mánadagur 19. oktober 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 43 • 19. oktober 2015
5
Ókeypis lýsingarblað
R U N A V Í K · F A R O E I S L A N D S
R U N A V Í K · F A R O E I S L A N D S
FAROEXPO
FAROEXPO
TEMA
Almenn framsýning við
føroyskari framleiðslu
Tá Faroexpo á fyrsta sinni varð hildin í Runavík í 2005, var hetta eitt frambrot
innan vinnustevnur á føroyska pallinum. Hvørt ár hava stigtakararnir lagt seg
eftir at menna tiltakið, sum í ár eisini fevnir um føroyska framleiðslu
Vilmund Jacobsen
F
aroexpo-vinnustevnan
hevur
undanfarin ár fevnt um eitt
afturlatið partenariat og eina
ráðstevnu.
Men, sum nakað nýtt í ár verður
í samstarv við Vinnuframa skipað
fyri einari almennari søluframsýning
sum part av Faroexpo 2015. Heitið
á framsýningini er »Føroysk fram
leiðsla«, og framsýningin er til heiðurs
fyri allar tær vørur og tænastur, sum
verða framleiddar í Føroyum.
Ókeypis atgongd
Fyrireikararnir av Faroexpo siga, at
endamálið við almennu framsýningini
er at geva íverksetum og etableraðum
føroyskum framleiðarum karmar til at
netverka, samstarva, mennast og fáa
íblástur, samstundis sum almenn
ingurin fær eyguni upp fyri øllum
teimum fjøldbroyttu vørum og tæn
astum, ið vera framleiddar í Føroyum.
– Almenningurin hevur ókeypis at
gongd til søluframsýningina, og hava
fyritøkurnar møguleika at selja sínar
vørur til tey vitjandi.
Lagt verður aftrat, at framúr góðu
hølisviðurskiftini í Bylgjuni í Runavík
hava gjørt tað møguligt at menna
Faroexpo til eisini at fevna um hesa
søluframsýning.
Luttakandi fyritøkur hava ein fram
sýningarbás, har møguleiki verður at
selja og sýna fram. Søluframsýningin
– Føroysk framleiðsla – verður opin
fyri almenninginum 22. oktober kl
10-17 og 23. oktober kl. 09-20.
vilmund@sosialurin.fo
Primafisk fiskaPylsur
skjótt, lætt og gott
Heilsugott & glutenfrítt
uttan Hald- ella litevni
fiskaPylsan skorin í flísar
og Hita á Pannuni, ePli/
grønmeti afturvið – skjótt,
sunt og einfalt!!
við einum ostaskerara
er lætt at skera skivar av
fiskaPylsu til viðskera ella
fyllu í sandwicH…
fiskaPylsan skorin í bitar
er sera væl egna í salati og
suPPur…
skorin í tjykkri flisar –
góður burgari!!
Prima fisk
Nýggjagerði 2
fO-520 Leirvík
teLefON 743 444
Primafisk.fO
vit eru á
farOe exPO við
smakkirOyNdum