mánadagur 19. oktober 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
E
itt gott ár er liðið, síðani Hjørdis
Háberg og Dánjal Petersen vóru
innsett sum samkomuleiðarar
í Evangeliihúsinum í Havn. Tað gekk
ikki long tíð, innan fyrsta broytingin
merktist, tá samkoman broytti navn
frá Evangeliihúsinum til City Church
Tórshavn, men tað er ikki einasta
broytingin, sum hend er, sigur Hjørdis.
– Okkara fyrsta mál er at gera so,
at samkoman er fyri øll, sigur hon og
greiðir frá síni kenslu á fyrsta møti
num, eftir at tey vóru flutt aftur til
Føroya.
– Eg minnist at vit komu fyrst til
eitt portur út móti Tróndargøtu, sum
var torført at fáa upp. Síðani komu vit
til einar tungar, afturlatnar dyr. Kensl
an var, at um tú vilt inn higar, mást
tú veruliga vilja tað. Tó so, innan fyri
tungu dyrnar vóru hjartalig fólk, sigur
Hjørdis Háberg Petersen.
– Niðurstøðan hjá okkum báðum
var púra greið. Vit mugu opna upp, vit
mugu gera samkomuna meiri atkomi
liga hjá fólki. Ein hugsar kanska ikki so
nógv um hetta, um ein er vaksin upp
við tí, men hetta kann vera ein forðan
hjá nógvum, sigur hon.
Hetta er tó bara eitt av stigunum,
ið at gera samkomuna lættari atkomi
liga. Eitt annað, sum tey hugsa um í
City Church er málburðin, tey nýta, tá
tey tosa um boðskapin.
– Tá einglarnir bóru boð um, at
Jesus var føddur, søgdu teir, at hetta
er eitt gleðiboð fyri ALT fólkið. Gleði
boðskapurin er inkluderandi, ikki eks
kluderandi, men nógv av orðunum og
vendingunum vit nýta, geva einans
meining, um ein er vaksin upp í sam
komuhøpi. Hetta er at líkna við mið
øldina, tá kirkjan einans tosaði latín.
Tað var so heilagt, men tað skapti frá
støðu millum kirkjuna og fólkið, sum
ikki skilti málið. Eg eri bangin fyri, at
vit gera tað sama í dag, sigur hon.
Hjørdis og Dánjal høvdu búð í
Bradford í Onglandi í fýra ár, áðrenn
leiðin lá aftur til Føroya. Tey vóru
virkin í samkomuarbeiðið í Onglandi,
og Hjørdis sigur, at kanska tað týdn
ingarmesta, hon lærdi hesa tíðina, var
at lívið ikki er perfekt.
Hon óttast, at úrslitið er, at fólk
uttan fyri samkomuna hugsa, at higar
kunnu tey ikki koma, tí tey kristnu eru
so heiløg, so góð.
– Eg hoyrdi fólk siga hetta, og
spurdi meg sjálva, um tað mundi vera
satt. Eg kom til tað niðurstøðu at jú,
tað passar. Vit mála eina mynd av, at
vit eru so perfekt, at alt er so gott hjá
okkum, uttan at vit geva okkum far
um tað. Tí hava vit arbeitt nógv við
hesum, at í City Church, er ikki neyð
ugt at vera perfektur, greiðir hon frá.
Eitt annað, sum Hjørdis og Dánjal
royna at leggja dent á, er at møta
fólkið, í tí støðu, tey eru í. Ofta tykist
tað, sum tey kristnu altíð hava havt
svarið, uttan altíð at geva sær far um,
hvør spurningurin hevur verið.
– Vit mugu minnast til, at Jesus
svaraði ikki øllum líka, men hann
møtti fólkið, har tey vóru. Hann møtti
teirra tørvi. Hann tók í hond teirra og
lyfti tey so upp. Í Føroyum hevur nógv
verið tosað um einligar mammur og
smábarnafamiljur og teirra trongu kor
í seinastuni. Í City Church fara vit tí nú
undir at bjóða smábarnafamiljum eina
heita máltíð um vikuna. So kunnu tey,
ið hava tørv á tí og hava hug koma
oman higar til eina góða máltíð og so
smyrja ein matpakka til dagin eftir.
Væntandi byrja vit við hesum tilboð
num komandi mikudag, sigur Hjørdis.
City Church Tórshavn liggur mitt
í býnum, og tað er nakað, sum tey
ynskja at gagnnýta betur. Sum er
er møti og sunnudagsskúli sunnu
morgun klokkan 11 og barna- og ung
dómsarbeiði mikukvøld klokkan 19.
– Vit síggja fyri okkum, at sam
koman skal vera oftari opin, kanska
fara vit at hava okkurt cafélíknandi.
Vit vilja gjarna, at tað skal vera natúr
ligt hjá fólki at støkka inn á gólv í City
Church, sigur hon. Tí fer City Church
oftari at taka lut í teimum tiltøkunum,
sum eru í miðbýnum, so sum ólavsøk
uni, Jól í Miðbýnum og kanska eisini
mentanarnáttini í Tórshavn, sigur hon,
sum eisini gleðist um at hava eitt gott
toymi við góðum fólki saman við sær í
samkomuarbeiðinum.
– Tað er sera týdningarmikið fyri
okkum, at samkoman er vælkomandi.
Eg hevði heldur ikki farið inn sjálv, um
ikki so var, sigur Hjørdis Háberg Peter
sen at enda.
Samkoman
skal vera opin
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at samkoman er vælkomandi. Eg hevði heldur
ikki farið inn sjálv, um ikki so var, sigur Hjørdis Háberg Petersen, sum nú hevur verið
samkomuleiðari í City Church saman við manninum Dánjali Petersen, í eitt gott ár
Vit mugu minnast
til, at Jesus svaraði
ikki øllum líka, men
hann møtti fólkið,
har tey vóru. Hann
møtti teirra tørvi