mánadagur 19. oktober 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
Sjálvvirkandi bakljós kann
vera falskur tryggleiki
Vilmund Jacobsen
H
evur tú nýggjan bil, eigur tú at
kanna, hvussu bakljósini virka.
Tað kann skapa vandamiklar
støður í ferðsluni, um sjálvvirkandi
bakljós ikki eru tendrað í skýming,
regni og mjørka - og aftanfyri koyrandi
ikki síggja teg.
Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
- Vit hava fingið nógvar áheitanir
frá fólki, ið hava ampa av bilum, har
lyktirnar ikki lýsa. Bilar við sløktum
baklyktum eru eisini lutfalsliga ofta
at síggja á føroysku vegunum.
Minni brennievni og útlát
Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at
tað er eitt ES-direktiv, sum áleggur
bilframleðarum í ES at lata koyriljósið
tendra, samstundis sum bilurin verður
tendraður.
- Men, kravið er bara til framlykt
irnar. Hetta hevur við sær, at bak
lyktirnar á mongum nýggjum bilum
ikki tendra sjálvvirkandi, sum flest øll
eru von við.
Lagt verður aftrat, at ein av
grundgevingunum fyri hesum er, at
minkaða nýtslan av billyktum skal
hava positivt árin á umhvørvið - við
minni nýtslu av brennievni og harvið
minni CO2-útláti.
Hvussu virka ljósini?
Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at
nakrir bilar eru soleiðis innrættaðir,
at baklyktirnar tendra sjálvvirkandi,
tá tørvur er á, at tær skulu tendra.
- Í øðrum førum verður bilførarin
mintur á at tendra ljósið, eitt nú við, at
tað ikki er ljós í tólborðinum. Trupul
leikin við summum av bilunum er, at
bakljósini ikki tendra sjálvvirkandi,
fyrr enn tað er rættiliga myrkt.
Trupulleikin sæst serliga í skýming,
toku, kavaroki ella lutvís í upplýstum
bergholi við tað, at her tenda ljósini
ofta ikki.
Ráðið fyri Ferðslutrygd minnir á,
at tað kann vera trupult at minnast
til at tendra baklyktirnar, tá tað fer at
skýma, ella tá mjørki kemur.
- Tí er umráðandi, at bileigarar
kunna seg um, hvussu ljósini virka.
Lagt verður aftrat, at í summum
bilasløgum ber til at innrætta bak
lyktirnar, soleiðis at koyriljós altíð er
aftan - og í øðrum bilasløgum ber tað
ikki til.
Nøkur góð ráð
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur nøk
ur ráð til teirra, sum hava slíkar
nýggjar bilar, har lyktirnar ikki tendra
sjálvvirkandi.
- Tú kanst kanna, um til ber at
broyta tað, so lyktirnar altíð eru
tendraðar, tá tú koyrir.
- Tú kanst venja teg við altíð at
tendra lyktirnar, tá tú startar bilin.
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at tá
tú sum bilførari sært bil uttan ljós, er
altíð skilagott at blunka við langljósi
fyri at minna á bilføraran á at tendra
lyktirnar.
- Trupuleikin við summum nýggjum bilum er, at bakljósini tendra ikki sjálvvirkandi, fyrr enn tað er
vorðið rættiliga myrkt. Trupult kann vera at minnast til at tendra baklyktirnar, tá tað fer at skýma,
ella tá mjørki kemur. Tí hava vit nøkur góð ráð til bilførar, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd
- Tað er umráðandi, at bileigarar kunna seg um, hvussu ljósini virka á nýggjum bilum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd