hósdagur 5. august 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 146 - 5. august 2004
Nr. 146 - 5. august 2004
25
Miðstøðin fyri minnisveik í Havn
søkir 2 starvsfólk
Miðstøðin fyri minnisveik, er ein royndarverkætlan, sum Alzheimerfelagið
hevur tikið stig til. Verkætlanin verður fíggjað av Almannamálaráðnum og
Tórshavnar kommunu.
Miðstøðin fevnir m.a.um eitt dagtilhald fyri minnisveik, ráðgeving til persónar
við demens og teirra avvarðandi, og um vikuskiftini verður av og á café. Mið-
støðin hevur leigað eini vælhóskandi hús til endamálið miðbýnum.
Fyrst verður farið undir dagtilhaldið, har 8 fólk kunnu vera samstundis.
Dagtilhaldið er ætlað heimabúgvandi persónum við demens í dagtímunum
vanligar yrkadagar.Trý fara at starvast í dagtilhaldinum. Miðstøðin fer at leggja
seg eftir at arbeiða eftir nýggjastu umsorgarteorium, sum stimbrar tann sjúka
psykososialt. Henda uppgávan krevur starvsfólk, sum hava áhuga at arbeiða
við minnisveikum fólkum.
Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til setan 1.september 2004 ella eftir
avtalu. Størvini eru tíðaravmarkaði til 30. juni 2006, samsvarandi játtanini til
royndarverkætlanina.
Førleikakrøv til umsøkjaran:
- hug og hegni at vera um persónar við demens
- ávísa vitan innan demens
- støðugt at vilja dagføra kunnleikan innan demensøkið
- skal vera sjálvstøðugur og kreativur
- góð samstarvsevni
- hava tol og empati
Til størvini krevst útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur,ergoterapeutur,heilsu-
hjálpari/atstøðingur, pedagogur ella onnur líknandi útbúgving. Tað er ein
fyrimunur at hava eftirútbúgving sum demenssamskipari. Dentur verður lagd-
ur á starvsroyndir.
Vit bjóða:
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika frá byrjan, at seta
dám á stovnin
- eitt starv har tú ert við til at virka fyri at røkka settu málum
- møguleika fyri menniskjaligari og fakligari menning
Talan er um tvey fulltíðarstørv við arbeiðstíð vanligar yrkadagar í dagtímunum.
Niðursett tíð kann møguliga koma uppá tal.
Setunarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ernu Háberg, projektleiðara
tlf. 228004 ella 316350
Umsóknarfreistin er leygardagin 14. august 2004.
Skrivlig umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsing um útbúgving
v.m. skulu sendast til:
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
snarskivan/
grunnurin
aberdeen torshavn
pdf.
97,3 %
Føroya Studentaskúli
og HF-skeið
Hoydalar, FO-188 Hoyvík
Telefon 2298 312973 - Telefax + 298 318624
Hjálparfólk
til kantinuna
Søkt verður eftir 2 hjálparfólkum til kantinuna.Vit
leggja dent á, at tey, ið sett verða, eru røsk, álít-
andi og nærløgd í sínum arbeiði. Tað er ein fyri-
munur, um tú ert von/vanur við køksarbeiði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Fyri annað starvið er arbeiðstíðin hvønn gerand-
isdag frá kl. 8.00 til 15.00 teir dagar, tá skúla-
gongd er.
Fyri hitt starvið er arbeiðstíðin somu dagar
kl. 9.00 til 13.00.
Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til
rektaran á tlf. 284613.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum
skulu vera rektaranum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 11. august 2004.
Best er, um tey settu kunnu byrja at arbeiða
16. august, annars skjótast gjørligt aftaná hetta,
ikki seinni enn 1. september 2004.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2114,
P/F M. J. Saltsøla, 100
Tórshavn
Nevnd:
Innkomin í nevndina: Magni
Johannesen, Skemmingsgøta
24, 100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 3.
august 2004
Kristin Balle
________________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 207, P/F
S.M.S., 100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
22.06.2004.
Strikan av hjánavni: P/F
Hornið
Nýggj Hjánøvn: P/F Hornið í
SMS (P/F S.M.S.) og P/F
Perlan í SMS (P/F S.M.S.)
Felagið er samanlagt við
skrásetingar-nr. P/F 3359,
P/F Perlan í SMS sum
samstundis verður strikað.
Skráseting Føroya tann 3.
august 2004
Kristin Balle
________________________
Leiðari
til dagrøktarskipanirnar í
Hvannasundi og á Viðareiði
Hvannasunds- og Viðareiðis Kommuna søkja eftir
leiðara fulla tíð til dagrøktarskipanirnar í báðum
kommununum.
Umsøkjarin skal hava námsfrøðisliga útbúgving
sambært løgtingslóg nr. 65 frá 10.05.2000.
Starvið verður sett frá 1. oktober 2004.
Løn sambært sáttmála ímillum Pedagogfelag
Føroya og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
viðmælum vera at senda til:
Hvannasunds Kommunu
FO-740 Hvannasund
í seinasta lagi 20. august 2004.
Meira fæst at vita frá núverandi leiðarum:
Dagrøktin í Hvannasundi
Dagrøktin á Viðareiði
Gunvør Eliasen, leiðari
Marjun Samson, leiðari
Tlf. +298 226360
Tlf. +298 211341
Hvannasunds Kommuna Viðareiðis Kommuna
FO-740 Hvannasund
FO-750 Viðareiði
Tlf. +298 452007
Tlf. +298 451083
Fax +298 452007
Fax +298 451094
t-post: hvanna@olivant.post.fo vid.kommuna-kallnet.fo
Dagrøktarskipanin á Viðareiði hevur 7 ár á baki,og er í dag nominer-
að til 30 børn, 6 dagrøktarar eru í skipanini. Skipanin hevur eina
spælistovu við spæliøki rundanum, har dagrøktarar og børn kunnu
koma saman.
Skipanin í Hvannasunds Kommunu er nominerað til 30 børn. 5 dag-
røktarar eru í skipanini. Skipanin í Hvannasundi hevur nýggja spæli-
stovu við øki rundanum til frama fyri dagrøktarar og børnini í skipan-
ini.
Bygningur í mið-
býnum til leigu
Tygum kunnu seta tygum í samband við undir-
ritaða á tlf. 317920 ella 313536.
Høgni Lützen
P/F Valdemar Lützen
C
M
Y
K
25
24