Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-19, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2015síða 57

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015 25 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bilar Mitsuoka – eftirgjørdir klassiskir bilar F yri tey sum ynskja sær ein heilt annarleiðis bil er bilmerkið Mitsuoka ein møguleiki. Mitsuoka Motors er ein japonsk verksmiðja, sum hevur spesialiserað seg í at gera eftirgjørdar klassiskar bilar við álítandi modernaðum tek­nikki. Bilarnir eru ofta minni enn orig­inal­urin, sum t.d. ein eftirgjørdur Jaguar MK II, sum er bygdur yvir ein Niss­an platt­ form. Mitsuoka Roadster er bygdur yvir Mazda MX-5 við 2.0 litra motori við 160 hk og líkist einum Morgan Aero 8. Sum tað sæst á myndunum gera Mitsuoka eisini rættiliga sermerktar og flottar bilar sum t.d. Le-Seyde, sum líkist einum stórum amerikanskum klassik­ara. Mitsuoka kunnu nú keypast í Evrpoa. Fyritøkan hevur latið upp ein handil í Surrey í Onglandi, sum selur tey ymisku modellini hjá Mitsuoka. Mitsuoka LeSeyde Mitsuoka Ryoga Mitsuoka Roadster er tekniskt ein Mazda MX5 Mitsuoka Viewt við Jaguar útsjónd, men tekniskt ein Nissan