
– Júst teimum vunnu vit
á í hálvfinaluni í Andorra í
fjør, og tá vit tosaðu við teir
eftir kappingina ta ferðina,
hildu teir, at vit væl kundu
enda sum vinnarar, tá HM-
endaspælið kom á skránna.
– Við hesum sigi eg ikki,
at vit eru favorittar. Til tað
kenni eg ov lítið til hini lond
ini. Men tað skal eingin ivi
vera um, at vit fara avstað
fyri at gera okkara besta. Og
vísir tað seg, at møguleikin
er har, so vilja vit gera alt,
sum stendur í okkara makt,
fyri at taka av, sigur Birgir
Hansen.
jakup@sosialurin.fo
U21-landsliðið hondbóltur
Tað er ikki á hvørjum degi, at føroysk landslið fáa møguleikan í HM-endaspæli, men hetta er avbjóðingin, sum føroyska U21-landsliðið í hondbólti stendur fyri mikudagin
Savnsmynd: HSF
Føroyski hópurin:
Málmenn:
Niklas Simonsen VÍF
Tóraldur Kollsker H71
Útileikarar:
Rói Berg Neistin
Fríði Weyhe KÍF
Allan Norðberg StÍF
Pætur Johansen StÍF
Kjartan Johansen StÍF
Áki Egilsnes VÍF
Julian Olsen VÍF
Hanus Christophersen VÍF
Helgi Hildarson Hoydal H71
Tróndur Arge H71
Pætur Thomsen H71
Eirikur Simonsen ÍF Føroyar
Venjarar:
Kári Nielsen
Birgir Hansen