Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

(XWxU] !&!$VTUY 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bilar Ein enn betri Auris T oyota Auris er komin á mark- naðin við dagførdum stíli bæði uttan og innan eins og betri komforti, nýggjum trygdarskipanum og nógv meira útgerð. Við nýggja Auris hevur Toyota gjørt ein góðan bil enn betri og flottari. Við heilt nýggjum bensin- og diesel motorum kemur Auris av álvara inn í hørðu kappingina um kundarnar í sínum klassa. Auris fæst t.d. við einum heilt nýggjum 1,2 motori við turbo og beinleiðis innspræning. Allir motorarnir eru reinir og sera orku- sparandi. Instrumentborðið er smart, og alt situr ergonomiskt rætt og so ar beiðsligt sum gjørligt hjá bil før- aranum. Auris hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir við airbag framman, í síðunum, gardinairbag, knæairbag o.s.fr. Tað sum merkist best í nýggja Auris er gjøgnumførdi kvaliteturin og ljóðdoyvingin. Koyrieginleikarnir eru nakað heilt fyri seg, eins og kvali- teturin merkist allan vegin ígjøgnum. Nýggi Auris fæst eins og tann núverandi sum hatchback og station- car. Auris Hybrid Auris verður nógv seldur sum hybrid- bilur. Triði hvør Toyota Auris, sum var seldur í Danmark í fjør, var ein hybrid- bilur. Eingin ivi er um at hybrid tøknin av álvara hevur tikið dik á seg hesi seinastu árini – eisini her hjá okkum. Vit kunnu bert staðfesta, at Toyota við hesum bilinum hava gjørt ein góðan bil enn betri. Við hesum nýggja Auris ber til at finna perfektu loysnina, líkmikið um talan er um bensin, diesel ella hybrid. Nýggi Toyota Auris kann síggjast og roynast hjá Reyni Service.