mánadagur 19. oktober 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
FAROEXPO
Vilmund Jacobsen
M
entanarvikan Skýming, sum
verður hildin í Runavíkarøkin
um, verður í ár í døgunum,
18. til 25. oktober. Hetta er 11. árið
á rað, at mentanarvika verður hildin í
økinum, og fjølbroytta tiltakið verður
hildið somu viku, sum vinnustevnan
Faroexpo verður hildin.
Borgarstjórin í Runavíkar komm
unu, Magnus Rasmussen, fegnast um
hesi bæði tiltøk og heldur, at tey hava
ment seg nógv síðan byrjan.
– Taka vit mentanarvikuna, varð
í sínari tíð byrjað varisliga, men við
árunum hevur tiltakið ment seg, so
leiðis at tað í dag er ein veruligur
mentanarligur varði, ið kommunan er
errin av.
Borgarstjórin vísir til skránna og
sigur, at mentanarvikan ongantíð áður
hevur verið so áhugaverd, spennandi,
forvitnislig og fjølbroytt sum í ár.
Góðir karmar
Magnus Rasmussen vísir á, at karmar
nir um mentanarviku og Faroexpo eru
vorðnir nógv betri, síðan Løkshøll varð
bygd, og kommunan eisini fekk nýggja
fimleikarhøll, sum saman við dagførdu
ítróttarhøllini mynda Bylgjuna.
– Nýggju karmarnir hava eisini ført
við sær, at Faroexpo í ár hevur ment
vinnustevnuna við almenna og fyri tey
vitjandi ókeypis tiltakinum – Føroysk
Framleiðsla – ið verður í fimleikarhøll
ini, meðan Faroexpo er.
Borgarstjórin vísir á, at bæði hvat
viðvíkur mentanarvikuni Skýming og
vinnustevnuni Faroexpo er neyðugt,
at tiltøkini broytast og mennast.
– Tað er soleiðis, at um slík tiltøk
verða tey somu ár undan ári og einki
broytist, er væntandi, at undirtøkan
sum frá líður minkar. Soleiðis er tað
bara, men eg haldi, at tey, sum standa
aftanfyri mentanarvikuna og vinnu
stevnuna, hava havt hegni og dugna
skap til at menna hesi tiltøk, soleiðis
at tey á hvørjum ári eru áhugaverd og
forvitnislig.
Hann vísir á, at Runavíkar komm
una bæði hevur ríkt vinnulív og ment
anarlív, og tí eru tiltøk sum hesi, ein
náttúrligur partur av tí vinnuliga- og
mentanarliga virksemi, sum økið
hevur at bjóða.
– At vit her í Runavíkar-økinum
hava skipað fyri mentanarviku fleiri
ár á rað, hevur eisini givið íblástur til
onnur øki í landinum, og vit síggja, at
fleiri aðrar kommunur hava tikið táttin
upp við ymiskum mentanartiltøkum.
Magnus Rasmussen sigur, at sum
árini eru gingin, er meira og meira
dygd og breidd komin í tiltøkini.
– Umframt Løkshøll, sum part
av kørmum um mentanarviku, eigur
kommunan eisini Gulu Smiðju, og í ár
er ætlanin, at mentanartjaldið, sum
hevur staðið við Orkis á Glyvrum, nú
verður sett upp á økinum innan fyri
Gulu Smiðju, sum eisini er ogn hjá
kommununi. Vit eiga eisini nakrar
smáttur í føroyskum stíli, sum verða
settar upp á økinum, har mentanar
tjaldið kemur at standa.
Kommunan stuðlar
Borgarstjórin sigur, at Runavíkar
kommuna í stóran mun leggur karm
arnar fyri mentanarvikuna, eins og
kommunan eisini stuðlar tiltakinum
fíggjarliga.
– Mentanarvikan verður sett í
Løkshøll sunnudagin 18. oktober
klokkan 15, og tað verður Guðrið Høj
gaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sum
fer at seta tiltakið.
Tað er Magnus Rasmussen, sum
vegna Runavíkar kommunu er vertur
fyri mentanarvikuni, og tað verður
eisini hann, sum við setanarhátíðina
fer at bjóða vælkomin.
– Við setanina fer Nes sóknar
Musikfelag at spæla nøkur løg,
Elinborg Pálsdóttir fer at syngja, og
her verður eisini Barnakórið á Strond
um, umframt annað sum verður á
skránni til setanina, sigur borgar
stjórin.
Tá Faroexpo-ráðstevnan verður
sett í Løkshøll, verður tað borgar
stjórin sjálvur, sum fer at seta ráð
stevnuna.
– Hetta verður sjeyndu ferð, eg
fari at seta ráðstevnuna, og hetta
verður samstundis seinastu ferð, nú
eg skjótt leggi frá mær sum borgar
stjóri í kommununi, sigur Magnus
Rasmussen, sum sjálvur fer til fleiri
av tiltøkunum, sum verða á mentanar
vikuni í Runavíkar-økinum, eins og
hann eisini fer at vitja framsýningina
í Bylgjuni við føroyskari framleiðslu.
At enda ynskir borgarstjórin vegna
Runavíkar kommunu at bjóða øllum –
bæði fólk nær og fjar – hjartaliga væl
komnum at vitja, og tað er hansara
ynski, at øll fáa nakrar góðar og gev
andi upplivingar hesar dagar.
Vit eru errin av mentanar
viku og Faroexpo
– Vegna Runavíkar kommunu vil eg bjóða øllum – bæði fólk her um leiðir og fólki aðrastaðni – hjartaliga
vælkomnum at vitja, nú mentanarvika og Faroexpo verða hildin í økinum, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri
– At vit í Runavíkar-økinum hava skipað fyri mentanarviku fleiri ár á rað, hevur eisini givið
íblástur til onnur øki í landinum, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen