mánadagur 19. oktober 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. oktober 2015 · Nr. 120
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Klumman hesa ferð skuldi snúgva seg um Páls Høll.
Um framúr týdningin Pál hevur fyri hetta sam
felagið, og hvussu nógv kann koma burturúr, tá eitt
lítið samfelag velur at offra seg fyri eini søk.
Men eg klári ikki at sleppa landsliðshendingunum
í farnu viku. Dystirnir hjá A-landsliðnum móti
Ungarn og Rumenia, umframt U21 landsdystin móti
Týsklandi. Føroyskur fótbóltur er á rættari leið, og
bæði A-landsliðið og U21 hava tikið risa fet rætta
vegin seinnu árini.
Tó eru tað nøkur ting eg havi hug at fílast á.
Millum annað kemur tað mær illa við, at fleiri spæl
arar úr føroysku kappingini spældu undir miðal í
A-landsdystunum. Skúladømi er Róaldur Jakobsen,
sum sjálvur váttaði, at venjingin hjá B36 ikki hevur
verið heilt uppi á toppinum síðani teir vunnu FM.
Róaldur skoraði eitt framúr mál meðan hann fram
vegis orkaði, men er annars langt frá góða form
inum. Hetta tóktist eisini vera galdandi fyri eina
tveir ella tríggjar aðrar, sum spæla við onkrum av
betru feløgunum í Føroyum.
Havi síðani orðað hetta við fleiri fólk í feløgunum
og sum vara av landsliðnum. Felags er, at partarnir
ikki tosa sama. Feløgini haldi ikki, at tey hava nakra
eyka skyldu til at halda landsliðsspælarunum í
gongd, tá spenningurin er farin úr kappingini. »Tað
eiga FSF og landsliðsvenjararnir at gera« er boðskap
urin. Hetta hóast tey til EM undankappingina fáa
yvir 30.000,- krónur fyri hvønn spælara á dómara
seðlinum – fyri hvønn dyst!
Úr hini leguni er boðskapurin, at tað eru feløgini,
sum mugu tryggja, at spælararnir eru í toppform til
landsdystirnir. Landsliðsvenjingarnar skulu bara
brúkast til at samanspæling og taktiskt.
Also hava vit eitt vakum millum feløgini og
landsliðið í slíkum støðum. Tann dagin vit ikki eru
optimalt fyri, so tapa vit. Óhepnir móti Ungarn
kundi tú sagt. Um sama mundi í fjør vunnu vit í
Grikkalandi, tá vóru allir í tipp topp standi. Móti
Rumenia standa okkara heimligu spælarar seg ikki
væl, og aðrir enda á bonkinum.
Tað er ikki í ordan, at partarnir ikki røkka saman
á hasum økinum, tí so tapur føroyskur fótbóltur.
U21 landsliðið
U21 skal menna spælarar til A-landsliðið. Fínt
nokk. Men hvussu nógv menning er í, at tapa 6-0
móti Týsklandi, 4-0 móti Finnlandi og ikki hava ein
realistiskan møguleika at vinna? Eg skilji væl, at
Sonni Ragnar Nattestad og Brandur H. Olsen í hesum
førunum ikki vóru við. Sonni Ragnar bleiv eisini
skaddur móti Rumeina, men tá eg so samstundis
hoyri at menn eru farnir á námsferð, aðrir skaddir
í hálvgun frítíðarítrivum og lyklaspælarar ikki eru
nóg væl fyri, so er spurningurin hvat tað nyttar at
spæla móti Týsklandi?
Teir komu hendan vegin við øllum. Tað var líka
Emre Can, sum sat eftir í Liverpool, men annars vóru
allar stjørnurnar við. Týpiskt týskarar! Stillaðu við
sterkasta liðið og spældu allar 90 minuttirnar.
Vit høvdu hinvegin fleiri U19 spælarar, sum eru
stór talent, men kanska tvey til fýra ár frá at skula
spæla á U21 landsliðnum. U21 landsliðið hevur at
kalla ongantíð samlingar, spælir ikki venjingardystir,
og verður enntá niðurraðfest av onkrum av
spælarunum. Tað má ikki koma fyri.
