Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bilar E ftir ein steðg upp á næstan 10 ár, er Honda HR-V nú komin aftur á marknaðin – nú sum ein heilt nýggjur og væl útgjørdur bilur. Honda HR-V kom fyrstu ferð á markn­aðin í 1999 og varð gjørdur fram til 2006, tá framleiðslan steðg­ aði. Hesin nýggi er onnur generatión síð­ani HR-V fyrstu ferð kom á markn­ aðin. Bilurin er líka góður at koyra, sum hann sær út til – bæði á sløttum og ósløttum undirlendi. Trygd og kom­fortur eru á sera høgum støði, og bilurin fær besta karakter frá EuroNCAP krasj-testunum. Honda HR-V er ein rúmligur 5-per­ sónabilur, ið er sera væl útgjørdur. Talan er um ein bil við nútímans sniði og innrætting – einfalt, smart og liðiligt. Bilurin er lættur at handfara. Eitt nú situr girstongin sera væl fyri, og bilurin hevur nógv smart pláss at leggja lutir frá sær í kabinuni. HR-V fæst við 1,5 i-VTEC bensin­ motori og 1,6 i-DTEC dieselmotori, sum koyrir 24,4 km/l við blandaðari koyr­ing. HR-V fæst í útgávunum Comfort, Elegance og Executive. Í Executive út­gávuni er bilurin sera væl út­gjørd­ ur og hevur t.d. panorama sól­tak, navigatión, bakkikamera, klima­an­legg, bluetooth, fartpilot, toku­lyktir, par­ ker­ingssensorar aftan og framman, hita í setrunum, Magic Seats og 18” alu­felgur. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Norðbil. Honda HR-V komin aftur á marknaðin Honda Jazz, sum var kosin Ársins bilur í Danmark í 2009, er nú komin á mark­naðin sum ein heilt nýggjur bilur. Honda Jazz fær góð ummæli fyri liðiliga innrætting, framkomna motor­ tøkni og lága brennievninýtslu. Jazz kennist sum hann er størri innan enn uttan. Beinplássið er sum í einum stór­um bili, og við smartu Magic Seats eru møguleikarnir fyri plássi sera góðir. Honda Jazz er serliga gjørdur til at tekkjast evropearum bæði hvat designi og koyrieginleikum viðvíkur. Bilurin er kendur fyri sínar góðu og stabilu koyrieginleikar. Bilurin hevur ein kvikan 1.3i VTEC bensinmotor við 102 hk. Bensin­ nýtslan er frá 19,6 til 21,7 km/l. Honda Jazz fæst í utgávunum Trend, Comfort og Elegance, sum er sera væl útgjørdur við t.d. navigatión, klimaanleggi, fartpiloti, bluetooth, bakki­kamera, parkeringssensorum aftan og framman, Magic-Seats, toku­ lyktum, og 16" alufelgum. Honda Jazz er ein rúmligur hatchback við 5-hurðum og stórum viðførisrúmi. Bil­urin kann síggjast og roynast hjá Norð­bil. Væl útgjørdur Honda Jazz Síðani nýggja BMW 2-serian kom á marknaðin, hava fleiri modell sæð dagsins ljós. Fyrst kom Coupé, síðani Active Tourer við fimm hurðum og nú Active Grand Tourer við sjey siti­ plássum. Endamálið við BMW 2 Active Grand Tourer er at gera ein rúmligan og vælkoyrandi bil, har tey ferðandi í bilinum sita høgt og hava gott út­sýni. Active Grand Tourer er 21 cm longri enn tann vanligi Active Tourer. Stórur dentur er lagdur á koyri­ egin­leikarnar, sum altíð hava verið eitt av eyðkennunum hjá BMW. Hesin koyrir sum ein dreymur, og vegfestið er heilt optimalt undir øllum koyri­ um­støðum, serliga kemur hetta til sjóndar í svingum. Sum nakað nýtt hjá BMW er hesin forhjólsdrivin. Innrættingin er sera liðilig, og bil­ urin er lættur at koma í og úr. Við­ førisrúmið er 560 litrar og við aft­astu setrunum niðri er viðføris­rúmið heilar 720 litrar, sum er eitt stórt vøru­rúm.     Fleiri motorar eru at velja ímillum, bæði bensin og diesel – allir við BMW TwinPower Turbo-teknologi. Saman við kompakta BMW kvali­ tet­inum og góðu sportsligu koyri­egin­ leikunum, er heildarmyndin av nýggja BMW 2 Active Grand Tourer, tað sum vit kundu vænta – ein gjøg­num­førdur bilur í allar mátar. Rúmligur og væl­ koyrandi Active Grand Tourer Palli Skorheim og Gordon Rajani frá Nordcar við nýggja BMW Active Grand Tourer Frits Dam Jacobsen og Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil við nýggju Honda Jazz og Honda HR-V