Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SUMMAR FESTIVALUR 2004 22 C M Y K 23 22 Gunnar Mikkelsen kom fram sum eitt stjørnuskot í eini sangkapping hjá Dan- marks Radio í fjør. Eingin hevði hoyrt um hann áður, men hann tók Danmark við stormi og vann kappingina um at gerast Stjørna í eitt kvøld. Síðani hevur hann givið fløgu út, hann hevur verið ovast á vælumtókta Tjek- listanum í Danmark, og herfyri var hann eisini at síggja á MTV, har hann gjørdi um seg á einum hit- lista. Gunnar Mikkelsen hevur mammu úr Føroyum, og tí hava føroyingar havt eitt serliga vakið oyrað við tí, sum hann hevur tikist við. Tá ið fløgan hjá Gunnari kom út í Danmark fyrr í ár, fekk hon góða móttøku, og fleiri góð ummæli vóru eis- ini at síggja. Gunnar Mikk- elsen hevur sjálvur skrivað sangirnar, sum eru á fløg- uni, og tað ger hann til nógv meira enn bara eina stjørnu fyri eitt kvøld. SKRIVAÐI SØGU Gunnar er føddur í Aalborg og vaks upp í Vestbjerg norðan fyri Aalborg. Mamman er føroysk og pápin dani. Í 10. flokki fór Gunnar á eftirskúla í Mari- ager og síðani á studenta- skúla í Aalborg, har hann bleiv matimatiskur student- ur. Síðani tók hann sær av løttum. Leiðin gekk til Ber- lin saman við vinum úr stu- dentaskúlanum. Uttan pen- ing og arbeiði fjakkaðu teir frá café til café fyri at vinna til lívsins uppihald og fingu teir at enda eitt stað at búgva. Men leiðin gekk aft- ur til Danmarkar. Í Danmark vitjaði útferð- arhugurin aftur, og Gunnar fór til Canada at arbeiða við hestum og neytum – sum ein rættur kovboyari. Og summi minnast kanska, at tá Gunnar trein á pall í danska sjónvarpinum og gjørdist stjørna, so varð sagt, at hann kom beina leið úr Canada. Jú, hann er kovboyarin sum gjørdist poppstjørna... MTV Eitt lag hjá Gunnari hevur í summar verið at sæð og hoyrt á sjónvarpsrásini MTV. Rásin hevur ein tátt, ið kallast MTV up North, og hevur hesin táttur spælt lag- ið og er tað komið á listan har, ið virkar so, at fólk kunnu atkvøða. – Tá vit høvdu gjørt sjón- bandalagið, so sendu vit tað inn til MTV, sigur Gunn- ar. – Eg fekk sms boð frá ein- um vini, sum segði seg hava sæð og hoyrt lagið, so eg veit ikki hvat tað verður til, men vónandi kemur okkurt burturúr, sigur Gunnar. Men innan Gunnar náddi tónatindarnar, var tónleik- urin bert ítriv og kanska ein dreymur langt burturi, sum hjá so mongum. Gunnar lurtaði eftir út- varpi og sang við og fleri søgdu, at tað ljóðaði stak væl. Men tá hann fór á eftir- skúla, kom meira ferð á. – Eg sang til tiltøk, sjálvt um fjáltur var á mær, minn- ist Gunnar aftur á. Seinni lærdi hann seg at spæl guitar og á studenta- skúlanum spældi hann av og á, tá tey har høvdu café. – Men tónleikurin var bert ítriv, sigur Gunnar, sum kemur frá einum heimi við urgu, sum foreldrini keyptu til børnini, men annars hev- ur ikki verið spælt og sung- ið meira enn aðrastaðni heima hjá Gunnari og teim- um. Men undanvindurin hjá Gunnari sjálvum á tón- leikaleiðini hevur kveikt áhuga í familjuni fyri tón- leiki, so onkur nú til dømis syngur í kóri. STÓÐ VIÐ SÍTT Sølan av fløguni hjá Gunn- ari hevur gingið væl. – Sølan hevur gingið væl. Eg veit ikki sølutølini, tí eg tori ikki at spyrja. Eg havi gjørt tað eg vildi, og tað fegnist eg um. Eg fekk mítt ígjøgnum, og eg eigi tilfarið á fløguni. Av tí sama er hetta ikki ein popp fløga, sum vendir sær til ta beiðu lurtarafjøldina, men tað ger einki, tí hinvegin sleppi eg á tey »veruligu« spælistøð- ini, og tað er kanska ikki luturin hjá øllum luttakar- um í slíkum kappingum, sigur Gunnar. Hvat framtíðin hevur at bjóða veit Gunnar sjálvandi ikki, men vónirnar hevur hann. – Eg skrivi sangir og havi fingið at vita, at møguleiki er fyri eini nýggjari fløgu. So tað arbeiði eg víðari við. Eg skrivi sangir og ætli mær at hava ein bólk kláran beinanveg og at hava bólk- in við í allari arbeiðsgongd- ini. Eg ætli ikki at standa á berum og einsamallur, sum eg gjørdi, tá hendan fløgan kom út, sigur Gunnar, sum í Føroyum hevur verið hepp- in og fingið dugnaligu manningina í Showmonn- um at leika við sær. – Eg ætli at royna, um eg kann liva av at spæla tón- leik, men eg ætli mær ann- ars at gera, sum eg vil. Møguleikin er jú eisini til staðar fyri, at eg fari at arb- eiða og so havi eg tónleikin umframt, sigur Gunnar. Frá kovboyara til poppstjørnu Eyðagóði poppsangarin við føroyskum ættarbondum fegnast um, at hansara tónleikur í summar hevur verið at hoyrt á MTV, og í Danmark hevur tað gingið strúkandi hjá honum GUNNAR MIKKELSEN