Tí vænti eg at U21 landsliðið verður í sterkastu
uppstilling, og í óvanliga góðum formi til dystin í
Russlandi í november. Bill M. Jacobsen og Eli Hentze
hava ongantíð so góðar nøguleikar at venja við
liðnum sum nú.
So meðan Pál Joensen stríðist í nærmast ótolandi
umstøðum í Vági, hevur vunnið altjóða virðing og er
í altjóða elituni, so kann tað sama ikki sigast okkara
heimligu spælarar í løtuni.
P.S. Eg royndi í gjár, at geva italskum fótbólti
enn ein møguleika. Inter Milan móti Juventus
ljóðaði sum okkurt, ið kundi blíva spennandi. Øll
hini stórliðini í Evropa vóru í dysti leygardagin,
so hetta var tað, sum var eftir. Eg hyggi ikki aftur
eftir italskum fótbólti. 0-0 í einum heilt ótrúliga
vánaligum dysti.
Langt á mál
www.fsf.fo:
Aftur í ár fór ítróttarritstjórin á Norðlýsinum, Jákup Ósá avstað við
sigrinum í sambandi við Serfrøðingarnar á heimasíðuni hjá FSF.
www.hb.fo:
Vit kenna væl til skørpu observeringarnar hjá fyrrverandi borgarstjóranum
í Vága Kommunu og gleða okkum um at hava fingið enn ein kapasitet til
felagið.
www.b36.fo:
Tað hevur tikið sína tíð at fáa sáttmálan í rættlag, men eingin ivi skal vera
um, at vit í felagnum eru sera fegin um, at Tórður hevur valt at halda fram
her hjá okkum.
www.vikingur.fo:
Við Hans Paula Samuelsen hevur Víkingur fingið ein av bestu leikarum í
Føroyum.
www.if.fo:
Vit hava í kvøld skrivað sáttmála við nýggja hjálparvenjaran. Maðurin, sum
kemur at hjálpa Jógvan Martin, er Jákup Mikkelsen.
www.svimjing.fo:
Og tað verður sjálvsagt Pál Joensen, sum kemur at lata upp Páls Høll, og
verður hetta gjørt saman við lokalu landsstýrisfólkunum Henrik Old og
Sirið Stenberg.
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Jóannes Jakobsen
er fyrstaval
Lars Olsen, landsliðsvenjari í fótbólti, vil hava Jóannes Jakobsen
sum hjálparvenjara, men enn eru samráðingarnar millum hjálpar
venjaran og fótbóltssambandið ikki komnar á mál
Tróndur Arge
Í summar longdi Lars Olsen
sáttmálan við FSF við fýra
árum. Tá bleiv sagt, at tað er
upp til landsliðsvenjaran at
peika á ein hjálparvenjara.
Ynski hjá Lars Olsen er
sitandi
hjálparvenjarin,
Jóannes Jakobsen.
Hóast tað skjótt er eitt
hálvt ár síðani, so eru sam
ráðingarnar ikki komnar
á mál enn. Virgar Hvidbro,
aðalskrivari í FSF, sigur at
fyribils er bara Jóannes
Jakobsen upp á tal.
– Vit eru í samráðingum
við Jóannes Jakobsen. Vit
hyggja ikki upp á aðrar
møguleikar, so leingi vit eru
í samráðingar við núverandi
hjalparvenjarn, sigur Virgar
Hvidbro.
Tað er nærliggjandi at
halda, at partarnir helst eru
ósamdir um okkurt, tá sam
ráðingarnar ikki eru komnar
á mál. Millum annað segði
Jóannes
Jakobsen
eftir
dystin móti Rumenia við
sjónvarpið, at hann ikki visti
um hann helt fram.
– Vit sum arbeiðisgevari
hava
okkara
ynskir,
og
hann sum venjari hevur síni
ynski. Eg vil ikki siga, at tað
er nøkur beinleiðis ósemja.
Vit eru í samráðingum, sigur
Virgar Hvidbro.
Sáttmálin við Jóannes
Jakobsen gongur út við árs
skiftið. Lars Olsen longdi í
summar sáttmálan við fýra
árum.
trondur@sosialurin.fo
Heimasíðurnar skriva:
fótbóltur landsliðið
Mynd: Álvur Haraldsen